aðrir yvir, og stevnan broytti navn og skifti eigara. Í síðstu viku varð so Fish Expo Faroes hildin í tveimum stórum tjøldum á niðara vølli í Gundadali. Tjøldini vórðu leigaði úr útlandinum, og tá eitt slíkt [...] verja vøllin, bæði í finéri og koyriplátum, sum eru dýrar at leiga og frakta. Tú kanst ikki gera nakrar rørslur á økinum við vogni uttan so, at tú koyrir á koyriplátum, og tað kann gerast nokso trupult [...] okkum hálvan fjórða dag at seta tey upp og hálvan triðja dag at taka tey niðuraftur. Tað hevði verið so stórur munur, um vit kundu koyrt frítt runt um tjøldini – og uttan at skula hugsa um, at undirlendið
fyrrverandi formannin og skrivstovumannin móti sitandi formanni. Hesi “prógv” verða løgd fram á almennum fiskimannafelagsfundi í Runavík, meðan skrivstovumaðurin lá og stríddist, og átta dagar áðrenn hann [...] skrivstovumanninum og harvið eisini hansara avvarðandi. Men tað var øvugt! Her er í hvussu er skrivað føroysk fakfelagssøga, og tað við lít. Mannagongdin blástemplað av Degi og Viku Dagur og Vika lýsti frá [...] tíðindaflutningi umframt samkomu- og politiska leiðslu. Vit, sum varaðu av Olafi, og øll, sum vóru góð við hann, standa spyrjandi. Olaf er farin og málið hevur verið so órímiligt og órættvíst. Við hesi grein vóni
seld og hvørja lagnu hon og 11 ára gamla dótturin, Vanja, fáa. Og so seint sum mánadagin mátti hon tískil siga enn eitt arbeiðstilboð frá sær. Hon hevði fingið arbeiði at vaska skúlan í Hvalba upp og niður [...] Øll hini livdu í størstu neyð og alt gekk út uppá at sætta sær og sínum. Tá ið Vanja varð fødd í 1994 høvdu vit bara streym seks tímar ísenn og so var sløkt í seks tímar og vit høvdu hvørki varma ella heitt [...] ímóti okkum og hjálptu okkum í allar mátar. Tey fóru aftur til Jugoslavia árið eftir, men tá fóru hon og maðurin hvør til sítt. Hetta var um sama mundi sum NATO fór at bumbað í Jugoslavia, og sum flest øll
nú víðopin, og Katrin´sa vinir vóru okkara vinir. Ræsur gjørdist rúmari, og útlongsul gjørdi seg eisini galdandi millum okkum gentur á Biskupsstøð, og hjá Turið og Sámal úti í Tinganesi og Brøttulíð var [...] Høgna og Bjørt og systkjunum hjá tær. Deyðin fekk seinasta orðið, men blíða brosið var alla tíðina har. Tað fekk sjúkan einki gjørt við. Og vit minnast tað, Katrin, brosið, og unna tær eina sæla og góða [...] oyrað, tá hann streyk eftir violinstreingjunum inni í arbeiðsrúminum. Sámal var so fjølbroyttur, stjórnaði sangkóri og Klaksvíkar Hornorkestri, sat í sóknarstýri og á løgtingi og var íðin granskari úti
býttir. Men vit fingu tað, sum vit fóru eftir: Børn og ung, skúla og útbúgving, umhvørvið, orku, bústaðarmál og arbeiðsmarknað, heilsumál, undirsjóvartunnlar og løgmann. Ein kundi altíð ynskt sær meira [...] 10.000 kr. í ár og 5.000 kr. komandi ár. Tað munar í innkeypskurvini. Og tað var neyðugt. Tað var rætt. Og tað var rættvíst. Skattalættin verður veittur yvir tvey ár og er fíggjaður – millum annað av sterkastu [...] part av ágóðunum. Tí vit eru øll við til at skapa virðini, og skulu tískil hava ágóðan av virðunum – og vinninginum. Tann, sum tekur váðan á seg og stovnar egið virki. Tann, sum selur dýrabæru livitíðina
veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað [...] “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og alt lívið. Hann var av raskastu unglingum og hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá [...] inum. Tey fingu sær hús á Eiði og yvirtóku seinni barndómsheimið hjá honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr
Valdemar, Kristianna, Julius, Jógvan og Jenny. Hann giftist í 1961 við Sannu Clementsen av Syðradali. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1966 og fingu 6 børn. 16 ára gamal, beint eftir kríggið, fór pápi til skips við [...] minnir frá, og sum hann ofta tosaði við okkum um. Pápi var altíð áhugaður í okkara skúlagongd, og plagdi tá eisini at koma fram við onkrum frá sínari skúlatíð. Hann var errin av okkum børnum, og glaður um [...] við sama skipi. Og hann duldi ikki fyri, at honum dámdi væl at vera við hesi gomlu sluppini, sum gjørdist tiltikin fyri at fiska nógvan upsa. Ferð eftir ferð fyltu teir skipið við upsa, og okkum er sagt
pengar mangla í landskassanum. Og tað rakar tey, sum hava lítið frammanundan, sigur Niels Mortensen. Og hann greiðir frá, at bæði í Norra og í Íslandi verður mvg’ið regulerað, og tí átti tað eisini at borið [...] Føroyum og Danmark, og var niðurstøðan greið, at ein donsk eittkróna er ikki tað sama verd í Føroyum sum í Danmark. Niels Mortensen, stjóri í SMS, er ómetaliga harmur um, at Ingeborg Winther og Hermann [...] at vit á Sosialinum velja vørur, sum hava eyka avgjøld, so sum kips og siggarettir, og at vit samanbera breyðprísin hjá føroyskum og donskum brúkarum. Natúrligt í valtíðum Finn Nielsen, stjóri í FK, fegnast
Tá teir fóru suður ígjøgnum Sundalagið, vóru konan og børnini úti og hoyggjaðu og kundu eygleiða bátin, ið noyddist at sigla framvið. Dánjal Pauli lá eina viku á hospitalinum, har hann doyði 7. september [...] skipara- við Gjógv. Dánjal Pauli førdi Svanin í Havn í 1897 og 1898, síðani Immanuel hjá Debes Mortensen á Tvøroyri í 1901 og Hjarlgrim í 1902 og 1903. Í 1904 var Dánjal Pauli við Suðuroynni hjá Hans Jacob [...] Blomster skønne de voksed op, mig til stor Glæde og Fryd. Al deres Godhed og rene Liv var Hjemmets største Pryd. Joen Isak, vor ældste Søn, stilfærdig og rolig var. Den yngre var sine Forældres Lyst, han
verður sjáldnari og sjáldnari at ein sær smádrong standa undir brúnni og fiska í Konslhyli. Ljóðið var egið og hulisligt undir brúgvarhválvinum og har var stuttligt og trongt at standa og sílini vóru vanliga [...] sílafiskarum kom í skúlan eftir mær. Hetta var í gamla skúla, at Kissa knappliga bankaði uppá dyrnar inn í skúlastovuna og stutt og greitt kunngjørdi fyri læraranum, at hann var komin eftir mær, tí vit skuldu [...] at verði sílaveiðimaður og laksaveiðumaður við somu entusiasmu og síla eydnu sum Kissa, men tað kemur kanska. At fiska síl í friði, lata ta reinu luftina, og vætuna kína sál og likami er uttan iva gott