Landið fer við vinninginum

Handilsmenninir vilja ikki hava sitandi á sær, at teir eru gribbar.

– Tað eru mongu avgjøldini, farmagjøldini og so tað at vit eru smá- og fáment sum ger, at tað er dýrari at vera brúkari í Føroyum, siga teir báðir størstu handilsstjórarnir

Í blaðnum í gjár vístu vit á, at tað er hundadýrt at keypa í Føroyum. Vit høvdu samanborið sama innkeyp í ávikavist Føroyum og Danmark, og var niðurstøðan greið, at ein donsk eittkróna er ikki tað sama verd í Føroyum sum í Danmark.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, er ómetaliga harmur um, at Ingeborg Winther og Hermann Oskarsson í blaðnum siga, at vantandi kapping og eftirlit eru orsøkin til, at tað er dýrari at keypa gerandisvørur í Føroyum. Og at tey siga, at hetta ger, at handilsfólkini kunnu leggja akkurát tað omaná prísin, sum teimum lystir. Niels Mortensen sigur, tað er ikki so einfalt, sum tey vilja vera við.

- Tað passar ikki, tá sagt verður, at vit kunnu leggja tað omaná prísin, sum vit vilja. Vinningur á matvørum er harafturímóti sera lágur í Føroyum, sigur Niels Mortensen. Hann heldur tað vera órættvíst, at vit á Sosialinum velja vørur, sum hava eyka avgjøld, so sum kips og siggarettir, og at vit samanbera breyðprísin hjá føroyskum og donskum brúkarum.


Natúrligt í valtíðum

Finn Nielsen, stjóri í FK, fegnast harafturímóti um, at vit samanbera prísirnir í londunum báðum. Tí, sum hann sigur, tað er natúrligt at varpa ljós á prísstøðið í hesum valtíðum. Men hann er eisini ósamdur við Hermann Oskarsson og Ingeborg Winther um, at orsøkin til prísmunin er, at handlarnir bara kunnu okra prísirnir, sum teir vilja.

- Her er sanniliga hørð kapping í Føroyum. Hetta síggja vit millum annað í postkassunum, sum standa at bresta við lýsingarbløðum hvørja viku.


Vit eru bussimenn

Báðir handilsmenninir siga, at orsøkin til, at føroyski og danski brúkarin ikki fær somu vøru fyri somu krónu, fyrst og fremst er at finna í avgjøldunum, sum verða løgd á gerandis- og matvørur í Føroyum. Niels Mortensen greiðir frá, at á øllum morgunmatarvørum eru góðgætisavgjøld, og at tá ein føroyingur fer í bað, skal hann rinda 20 prosent meira í avgjøldum uppá sápuna enn danin, umframt at føroyingar rinda 20 prosent eyka í GATT tolli, av vørum úr triðja londum.

- Eg havi sagt tað fleiri ferðir: tað eru vit handilsfólk, sum standa eftir sum bussimenn, hvørja ferð man politiskt fer inn og leggur eyka avgjøld á ávísar vørur, sigur Niels Mortensen. Og hann greiðir frá, at hann er púra samdur við Samvit, tá tey siga, at mvg’ið á mat- og øðrum neyðsynjarvørum átti at verið lækkað.

– Altjóða príshækkingar á matvørum gera, at landið fær nógv meira inn í mvg enn vanligt. Tí hevði verið upplagt, at regulerað á summum økjum, so tað ikki rakar so meint, sigur Niels Mortensen. Og hann vísir á, at enn eitt lógaruppskot um hækkandi avgjøld lá klárt í tinginum, tá valið varð útskrivað.

- Teir rópa tað heilsuátøk, men í veruleikanum hendir tað, at avgjøldini verða skrúvað upp, tá ið pengar mangla í landskassanum. Og tað rakar tey, sum hava lítið frammanundan, sigur Niels Mortensen. Og hann greiðir frá, at bæði í Norra og í Íslandi verður mvg’ið regulerað, og tí átti tað eisini at borið til her. Alt verður stýrt á teldum í dag, so tað átti ikki at verið verri at minkað avgjaldið á mvg’num á ávísum vørum, enn at leggja eyka avgjøld á summar vørur, heldur Niels Mortensen.

Finn Nielsen, stjóri í FK, heldur harafturímóti ikki, at tað hevði verið ein loysn at differentiera mvg’ið, tí tað hevði verið ov nógv umsiting, umframt at tað hevði kravt eitt eftirlit.

- Heldur áttu vit at kannað, hvørjir samfelagsbólkar eru harðast raktir av høgu prísunum. Um til dømis tað vísir seg at vera barnafamiljurnar, so átti at borið til at regulerað tað við skattinum, sigur hann.


Handil á hvørjum tanga

- Tað er ikki av praktiskum orsøkum, at vit búgva í Føroyum. Hetta orðafellið brúkar Niels Mortensen, tá ið hann skal greiða frá nøkrum av orsøkunum til, at mat- og gerandisvørur eru so nógv dýrari í Føroyum. Og báðir eru teir samdir um, at

tað hevur nógvar avleiðingar við sær, at vit eru so smá- og fáment.

Millum annað sigur Finn Nielsen, at fólk ynskja at kunna keypa inn kring alt landið, men tað sjálvandi er dýrari at reka smáar handlar.

- Men vit halda, at tað er týðandi, at handlar eisini eru á smáplássunum. Og hóast teir eru dýrari at reka, so skulu prísirnir á vørunum vera teir somu í øllum deildunum kring landið.


Handverk ella verksmiðja

Og Niels Mortensen vísir í hesum sambandi eisini á, at tá ið landið er so lítið, ber ikki til at hava risastórar verksmiðjur til eitt nú at baka okkum breyð. Tí noyðast næstan allir føroyingar at keypa breyð, sum verður bakað av einum bakara, og ikki sum í donsku handlunum, har virkini kunnu framleiða túsundavís av breyðum hvønn tíma.

- Skulu vit innflyta breyðvørur, so halda tær sær ikki, sigur hann.

Og Finn Nielsen vísir á:

- Tá ið vit bíleggja breyð úr Danmark, so verður eitt eyka avgjald á 2 krónur lagdar omaná hvørt kilo. Hetta ger eisini, at tað innflutta breyðið er væl dýrari enn niðri.

Í prískanningini í blaðnum í gjár var eisini munur á prísinum á mjólkarúrdráttum í Danmark og Føroyum. Hetta er vøra, sum vit sjálvi framleiða, men sum kortini er dýrari hjá føroyska brúkaranum enn danska.

- Vit kundu valt at innflyta mjólkavørur, men so sigur landið, at vit skulu rinda 1,20 kr. fyri hvønn litur, umframt 20 prosent av virðinum. Og hetta er áðrenn eg leggi vinning og mvg omaná, sigur Finn Nielsen, sum eisini vísir á, at høvdu tey innflutt róma úr Danmark, vórðu 7,20 kr. lagdar afturat hvørjum kilo, pluss 20 prosent í avgjaldi, umframt mvg og flutning.


Fjarskotna landið

Handilsmenninir siga báðir, at í mun til flutning, er hetta avgjørt eitt øki, sum dýrkar um vøruna í Føroyum.

- Hygg eftir Eimskip, sum umsetur fyri 250 mill. kr. ella tak Samskip og Smyril Line. Hatta er tað tað kostar okkum at frakta vørur til Føroya. Vit mugu ikki undirmeta, at fraktina, sum teir umseta, skal kundin gjalda. Harefter kemur okkara vinningur og mvg og onnur avgjøld, sigur Niels Mortensen.

- Vit fáa onki gjørt við flutningskostnaðin. Tað eru Smyril Line og tvey íslendsk feløg sum umsita allan flutningin. Vit hava ikki verið ónøgd við tænastuna frá teimum, og fegnast til dømis um, at vit hava lægri prísir enn eitt nú flutningur millum Danmark og Ísland, sigur Finn Nielsen.

Eftir standa vit við teirri staðfesting, at gerandis- og matvørur eru dýrari í Føroyum enn í Danmark. Tá ið vit spyrja Finn Nielsen um hetta er nakað, sum vit brúkarar bara skulu góðtaka, so heldur hann, at vit alla tíðina skulu royna at keypa har, sum tað er bíligast.

- Og eru handlarnir kappingarførir, mugu vit seta prísin niður ella gevast við at vera handilsfólk, staðfestir hann.