Sum umrøtt í Sosialinum og Rás 2 skipaði Smyril Line síðst í september fyri eini ferð í fótasporunum hjá føroyskum fiskimonnum í Íslandi.
Spurdur um uppskot til skrá var Bakkafjørður eitt upplagt hugskot við teirri tíð, sum var tøk í Íslandi.
Tað gingu bert fáir dagar, til túrurin var fullteknaður, og skjótt var nóg mikið av ferðafólki til tveir bussar.
Nógv av hesum vóru við, tí teirra pápar og abbar høvdu róð út á Bakkafjørðinum, og tey høvdu ofta hoyrt hesar greitt frá um hetta stað.
Nú høvdu tey so møguleikan at síggja Bakkafjørðin, sum hevði fylt so nógv í teirra lívi.
Í bussunum varð so greitt frá søguni hjá teimum, sum róðu út her, og skal sumt av tí takast fram í hesi grein.
Útróður til lands
Útróður til lands á Eysturlandinum í Íslandi byrjaði eins tíðliga, sum okkara skipsfiskiskapur í 1870-unum. Sambært bókina Til Lands hjá Sámal Johansen byrjaðu føroyingar í 1871 at dríva útróður við bátum frá skipum inni á íslendsku fjarðunum. Hetta var illa dámt av íslendingum, sum klagaðu til Altingið um hesa “ránsveiðuna” hjá føroyingum. Seinni fóru føroyingar at fáa sær fastar støðir á landi, og tá vóru stórt sæð eingir trupulleikar.
Teir vóru í nógvum støðum. Kend nøvn eru Skálar, Borgarfjørður, Vopnafjørður norðanfyri Seyðisfjørðin, har tað eisini vóru fleiri útróðrarpláss. Sunnanfyri er millum annað Vættarnes, har serliga lorvíkingar vóru. Teir vóru upp til fleiri hundrað í teimum ymisku plássunum.
Yvir á Bakkafjørðin
Jógvan Edvard Hansen, ættaður úr Fuglafirði, fór í 1932 upp á Bakkafjørðin at rógva út saman við pápanum Hans Jakku á Brúnni, sum róði út á Bakkafjørðinum í meira enn 50 ár. Her vóru eisini t.d. gøtumenn, lambamenn og vágamenn.
Teir høvdu tá maskinbát við. Men ikki var maskinorkan tann heilt stóra, einans 2 hk Wichmann. Fuglfirðingarnir fóru vanliga yvir við Kyrjasteini hjá Jákupi Haraldsen, tá hetta skip kortini skuldi yvir á eysturlandið á snørisveiði, ella teir fóru á sildarveiði við nót, sum var ein vanligur fiskiskapur hjá føroyingum tá.
Heim aftur fóru teir við ymsum ferðamannaskipum sum “Novo” og “Lyru.” Farið var vanliga fyrrapartin í juni, og komið varð aftur í september.
Vanliga vóru teir tveir mans á hvørjum báti. Fyrstu tíðina royndu teir við snøri. Men seinni royndu teir við línu, og teir høvdu gørn við at veiða sild til agn. Línan mátti dragast við hond. Men tað var gott at fiska til streym, sum ikki var nógvur á fjørðinum. Tí var ikki var nógv flóð og fjøra. Línuveiðan var fyrst á gamla føroyska háttin við línutroði, tá línan varð rakt á sjógv. Men síðani varð egnt í stamp, og teir gjørdu sær línurennur.
Nógvir føroyingar á Bakkafirði
Tað vóru ofta nógvir føroyingar á Bakkafirði. Tey fyrstu árini hjá Jógvani Edvard varð fiskurin avreiddur feskur, men kruvdur og avhøvdaður. Fyritøkan, sum keypti, var Jacob Gunnlaugsson, sum hoyrdi heima í Keypmannahavn. Teir høvdu mann fyri seg á Bakkafjørðinum at taka ímóti fiski.
Men so fór hendan fyritøkan fallit. Teir máttu tá flekja og salta fiskin sjálvir. Tá var hann okkurt árið førdur heim við Kyrjasteini, var á sildarveiðu og fór kortini heim tómur og vildi hava fiskin til barlast.
Men at salta fiskin sjálvir var nógv strævnari. Fiskurin skuldi berast niðan í høgan bakka, og varð so virkaður í skúri. Men tað var nógvur fiskur at fáa. Tað kundi væl henda, at menn fingu 100 skippund ( 16 tons) fyri bátin. Men Jógvan Edvard kláraði tað eina árið at fáa 100 skippund einsamallur. Hetta var í 1949. Tá kom hann eisini í “Dimmalætting”.
