Børnini hjá Mortani vóru:
Í fyrru giftu:
1. Olevina Sofia (1842-1844.) Hon er deyð sum smágenta
2. Andreas (1844-1899), skrivaður at vera timburmaður. Hann varð í 1867 giftur í Havnar kirkju við Anna Sofía Olesdatter (1833-1905) úr Norðradali. Tað áhugaverda við henni er, at hon er søgd at vera sjúkrasystir. Hetta má hava verið á gamla hospitali ta tíðina, tað vóru færri enn 10 starvsfólk har.
Tað áhugaverda er eisini, at henda greinin í Mortensenættini er tann einasta, sum sæst at hava reist sínum gravsteinar. Tí kunnu tey fáa eina serliga umrøðu í hesi røð. Har nakað er skrivað um onnur í ættini, verður hetta knýtt at hesum gravsteinum.
Tey bæði fingu hesi børnini:
a. Mortan (1868-1929) føddur og deyður á Argjum. Kona hansara var Poulina Fredrikka Joensen (1862-1952), ættað av Argjaboða.
Fólk av Argjaboða gera framvegis vart við, at tey eru ikki av Argjum. Tey eru nakað fyri seg.
Tað vóru tá tvey hús á Argjaboða. Poulina var dóttir Johannu Cathrinu Poulsdsatter f. 1830 í Havn og Óla Jákup Joensen f.1831 á Skælingi. Hann er sonur Jógvan Joensen av Skælingi.
Hann kom á Argjaboða at vera hjá systir síni Rakul, sum var einkja eftir Isak Eriksen av Bø við Kirkjubø. Tey bæði eru tey fyrstu sum fólk vita um, sum hava sett búgv á Argjaboða.
Eitt av børnum hjá Mortani var Andrea Sofía Dimon (1891-1921), sum var fyrra kona Justinus Dimon f. 1893 á Tvøroyri. Tey fingu eina dóttir, Johanna Elisa f. 1920, sum ikki giftist. Hóast Andrea Sofía er deyð á Tvøroyri, so varð hon grivin í Havn 30. juli, her hon eisini hevur fingið gravstein.
Um Justines er at siga, at hann giftist upp aftur við Julinu Jespersen av Tvøroyri, og tey fingu eitt barn, Mervin Dimon.
Justinus var sonur Ragnar Jens Dimon f. 1860 á Tvøroyri og Onnu Malenu Justinussen f. 1857 í Havn.
Ragnar var sonur Jens Jensen f. 1813, bóndasonur úr Dímun. Hann flutti inn á Tvøroyri og giftist við Ellen K Jespersdatter f. 1826 av Bø í Froðba.
b. Olevina Elisabeth (1870-1899), giftist í 1892 í Havnar kirkju við Laurits Christian Debes (1871-1959). Tey fingu Sigrid Julia (1893-1954) og Onnu Sofía (1894-1965). Laurits giftist aftur seinni.
Laurits var kendur maður í Havn. Tvey virki, sum vóru millum tey stóru í Havn fyrst í 1900, vóru skipasleipistøðirnar hjá Liassi í Rættará og Lauritsi í Mortanstovu.
Laurits byrjaði við verkstaði til skipabygging í Álakeri í 1904, har hann og Elias leigaðu eitt størri øki. Her kundu teir byggja bátar upp til 20 tons. Laurits hevði lært skipasmíð av súðubygdum bátum í Esbjerg, sum vóru í sama stíli sum enskir fiskibátar. Bátarnir vóru í støddini 3-15 tons. Fram til 1918 hevði Laurits bygt 46 motorbátar, 3 størri seglbátar og 25 róðrarbátar. Umframt hetta vóru eisini gjørdar umvælingar av skipum.
Á báðum skipasmiðjum var nógv fólk í arbeiði, og bygdu teir eisini bátar fyri íslendingar.
Dygdarverk hevur verið. Tað verða framvegis bátar lýstir til sølu, sum eru bygdur av Elias og Laurits.
