Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment?
- Tað verður barasta so gott, nú tunnilin letur upp. Tað følist, sum tú fært eitt frælsi og ikki longur noyðist at stúra fyri at fara um fjørðin – líkamikið, hvussu veðrið er. Her verður einki rull og eingin sjóverkur. Jú, hetta verður ein stór broyting, og tað er barasta so ótrúligt, at tunnilssambandið nú verður veruleiki.
Tað sigur Fríðhild Winther í Skopun.
Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna?
- Tunnilin fer at hava stóran týdning. Tað verður so nógv lættari at búgva her, og tað verður gott, at tey ungu kunnu búgva heima, meðan tey ganga í skúla.
Hon vísir á, at nú verður eisini høvi at taka lut í nógvum ymiskum tiltøkum og virksemi inni á meginøkinum, sum ikki hevur borið so væl til áður, tí tú noyddist at passa teg til ferjuna.
- Eg vænti eisini, at fleiri fara at flyta í Sandoynna at búgva, tí her er gott, og her er vakurt, samstundis sum tað er bíligt at keypa sær eitt grundstykki her.
Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?
- Sjálvandi verður eisini okkurt, sum fer at broytast. Her verður kanska nógv meira fólk, tá grind leggur beinini, og tað verður lætt at koma úr miðstaðarøkinum og suður her at hjálpa til.
Fríðhild Winther væntar, at tað kann fara at gerast strævið hjá foreldrum at venja seg við, at ungdómurin saktans kann verða í Gásadali ella á Viðareiði.
- Væntandi er eisini, at fleiri fara at taka lut í náttarlívinum í Havn, tí tað verður so skjótt at koyra til Havnar. Men, slíkt eru viðurskifti, vit skjótt fara at venja okkum við. Annars síggi eg ongar vansar sum so við tunnilssambandinum, men tað er greitt, at hetta verður ein stór broyting.
Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð?
- Ja, kanska onkran góðan summardag. Tað hava verið nógvar góðar løtur umborð og mangan nógvur látur, tá veðrið hevur verið gott. Sjálvandi fari eg at sakna tað sosiala, sum her hevur verið og tað at hitta og práta við fólk á ferðini um fjørðin.
Fríðhild Winther heldur, at tað fer at vera løgið ikki longur at skula sigla og annars síggja Teistan koma og fara fleiri ferðir um dagin.











