Her eru øll corona-tilmælini frá myndugleikunum

Føroyar verða settar munandi niður í ferð, sigur løgmaður. Her er yvirlitið yvir øll tilmælini frá myndugleikunum

– Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.

– Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya.

– Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima.

– Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum.

– Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.

– Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.

– Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.

– Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu.

– Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst.

– Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur.