har í húsunum í 36 ár fram til 1970. Eftir at Sørin í Beitinum legði frá sær í 1964, tók Bodil Ellefsen við sum posthúsleiðari. Í 1969 keypti hon eini hús í bygdini og flutti hagar við postinum. Í 1983 [...] hoyra undir postavgreiðsluna í Klaksvík, og Vágur og Hvalba komu at hoyra undir postavgreiðsluna í Trongisvági. Í skrivi frá aðalstýrinum í Keypmannahavn til postavgreiðslurnar í Tórshavn, Klaksvík og Trongisvági [...] posthúsið í hølum í heimi hennara. Alma valdi at fara frá í sambandi við, at posthúsið flutti í nýggj høli. Dóttir hennara, Margretha Rustin Johannesen, tók síðan við sum posthúsleiðari og sat í starvinum
fortelja sær, hvussu nógv bátarnir í Sørvági avreiddu. Tá eg havi verið á floti, so vil hann ikki bara hava at vita, hvussu nógv veiðan var. Hann vil eisini hava at vita, hvar man fekk fiskin, hvussu slagið [...] tøknini. Tað er framvegis ein gáta fyri hann, hvussu man kann sita í Sørvági við einari tráðleysari telefon, og fáa gekkahjólið í Kringvarpinum í Havn at mala við at trýsta á ein knøtt, og so aftur [...] ganga við meðan hann lá í songini. Hann svaraði stutt og greitt, at hann róði út allan dagin – í tonkunum. Hann fylgir eisini sera væl við hvat bátarnir fiska og veit, hvussu nógv teir flestu hava fingið
at venja seg við, at ungdómurin saktans kann verða í Gásadali ella á Viðareiði. - Væntandi er eisini, at fleiri fara at taka lut í náttarlívinum í Havn, tí tað verður so skjótt at koyra til Havnar. Men [...] veruleiki. Tað sigur Fríðhild Winther í Skopun. Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? - Tunnilin fer at hava stóran týdning. Tað verður so nógv lættari at búgva her, og tað verður [...] verður gott, at tey ungu kunnu búgva heima, meðan tey ganga í skúla. Hon vísir á, at nú verður eisini høvi at taka lut í nógvum ymiskum tiltøkum og virksemi inni á meginøkinum, sum ikki hevur borið so væl til
læt upp í Jónas Broncksgøtu 44 í Havn mikumorgunin, 4. mars. Bakaríið er í hølunum, har Kiosk Activ var í fleiri ár. Longu fyri klokkan 07 í gjár, tá viðheftu myndir eru tiknar, var nógv fólk inni á gólvinum [...] Breyðvirkið í Jónas Broncksgøtu 44 fer ikki at leggja dent á hópbaking. Í staðin leggja tær dent á dygdina í bakstrinum, sum alt byggir á vistfrøðiligar rávørur. - Vit fáa eini 88 breyð inn í ovnin í senn, og [...] av hveitimjøli, men í myrkara breyðinum er bara rugmjøl. - Tað verða vit báðar, sum koma at standa fyri øllum arbeiðnum - í øllum førum í byrjanini, og tað verður avmarkað, hvussu nógv vit megna at fáa frá
vóru millum tey stóru í Havn fyrst í 1900, vóru skipasleipistøðirnar hjá Liassi í Rættará og Lauritsi í Mortanstovu. Laurits byrjaði við verkstaði til skipabygging í Álakeri í 1904, har hann og Elias [...] aftur í 1878 við Johanna Nicolajssen úr Havn. Er umrøddur í seinasta parti. 5. Daniel Pauli Mortensen (1854-1950). Giftist í 1879 við Marionnu Berg (1852-1931) frá Gjógv. Verður nærri umrøddur í komandi [...] tíð á Nesi, men búði annars saman við mammuni í Magnus Heinasonargøtu. Hon búði her í hvussu er í 1925. Tískil eru eingir eftirkomarar eftir henni. Í komandi parti verður serliga greitt frá Palla
LIST Í kjallaranum á Listasavni Føroya í viðalundini í Havn arbeiðir ein kvinna við at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen. Hesi tørva eina køna hond, tí fleiri teirra eru rættiliga illa farin gjøgnum [...] gjøgnum árini. Vit eru í óruddiliga kjallaranum í listasavninum, har Tina Johannesen úr Danmark klippir og límar fyri fólk, ið eru so heppin at hava ognað sær pappírsklipp hjá skaldinum undir Varða. Hon [...] Tina sigur seg undrast á, hvussu gott handalag hesin gamli maðurin hevði, og hvussu ómetaliga stillhentur, hann hevur verið, tá hann við saksinum hevur sett óteljandi smálutir inn í myndirnar. Stórur áhugi
Vandu í kjallara Í dag venja tey flestu, sum luttaka í styrkikappingum, í góðum venjingarhølum. Soleiðis var ikki í áttatiárunum, tá Jákup Jacobsen byrjaði at venja við vektum. - Vit hildu til í einum [...] munur er á, hvat fólk vita og halda um hetta slagi av venjing og hesar kappingarnar í dag. - Tað var óvanligt og nakað, sum bert fá fólk fingust við. Nógv settu styrkivenjing og fitness í samband við amerikansku [...] skipa fyri styrki og fitness kappingum í dag, í mun til hvat tað var fyri næstan 20 árum síðani. Í dag vita tey flestu, hvat hesar kappingarnar innihalda, og hvussu hart og miðvíst luttakararnir venja fyri
Danmark. Ein triðingur av íbúgvunum í Táverandi Danmark búðu í Hallandi, Blekinge og Skåne. Serliga í Skåne búðu nógv fólk, og varð Skåne millum ríkastu landslutirnar í Skåne. Karl angrar Men nakrar mánaðir [...] kroyst svenskarar við sínum sameindu í februar í 1658, so høvdu Ísland og Føroyar farið yvir á svenskar hendur. Og so hevði Sjúrður Skaale kanska sitið í Ríkisdegnum í Stokkhólmi? Og so kunnu vit byrja eitt [...] tí stórur partur av svenska herinum var í bardaga í Póllandi. Men krígsavbjóðingin kom væl við hjá Karl sviakongi. Tað hevði ikki gingið væl við bardøgunum í Póllandi, og Karl helt, at tað fór at verða
er ongin ivi um, at tey eru har – saman. Erling abbi náddi nógv í lívi sínum, og var nógv fyri tey, hann hevði kær. Hann var lærari, deknur og í sínum eldru døgum eisini rithøvundur. Men fyri okkum nærmastu [...] minnast tær. Eg minnist mangan góðan túr suðuri í Vági, har omma og abbi búðu. Hóast eg altíð var ring av sjóverki, lívgaði eg skjótt upp aftur, tá eg kom í hús teirra, har omma stóð klár við nýbakaðum og [...] vit børn eisini sluppu at brúka, tá vit skuldu ”spæla kontór”. Húsini í Vági vóru stór, og har vóru nógv rúm hjá okkum at spæla í. Har lóðu leikur, sum babba og fastir áttu, tá tey vóru smá, gomul Anders
munnu vera fáa staðni í verðini, at tað er betri at vera, enn í Føroyum. Og lívsvirðini í Føroyum eru tey hægstu í øllum heiminum. Marinkovic Milomir er lækni og í fimm vikur nú í november og desember hevur [...] sum var høgt mettur lækni í Klaksvík í nógv ár og tað eru aðrir eisini. Tað endaði so við, at ein lýsing varð sett í bløðini í Jugoslavia í heyst. Og reaktiónin var stór, tí uppá stutta tíð, fingu tey [...] upp í. Men tað krevur nógv pappírsarbeiði fyri at fáa hann aftur, tí nógv loyvi skulu fáast til vega og nógv viðurskifti skulu fáaast í rættlag. Harumframt skal hann arbeiða á donskum sjúkrahúsum í nakrar