Nú skal tað ikki longur bera til at koma sleppa inn á netbankan upp á tann gamla mátan. Tað sigur Felagið fyri peningastovnar í einum tíðindaskrivi nú seinnapartin.
Tað merkir, at hereftir skulu øll brúka NemID.
Felagið sigur, at tann gamla innritanin, Cryptomathic, sum hon verður kallað, er ikki nóg trygg og tí verður hon stongd tann 29. mai í ár.
Í dag fara flestallir føroyingar á netbankan við NemID, men tað eru kortini nøkur fá, sum framvegis brúka Cryptomathic innritanina.
Innritan við Cryptomathic krevur bara eitt loyniorð, og tí er trygdin ikki nóg góð. Cryptomathic gevur eisini brúkarunum nógvar trupulleikar, tí hon riggar bert í gamla Internet Explorer-kaganum, ið ikki longur er tryggur at brúka.
Harumframt krevur hon forritið, Java, á telduni, sum heldur ikki er nóg trygt.
–NemID er munandi tryggari tí tað krevur bæði loynital og loyniorð fyri at sleppa á t Netbankan ella á Lønarportalin.
Ein trygg, føroysk loysn, Talgildi Samleikin, verður í løtuni ment. Føroyskir peningastovnar vænta at taka Talgilda Samleikan í nýtslu í 2021.
Tá ið nýggja Talgildi Samleikin er klárur at taka í nýtslu, verður NemID helst eisini avtikið, siga peningastovnarnir.