eina skuld, tí tað almenna hevur onga skuld frammanundan. - Í so máta eru vit so ómetaliga væl betri fyri enn okkara grannalond eru, har fleiri av teimum hava stóra skuld at dragast við frammanundan. Higartil [...] tær politisku útmeldingarnar, sum higartil eru komnar um ætlaða politikkin, sum skal føra okkum burtur úr kreppuni, føra ikki til annað enn ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum. Búskap [...] samlaða úrslitið, at vit koma at hava hall mótvegis umheiminum. Tað einasta, sum spurningurin snýr seg um, er, hvør skal bera hetta hallið. - Eitt samfelag kann býtast sundur í trý, sum eru privatu borgararnir
vegir, tá ið vit róðu við snøri, men so stundum fóru vit aðrar leiðir. Tað kom fyri, at vit tveir fiskaðu meira enn hinir fýra. Eg minnist serliga hin eina dagin. Vit kastaðu beint undir húsunum á [...] fara við, um vit betaltu peningin í landi, men betaltu vit hann umborð, kostaði tað 12 kr. Tá skuldi stýrimaðurin helst hava tær 2 kr. Vit vóru í lastini á skipinum við øllum tí viðføri, vit høvdu. Har [...] menn, ið eru so húsligir, sum kvinnur eru. Eg haldi, at húsaleigan mátti sigast at vera høg. Vit betaltu 1/10 av bruttoinntøkuni í húsaleigu. Tað vóru fiskakeypararnir, sum áttu húsini, vit búðu í, og
skjótt kann tað vera, so svikaligt er foldarlívið. Vit fingu eitt gott telefon prát fyrr í summar. Skilti, at heilsan hevði bilað, men hann var komin seg heilt væl. At práta við hann var, sum tað altíð [...] millum, at vit hittust, men hann var ein sera stórur og týðandi partur av mínum ungdómsárum. Jóhan var stovnari av harmoniku bólkinum Firvaldar. Manningin í Firvaldar skifti nakað (eitt nú spældi Jónsvein [...] tú, at júst tey árini og hesi menniskju helst formaðu teg meiri enn tú varnaðist. Eitt nú var tað vist, at hóast vit høvdu tað stuttligt og hugnaðu okkum óført, so var ikki nortið við spiritus á vaktini
um, at ljóskastarin nú er varpaður á tænastuna, sum Landssjúkrahúsið veitir og hann vónar tískil, at okkurt gott fer at spyrjast burturúr tí, at Bill Justinussen, løgtingsmaður, nú hevur reist málið í [...] og hjálpsamir. Men komin á Landssjúkrahúsið, var tónin øðrvísi. - Tað fyrsta, konan fekk fekk greið boð um á Landssjúkrahúsinum var frá eini sjúkrasystir, sum segði: Eitt skulu vit siga tær, at her sleppur [...] tað kom so hartil, at konan vildi sleppa at leggja seg, men har var framvegis ongin heimahjálp komin. Men nú bar tað so á, at ein sjúkrarøktarfrøðingur gekk til grannan um kvøldið og eg ansaði eftir tá ið
undan at ganga heima og keða seg! Nógvur fiskur Í egningarskúrinum hjá Olevinu eru teir vanliga einir 3-4 mans. - Í dag eru vit so bara tríggir, men her koma ofta dreingir at egna sær nakrar stampar, sigur [...] hava egnt fyri meg, sigur hann. Stamparnir eru ójavnir í longd, summir eru 300 favnar og aðrir 250 favnar. Vanliga megnar hann at egna 10 stampar uppá ein dag. - Vit fáa sjálvandi meiri fyri teir longru stamparnar [...] fiski. Tá sær ein greitt, at her er talan um dugnaligar egnarar, sigur Karit. Ein annar egnari er nú komin í skúrin at egna, og hann er púra samdur við honum í hesum: - Sum tú tó kanst siga tað! Ójøvn stødd