Búðu á posthúsinum
Teir búðu saman við gøtumonnum á loftinum í húsinum, har telefonstøðin og posthúsið vóru í miðhæddini. Í hvussu er seinni búði hreppstjórin, sum var einkjumaður, eisini har við einum soni. Hann tosaði flótandi føroyskt, hóast hann ikki hevði verið í Føroyum.
Tað var annars ikki langt at sigla. Vanliga varð bert veitt á sjálvum fjørðinum, og tað kundi taka 20 minuttir til hálvan tíma at sigla á fiskileið.
Bjargaðir av kíki
Viðhvørt róðu teir til havs. Hetta gjørdu teir tann 2. august 1939, sum eins væl kundi verðið teirra seinasti dagur. Hendan dagin vóru teir við línu. Nógvur fiskur var at fáa, og skjótt var báturin fullur av fiski.
Tað vóru tveir bátar afturat á bankanum. Tað var fitt av vindi av útnyrðingi. Teir vildu lata fisk frá sær sjálvum til hinar bátarnar, so teir koyrdu fulla ferð á móti aldunum. Men tá kavaði báturin, tungur sum hann var, og hann fór at søkka.
Teir vóru tveir mans við bátinum. Nú var støðan hættislig. Bjargingarútgerð var eingin umborð. So teir sóu sær ikki annan møguleika enn at vevja kíkarnar um hondina og so vóna tað besta. Men ólukkutíð fekk Jógvan Edvard ein enda um annað beinið og varð við at verða hálaður niður við bátinum, tá hann sakk. Men í evstu løtu slapp hann leysur og flotnaði upp saman við kíkinum.
Hin báturin ansaði eftir, at nú var knappliga eingin bátur, men bert roykur. Teir í skundi at kvetta línuna, seta boyu á og so at stima. Teir síggja so kíkarnar, og menninir fingust inn í bátin.
Ein íslendskur trolari tók teir umborð og fekk teimum turr klæði og okkurt til matna, so teir komu fyri seg. Báturin, sum Jógvan Edvard misti, var ótryggjaður. Annars hevur hann havt fimm bátar ta tíðina, hann var á Bakkafirði.
Gott samband millum føroyingar og íslendingar
Umframt mannfólkið, sum var á Bakkafjørðinum, var eisini ein hópur av konufólki, sum gjørdi mat, og sum annars tóku sær av tí húsliga, sum tørvur var á.
Tað var sera gott samband millum føroyingar og íslendingar. Allir íslendingar dugdu føroyskt tá. Tað vildi verið nátturligt, um fleiri pør komu burtur úr. Men Jógvan Edvard veit bert um seg sjálvan, sum fekk konu har frá. Hann fann saman við Esther, dóttir Hjalmar Frederikson. Tey giftust í 1941 og búsettust á Bakkafjørðinum tey fyrstu 9 árini. Síðan fluttu tey til Vestmannaeyjar, har Jógvan Edvard býr enn 94 ára gamal.
Jógvan Edvard hevði eini svág, Hjálmar, sum eg hitti á Bakkafjørðinum í 2003. Men hann er so deyður fyri nøkrum árum síðani.
Hans Jacob á Brúnni til lands
Ein beiggi Jógvan Edvard var Hans Jacob Hansen, sum var væl kendur fyri sínar gávur á ymiskum økjum. Hann dugdi eisini væl at skriva. Í 1990 gav hann út bókina “Á Brúnni”. Í hesi bók er m.a. frásøgn frá “slupptúri” við Norrønu í 1985, tá ferðast varð á Eysturlandinum í Íslandi til pláss, har føroyskir fiskimenn plagdu at koma. Bólkurin var eisini á Bakkafjørðinum, og hetta fekk Hans Jacob at hugleiða um sína egnu tíð “til lands.” Vit taka brot úr hansara frásøgn:
Eg minnist, tá eg sum smádrongur gleddi meg, tá ið landmenninir fóru at koma heim. Pápi mín, Hans Jakku, var við øllum brøðrum mínum á Bakkafirði og róði út, og vanligt var, at teir høvdu so nógv ber heimaftur við, summi ár eitt heilt skrín. Børnini plagdu at koma inn til okkara at biðja ber, øll fingu eitt sindur. Eg minist, at har vóru vanlig ber, so vóru eisini bláber og stundum eisini aðalbláber. Tey vóru violett og høvdu ein serligan, góðan smakk.
Vit vóru fleiri smádreingir, sum møttu upp í skúlanum bláir um alt andlitið, men lærarin Reynberg dugdi at taka tað við eini glósu. Skemtandi spurdi hann okkum, um hetta vóru blámenn, sum vóru komnir í skúla.
Fiskin, sum var ov smáur at flekja, høvdu teir eisini heim við, saltaðan heilan í sekkum, og eg visti um fleiri fólk, serliga har sum fiskimenn ikki vóru í húsinum, ið komu um veturin og keyptu henda fiskin til døgurðamat.
