Um júst eina viku - frá í dag at rokna - verða allar avmarkingar millum skipabólkar og hámarkið fyri einstøk skip í makrelfiskiskapi tikið burtur. Hetta merkir, at skip tá kunnu fiska av felagskvotum, [...] makrelkunngerðini, og avgerðin byggir á uppgerð frá Fiskiveiðieftirlitinum sum vísir, at í fleiri bólkum eru ikki líkindi til, at felagskvoturnar av makreli verða veiddar. Sambært makrelkunngerðini kann lands [...] frá og við leygardegnum hin 22. september 2012. Hvønn týdning henda broyting kemur at fáa fyri makrelveiðina, er ilt at siga í løtuni, tí tað veldst í fyrsta lagi um, hvussu leingi aftrat brúkilig makrelveiða
Broadcaster ger, at fólk kunnu hoyra tónleik frá eini útvarpsstøð uttan at lýsingar og jinglur eru við. Fólkini í svenska felagnum, sum stendur aftanfyri nýggju skipanina, eru errin av at hava framleitt [...] Spotify ynskir at samstarva við útvarpsstøðirnar kring heimin, og tí kunnu brúkarar nú eisini fáa sær Spotify Broadcaster. Nýggja útgávan av Spotify brúkar tað, sum er at hoyra í útvarpinum júst tá, og [...] framleitt Spotify Broadcaster. - Nýggja tænastan ger, at teir umleið 23. milliónir brúkararnir av Spotify kring allan heimin nú kunnu hoyra playlistan á síni yndis útvarpsstøð. Hetta er eitt dømi um, hvussu marknaðurin
skal tað ikki longur bera til at koma sleppa inn á netbankan upp á tann gamla mátan. Tað sigur Felagið fyri peningastovnar í einum tíðindaskrivi nú seinnapartin. Tað merkir, at hereftir skulu øll brúka NemID [...] longur er tryggur at brúka. Harumframt krevur hon forritið, Java, á telduni, sum heldur ikki er nóg trygt. –NemID er munandi tryggari tí tað krevur bæði loynital og loyniorð fyri at sleppa á t Netbankan [...] verður í løtuni ment. Føroyskir peningastovnar vænta at taka Talgilda Samleikan í nýtslu í 2021. Tá ið nýggja Talgildi Samleikin er klárur at taka í nýtslu, verður NemID helst eisini avtikið, siga
– Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt. – Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya. – Fólk, ið koma [...] longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu. – Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst. – Mælt verður til, at øll skeinkistøð [...] útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima. – Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum. – Skúlaverkið
tað okkum, at innsløg aftaná innsløg verða send um corona, uttan at nakað av hesum er tekstað. – Hetta meta vit rættiliga ábyrgdarleyst, og vilja vit inniliga heita á Kringvarp Føroya, um at senda øll innsløg [...] eigur ikki at koma fyri, siga tey. Í morgin ári bjóðar løgmaður til tíðindafund um sama evni, og vóna vit, at sendingin er fyri allar føroyingar, og ikki einans fyri tey, ið hava fullan førleika at hoyra tað [...] partur av føroyska samfelagnum, og rinda kringvarpsgjald, akkuat sum øll onnur, og tí meta vit okkum, at hava sama rætt til tíðindaflutning sum øll onnur, og samstundir sum onnur, siga tey.
vóru beinleiðis tengd at fíggingini av eldraøkinum. Hesi lógaruppskot raktu serliga serliga Suðuroynna og Sandoynna meint. Um dagarnar boðar Javnarflokkurin - nú í andstøðu - frá, at tað eru føroysku kommunurnar [...] staðið fyri størsta búskaparligu framgongdini seinastu árini. At seta eina millumkommunala útjavningarskipan í verk er ikki loysnin, tað er at taka alt áræði og virkisfýsni frá føroysku kommunum. Skal javnast [...] føroysku kommununum 60 miljónir kr. Hetta var meðan Javnarflokkurin sat við róðrið í almannamálum, at trý lógaruppskot vórðu samtykt, t.e. skattligu broytingar í lógini um fyritíðarpensjónir, broytingar
arbeiði hjá løgregluni, sum hevur minni enn vanligt at gera um dagarnar, nú fólk í høvuðsheitum halda seg inni í so stóran mun, sum til ber. Tí roynir politii at vera úti og vera sjónlig , sigur vakthavandi á [...] morgun. Vakthavandi upplýsir tó eisini, at tey á politistøðini fáa nógvar fyrispurningar frá borgarum og arbeiðsgevarum um útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða. – Tey, sum arbeiða á til dømis [...] , sum bert koma til landið at arbeiða skulu vera har, sum tey halda til ella arbeiða, sigur hann. – Fólk, sum møta útlendingum á landi føla seg ofta ótrygg og stúra fyri, at tilmælið ikki verður hildið
sagt, at møguliga vit steðga við vanligu venjingunum í eina tíð, og at vit skulu rokna við, at komandi vikurnar verða bara sjálvvenjingar á skránni. Men mær dámar sum heild væl at venja, so tað, at venja [...] Gerandisdagurin hjá føroysku fótbóltsútisetunum er nakað øðrvísi í hesum døgum, meðan vit øll bíða eftir, at ymisku kappingarnar kring heimin skulu fara í gongd aftur. – Í hesum døgum eri eg fyri tað mesta heima [...] venja einsamallur verður eingin trupulleiki. Tað er sjálvandi nógv stuttligari at venja saman við øðrum, og tá fær man eisini nógv meir burturúr. Men soleiðis sum støðan er nú, so fáa vit ikki gjørt tað nógv
bóndunum á Viðareiði. Vit hava váttan frá Búnaðargrunninum, at teir fíggja fjósið. Men nú vilja teir ikki gjalda. Vit kunnu ikki halda á at lata útgerð og annað, um vit ikki fáa pengarnar inn fyri tað [...] eru aðrar rokningar komnar afturat, so at tað næstan eru 6 milliónir krónur tilsamans, ið vit hava útistandandi, sigur Hákun Steingrímsson. Stjórin í MBM vísir á, at Búnaðargrunnurin als ikki livir upp til [...] til sítt endamál. – Grunnurin var stovnaður í 2004 við tí endamáli at hjálpa undir at styrkja føroysku mjólkaframleiðsluna. Men tíverri hevur grunnurin als ikki livað upp til endamálið. Hann hevur ofta
ein perla, sum fer at liggja í vøkru náttúruni undir plantasjuni við Gøtugjógv og ætlanin er eisini at brúka náttúruna rundan um dagstovnin, nógv í virkseminum. Tað hevur verið frammi, at nýggi dagstovnurin [...] Nú verður gongd sett á arbeiðið við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta 12 milliónir krónur á fíggjarætlanina fyri í ár til [...] 35 milliónir við øllum, men sum skilst, er ætlanin at samráðast við arkitektin um ymsar sparingar, so enn er tað ikki endaliga greitt, hvat hann fer at kostar. Men tá ið endalig støða er tikin, skal arbeiðið