flutningurin til og úr Suðuroy eisini í vetur verður á minst sama støði, sum hann er á nú. Men nú politiski myndugleikin er komin til ta niðurstøðu, at tað verður ov dýrt at leiga avloysaraskip alla hesa tíðina [...] tá hevði hann ongar stabilisatorar. Men tann tungi flutningurin nú á døgum er ein heilt annar við stórum treylarum og lastum og tað eru óráð at fara undir slíkum flutning á vetrardegi við ongum stabilisatorum [...] fýra til seks vikur at fáa brekið umvælt. Men síðani er komið fram, at av tí at Smyril er so gamal, eru ongir eykalutir á goymslu og tískil mugu teir gerast serskilt til Smyril. Av tí sama er leveringstíðin
uni, haðan hann hoyrir heima, var ákæran. Nú haldi eg Dimmalætting á Alnótini og frálíka leitiskipanin útvegaði mær prógv fyri, at William Heinesen var komin til heiðurs og æru tí Marnersdóttir hevði viðgjørt [...] allar minst retorikki, men minst nú til, at tær nýtist einki at siga, um eingin meining er í tekstligum høpi. Annars havi eg ikki eyknevnt nakran, eg dugi bara at benda. Her eru nøkur dømi úr greinasavni Kimmar: [...] politikki kenna vit hetta, har m. a. Høgni Hoydal í bók síni setir á hesa leið og roynir at endurskapa eina hugmynd av einum søguligum felagsskapi«. Púrasta tikin úr leysum lofti. Her eru eingi argument
fremmandari tjóð, sum hevur lægri BTÚ per íbúgva enn vit. Fíggjað av donskum skattgjaldarum. Tá vit hava rist ringastu skommina av okkum, brúka vit blokkin, sum vit hava hug. Har er eingin oyramerking. Tað er sum [...] minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður ímóti hálvari milliard; og er nú undir fimm prosent av inntøkunum hjá tí almenna og undir tvey prosent av BTÚ. Vit høvdu tí neyvan merkt meir enn eitt lítið [...] ALLA sjúkraviðgerð; eisini í Danmark. Hendan ótroyttiliga trongdin at trútta niður í Føroya fólk, at vit einki megna sjálvi, er merkisverd.
Hansara symfoniir eru sera nógv spældar í dag, men tað var sannilga ikki so, tá ið tónaskaldið livdi. 5. symfoni var serliga illa lýdd í fyrstani. Tað er torført at skilja í dag, nú hendan helst er mest [...] tónaskaldið hevur ætlað. Vit eiga nógvar framúr tónleikarar, ið virka uttanlands. Stutttligt hevði verið at hoyrt Annu Klett spælt við á slíkari konsert. Týdningarmikið er at nýta tað besta vit eiga, og harímillum [...] syrgið í moll og heroiskt í dur. Tað valsar. Tað er við øðrum orðum ílatið alskyns klæði. Fylgisveinar eru bæði statisk homofoni og leikandi polyfoni. Tónaskøld á norðaru hálvkúlu hava eina serliga trongd og
er í grind, kunnu vit fáa í ríkiligt mát frá øðrum havmati, og í dag eru vit millum tey ríkastu í heiminum. Vit hava onga aðra orsøk til at eta grind enn, at hetta er gomul siðvenja. Vit loyvdu okkum at [...] árini. - Hetta eru dýrgripir, sum verða meira og meira verdir, sum tíðin líður. Tað eru ikki nógvar slíkar kohortur til í verðini við tilfari frá børnum heilt frá tí, tey eru fødd. Her kunnu vit fáa svar uppá [...] okkara ráðum og etið munandi minni grind. Vit eru nú í ferð við at savna allar kohorturnar til eina stóra mynd, ið skal vísa, um skaðiligu árinini á nervalagið eisini eru minkað. ##med7## - Fólkaheilsuliga hava