Vaskaði sær eina ferð árliga
Pápi mín bar orð fyri at vera skemtingarsamur og dugdi væl at siga frá. Ein frásøgn var um ein mann á Bakkafjørðinum, sum var kallaður Dabbi. Tað sjáldsama var við hesum manni, at hann sá út sum ein villmaður, tí hann vaskaði sær bara eina ferð um árið. Hetta hendi seinra partin á sumri, meðan føroyingarnir vóru har yviri.
Tá ið hesin Dabbi so var kliptur, rakaður og vaskaður, var hann sum eitt nýtt menniskja, og hann var tiltikin at vera vakur, eingin hevði sæð so vakran mann. Nei, hann var ikki til at kenna aftur. Men tað vardi bara ikki so leingi.
Eitt strævið lív
Teir gomlu landmenninir høvdu eitt stríggið lív. Peningaliga var mangan fátæksligt, men tað vóru nógv onnur lívsvirði, sum hildu teimum uppi, og sum tíverri verða so lítið mett í dag. Teir vóru ikki so lættir at taka av fótum, um eitt ár fór í hundarnar. Sum til dømis ísárið, hvar ið allur fjørðurin legðist fullur av ísi alt summarið. Teir sluppu ikki út fyrr enn stutt áðrenn, teir skuldu fara heim. Mamma mín segði, at pápi kom heim við 90 krónum.
Spardu sjálvt teið
Sum unglingi hoyrdi eg einaferð gamla Sjúrð í Fuglafirði siga við pápa, at hann sá tað nú, man var alt ov sparin. Te var ikki skonkt, tað varð bara drukkið vatn. Tað fingust tvey sløg av margarini. Annað slagið var sum vanligt, hitt var ikki etandi. Men hetta margarinið var bíligari, og tí varð tað keypt.
Eitt árið søgdu teir um ein fuglfirðing, at hann skifti ongantíð undirklæði, hann átti eingi at skifti við. Men hann var reinligur alíkavæl. Hvørja ferð, kjansur var, fór hann inn í Hafnará at vaska sær um kroppin. Maðurin segði, at tá ein vaskaði kroppin, nýttist ikki at skifta klæðir.
Prestur purraði út
Einaferð høvdu vit sett línu inni á fjørðinum. Pápi segði við Benadikt: “Nú fara vit at leggja okkum, tú heldur vakt og vekir okkum, tá línan er staðin.” Ein lítil ond hevur verið henda sólskinsdagin, men tá ið Benadikt sær, at hinir eru sovnaðir, leggur hann seg eisini og letur standa til, og so reka teir inn ímóti landi. Gamli vaknar við, at prestur rópar á teir. Nú vóru teir riknir beint undir Skeggjastaðir kirkju, sum er hinumegin víkina.
Róðu við árabáti
Eg mann vera yngsti føroyingur, sum hevur róð út í Íslandi við árabáti, tí árabáturin var tá fyri langt síðani niðurlagdur. Vit vóru seks mans, so tað var heldur nógv í einum 8- mannafari, so eg og pápi róðu út við einum gomlum báti, sum hevði ligið uppi í haganum í nógv ár.
Veðurlagið er øðrvísi har enn her. Tað er so kalt um veturin og turt um summarið, at viður rotnar ikki so skjótt. Vit drógu bátin á sjógvin, men hann lak sum eitt sáld. Men so kloyndu vit Sunlight-sápu í hvørja borðrivu, tá gjørdist hann tættur sum kannan.
Fyri tað mesta vóru vit sleipaðir báðar vegir, tá ið vit róðu við snøri, men so stundum fóru vit aðrar leiðir. Tað kom fyri, at vit tveir fiskaðu meira enn hinir fýra. Eg minnist serliga hin eina dagin. Vit kastaðu beint undir húsunum á Bjargi uttanfyri bygdina í Bakkafirði í ein toskastima. Vit fyltu bátin, sjálvt um eg misti loddið í hálvum gekki og mátti fiska við steini.
Ein annan dag, tá nakað var útliðið, settu eg og pápi eina línu eftir hýsu á fjørðinum. Gamli hevði varhugan av, at hýsan var komin, hetta var seinrapart leygardag. Eg kann minnast, hvussu tær nippaðu í línuna, meðan eg setti. Tá eg fór at draga, var bara ein berur húkur á allari línuni, so tað høvdu nógvar hýsur tikið í beran húk, tí eg legði til merkis, at ritan tók nógv øgn av línuni, meðan eg setti.
Føroyskar sluppir vóru altíð tá og keyptu fisk, og hýsa var góð søluvøra á skotska marknaðinum.
