Spotify ynskir at samstarva við útvarpsstøðirnar kring heimin, og tí kunnu brúkarar nú eisini fáa sær Spotify Broadcaster. Nýggja útgávan av Spotify brúkar tað, sum er at hoyra í útvarpinum júst tá, og ger síðani ein playlista út frá tí. Tað er svenska felagið 24MAS, ið hevur ment hesa nýggju skipanina.
Spotify Broadcaster ger, at fólk kunnu hoyra tónleik frá eini útvarpsstøð uttan at lýsingar og jinglur eru við. Fólkini í svenska felagnum, sum stendur aftanfyri nýggju skipanina, eru errin av at hava framleitt Spotify Broadcaster.
- Nýggja tænastan ger, at teir umleið 23. milliónir brúkararnir av Spotify kring allan heimin nú kunnu hoyra playlistan á síni yndis útvarpsstøð. Hetta er eitt dømi um, hvussu marknaðurin fyri talgiltan tónleik verður tillagaður einum nýggjum lívsstíli og nýggjari tøkni, sigur stjórin á 24MAS.
- Spotify Broadcaster er ein frálíkur máti fyri útvarpstøðirnar at gera vart við seg yvir fyri einum nýggjum ættarliði av tónleikaáhugaðum, sigur stjórin á 24MAS.
Radio Energy í Týsklandi er fyrsta útvarpsstøðin, sum brúkar nýggju tænastuna. Støðin er partur av NRJ Group, ið hevur fleiri enn 500 frekvensar í 16 londum.