Avmarkingar og hámørk verða tikin burtur

Um júst eina viku - frá í dag at rokna - verða allar avmarkingar millum skipabólkar og hámarkið fyri einstøk skip í makrelfiskiskapi tikið burtur. Hetta merkir, at skip tá kunnu fiska av felagskvotum, sum tey upprunaliga ikki høvdu atgongd til.

Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum hin 11. september hevur tikið hesa avgerð við heimild í makrelkunngerðini, og avgerðin byggir á uppgerð frá Fiskiveiðieftirlitinum sum vísir, at í fleiri bólkum eru ikki líkindi til, at felagskvoturnar av makreli verða veiddar.

Sambært makrelkunngerðini kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur hámarkið og loyva øðrum fiskiførum at veiða av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar.

- Hetta fevnir eisini um kvotur, ið eru settar av sum felagskvota til vinnuligar makrelroyndir, verkætlanir ella samráðingar, sigur Fiskimálaráðið.

Broytingarnar koma í gildi frá og við leygardegnum hin 22. september 2012.

Hvønn týdning henda broyting kemur at fáa fyri makrelveiðina, er ilt at siga í løtuni, tí tað veldst í fyrsta lagi um, hvussu leingi aftrat brúkilig makrelveiða verður í føroyskum sjógvi. Í fjør helt fiskiskapurin uppat um hetta mundið, sum broytingarnar hjá landsstýrismanninum koma í gildi.