Fyrsti bátur, Laurits bygdi, var Dan, sum eisini var fyrsti bátur, mjólkaforsýningin í 1908 nýtti at sigla inn á Skálafjørðin og Sundalagið við posti, farmi og ferðafólki.
c. Niels f. 1873. Giftist í 1895 við Mettu Manellu Helenu Jacobsen f. 1869.
d. Frants Martin Mortensen (1876-1942). Giftist í 1897 við Onnu Malenu Sofiu Fredrikku Olsen Krog (1874-1933) av Sandi. Tey fingu níggju børn. Dóttir teirra Anna Elisabeth (1904-1930) hevur gravstein. Sum tað sæst er hon deyð ung.
Í 1909 var Føroya Fólkaháskúli fluttur úr Føgrulíð til Havnar. Frants tók uppá seg at flyta húsini. Hann fór norður við monnum sínum eftir ólavsøku. Tað gingu fýra mánaðir at taka skúlahúsini niður, flyta tey til Havnar og at byggja tey upp aftur. Hósdagin 9. desember byrjaði skúlin aftur við háskúlanæmingum.
Minningarorð um Frants
Við Frants er farin ein av okkara góðu gomlu handverkarum. Frants á Argjum, sum hann vanliga varð nevndur dagligari talu, var ein framúr framburðshugaður maður, og arbeiðið kom eisini bæði skjótt og væl frá hondum hansara. Nógv eru tey húsini, sum hann hevur bygt, ikki bert í Havn, men eisini á bygd. Hann var tí kendur víða hvar.
Frants Mortensen hevði sum fáur eitt opið eyga fyri øllum teim smáu láturligu hendingunum í lívinum. Tað fløvandi smílið, sum lýsti av honum, tá hann segði frá tílíkum tilburðum, virkaði so skemtingarsamt og upplyftandi á sinnið, at áhoyrarin altíð kendi seg í góðum lag. Sjálvar søgurnar vóru ofta so stuttliga frambornar, at tær kundu fáa ein til at læa fyri seg sjálvan aftaná bert við at minnast tær aftur. Søgurnar høvdu aldri persónligan brodd móti nøkrum.
Í føroyskum framburðsstarvi hevði Frants Mortensen verið við frá yngri árum.
Mangur vil nú sakna hann og minnast hann við tøkk. Frants gjørdist 65 ár.
e. Joen Jacob Mortensen (1879-1916.) Hann var giftur við Marionnu Mortensen (1883-1972) um Sumba. Tey áttu trý børn umframt tvey, sum standa uttan navn á gravsteini .
Í seinni giftu:
3. Jacob Mortensen f. 1848. Giftist í 1876 við Maren Kristina Olsen f. 1847 í Havn.
4. Ole Mortensen (1850-1920). Var giftur tvær ferðir. Fyrru ferð giftist hann við Maren Danielsen (1846-1873). Tey bæði vóru trýmenningar. Marin var nevniliga dóttir Dánjal hjá Andrass á Argjum. Tey fingu eina deyðfødda dóttir.
Hann giftist aftur í 1878 við Johanna Nicolajssen úr Havn.
Er umrøddur í seinasta parti.
5. Daniel Pauli Mortensen (1854-1950). Giftist í 1879 við Marionnu Berg (1852-1931) frá Gjógv. Verður nærri umrøddur í komandi parti.
Fekk barn uttanfyri hjúnarlag
Í seinasta parti varð sagt, at Mortan var giftur tríggjar ferðir. Hetta er ikki rætt. Men hann var 1864 sagdur at vera pápi eitt barn uttan fyri hjúnarlag hjá Elsebeth Cathrinu Lindenskov (1822-1912). Barnið var Anna Christina Maria Lindenskov. Hon tænti eina tíð á Nesi, men búði annars saman við mammuni í Magnus Heinasonargøtu. Hon búði her í hvussu er í 1925. Tískil eru eingir eftirkomarar eftir henni.
Í komandi parti verður serliga greitt frá Palla á Argjum, soni Mortan