Koronatíðin ávirkar eisini arbeiði hjá løgregluni, sum hevur minni enn vanligt at gera um dagarnar, nú fólk í høvuðsheitum halda seg inni í so stóran mun, sum til ber.
Tí roynir politii at vera úti og vera sjónlig , sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Vakthavandi upplýsir tó eisini, at tey á politistøðini fáa nógvar fyrispurningar frá borgarum og arbeiðsgevarum um útlendingar, sum eru komnir til Føroya at arbeiða.
– Tey, sum arbeiða á til dømis útlendskum skipum, skulu halda seg umborð og bara umborð. Tí gerast fólk stúrin, tá tey síggja ella hoyra útlendingar á landi, sigur vakthavandi løgreglumaður á løgreglustøðini í Havn.
– Og Útlendingar, sum bert koma til landið at arbeiða skulu vera har, sum tey halda til ella arbeiða, sigur hann.
– Fólk, sum møta útlendingum á landi føla seg ofta ótrygg og stúra fyri, at tilmælið ikki verður hildið. Hetta fyllir nógv hjá fólki, sum ringja til løgregluna við fráboðanum og fyrispurningum, tí tey kenna seg ótrygg vegna smittuvanda av koronavirus, sigur hann.
– Tað er ábyrgdin hjá arbeiðsgevarunum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi at kunna útlendingar um hetta, leggur hann aftrat.