Tað er ikki altíð, at málini løgreglan fær, eru so álvarslig. Onkuntíð eru tey enntá heilt skemtilig.
Ein dagin fyri einum mánað síðani fekk løgreglan á Tvøroyri eina heldur løgna fráboðan.
»Sunnan fyri Øravík standa tveir bilar á einum stað, har tað er so smalt, at teir sleppa ikki framvið hvør øðrum, og hvørgin teirra vil bakka«.
Long bíðirøð
Og so var. Ein lastbilur við fiski og ein persónbilur vóru komnir móti hvørjum øðrum beint sunnan fyri Øravík og tá teir komu til trongan vildi hvørgin teirra bakka ein tumma, fyri at læna orðini frá einum ávísum tingmanni.
Minuttirnir gingu og tvøra lag kom á teir báðar sum hildu fast við sína støðu. Alt fleiri bilar savnaðust aftanfyri teir báðar, sum bara stóðu og slappaðu av.
Ein bilførari, sum Sosialurin hevur tosað við, greiðir frá, at hann trúði, at talan var um eitt ferðsluóhapp, tí alt stóð stilt.
»Men har kom eingin løgreglubilur ella sjúkrabilur, so tað mátti vera okkurt annað«, sigur hann »so eg fór út og tók videoupptakarin, sum eg hevði í bilinum, við mær. Og tá eg kom yvir til teir báðar, tá kom glið á. Eg haldi, at teir hildu, at eg kom frá sjónvarpinum«.
Skiftu um bilar
Sommer Joensen, sýslumaður undrast á, at bilførararnir báðir stóðu so hugagóðir.
»Eg hevði skilt tað, um teir stóðu í fimm minuttir ella so, men í góðan hálvan tíma, tað skal ein góður hugur til«, sigur Sommer Joensen.
Sosialurin hevur skilt, men hevur ikki fingið váttað, at onkur, sum stóð í syðra parti av røðini og var á veg til jarðarferð norðanfyri, gekk yvir til hin partin av bilrøðini og skifti um bil við onkran, sum stóð í norðara parti av bilrøðini.
So ráðaleys vóru fólk ikki, um enn tað var ein lang løta at bíða eftir tveimum tvørum suðuroyingum, sum ikki vildu bakka ávikavist fimm og tíggju metrar, tí tað var frástøðan til nærmasta víkipláss.
Víkiskyldu norðanífrá
Sommer Joensen, sýslumaður, sigur, at hatta plássið er júst eitt pláss, sum vísir ferðsluumstøðurnar í Suðuroynni.
»Har er so smalt at tað er einki at gera. Eitt skelti stendur norðanfyri, sum sigur at vegurin smalkar í teirra síðu og tí eiga bilarnir ið koma norðanífrá at halda aftur. Men eg haldi ikki at tað sigur nóg greitt, hvør eigur at halda av«.
Sommer leggur afturat, at hann hevur greitt ferðslunevndini frá hendingini í Øravík, men um teir syrgja fyri at skifta skelti veit hann ikki. Hinvegin kann vera at hetta málið verður loyst við, at tað einaferð í tíðini kemur ein tunnil ístaðin fyri vegin, tí hetta er fyrstu ferð tað Sommer Joensen veit um, at tað er hent.
»Eg havi arbeitt her síðani 1979 og eg havi ikki hoyrt um slíkt fyrr« greiðir hann frá.
Sommer leggur afturat, at bilførararnir báðir fingu eina ávaring um at vera eitt sindur meira lagaligir í ferðsluni og síðani tá hevur ferðslan gingið ótarnað á hesum stað.