Dagin eftir fingu allir bátarnir nógv, men skjótt var, at hýsan minkaði, tí vit vóru so nógvir bátar, einir 30-35. Meg minnist, at Nevið skuldi seta eina línu, sum einki livandi var á. Edvard Skarðsá úr Fuglafirði róði við Nevinum.
Tað vóru nógv ættarfólk hjá teimum á Brúnni í Fuglafirði við á ferðini hjá okkum.
---------------------
Fløttur var 34 ár á Bakkafjørðinum
Í bókini hjá Sámal Johansen “Til lands” eru fleiri samrøður við gamlar menn sum hava verið til lands. Ein teirra var Elias Hansen, Líggjas á Fløttinum, í Syðrugøtu, sum fólk framvegis minnast á Bakkafjørðinum. Hann greiddi millum annað frá:
”Eg var í Íslandi og róði út í 34 ár á Bakkafirði. Fyrsta árið var 1907, og seinasta árið var 1949, okkurt vár fór burtur ímillum. Oftast vóru vit 11 menn í felag, við hvørt 4 menn, og seinasta árið vóru vit bara 2 menn.
Vit fóru við postskipum t.d. ”Ceres”, ”Vestu” ella ”Ingolf”. Hesi skip sigldu tá regluliga millum Danmark, Føroyar og Ísland. Eg minnist, at tað plagdi at kosta 10 kr. fyri hvønn mann at fara við, um vit betaltu peningin í landi, men betaltu vit hann umborð, kostaði tað 12 kr. Tá skuldi stýrimaðurin helst hava tær 2 kr.
Vit vóru í lastini á skipinum við øllum tí viðføri, vit høvdu. Har var ofta trongligt, og svøvnurin var lítil, vit fingu onkran blund av og á, men gingu annars mest á dekkinum og válaðu. Áti var ikki gjørt nógv av, onkur kundi seta seg á lastalúkuna við einari seiðagreipu og einum rivi. Ein temunn ella ein kaffimunn kundu vit fáa frá teimum umborð, men skamm í tað, summir av kokkunum vóru trekir at lata okkum fáa nakað. Men ikki var leingi yvirum - einar 36 tímar, so ta stuttu tíðina kundu vit saktans klára okkum.
Á Bakkafirði fingu vit nýggj timburhús at búgva í. Hetta vóru mestsum at kalla stórir skúrar, sum vórðu bygdir til føroyskar útróðrarmenn. Hesir skúrarnir vóru ikki væl gjørdir, tað geys so illa í teimum, at tá ið vindur var, var tað nærum ikki inniverandi fyri gjóstri. Tá vóru tey gomlu íslendsku moldhúsini ólíka lýggjari, og tað vóru fleiri, sum heldur vildu vera í teimum.
Konufólk
at halda hús
Vit høvdu konufólk til at halda hús fyri okkum. Tey fyrstu árini vóru tað íslendsk konufólk, sum hildu hús hjá okkum, og summar av teimum dugdu bara óføra væl, bæði at hava tað reint og nossligt inni og at gera mat. Onkur av teimum hevði verið á húshaldsskúla og lært matgerð.
Tey seinastu árini høvdu vit føroysk konufólk at halda hús. Tað var óføra gott at kunna hava konufólk heima at matgera og at halda íbúðina reina og nossliga. Menninir høvdu nóg mikið at gera, og so eru tað so fáir menn, ið eru so húsligir, sum kvinnur eru.
Eg haldi, at húsaleigan mátti sigast at vera høg. Vit betaltu 1/10 av bruttoinntøkuni í húsaleigu. Tað vóru fiskakeypararnir, sum áttu húsini, vit búðu í, og áttu teir ikki húsini, so útvegaðu teir íbúðir. Saltaðu vit fiskin, so rindaðu fiskakeypararnir 1/10 av saltinum, og keyptu vit sild, so rindaðu teir 1/10 av tí, sum sildin kostaði. Skatt betaltu vit eisini, 35 oyru av hvørjum skippundi í ráfiski; 800 pund av ráfiski roknaðu teir fyri eitt skippund.(320 pund)
Tað skal verða skoytt inn her, at hetta gjald gav nógvan pening til íslendingar. Teir fingu ráð til at byggja sær hús. So nógv gav hetta av sær, at útgerðarmenn eisini kundu dríva bankavirksemi. Hetta var serliga galdandi á Brimnesi við Seyðisfjørðim.
Í bløðunum tá vóru eisini útgerðarmenn, sum lýstu við, at teir tóku bert 1/11 í leigu.
Fiskaðu egið agn
Vit seldu fiskin bæði sum ráfisk og saltfisk, tey fyrstu árini næstan bara sum ráfisk, men seinni fóru vit at flekja og salta fiskin. Har var stórur handil og stór goymsluhús til fiskin. Nógv fólk arbeiddu upp á fisk, harímillum eisini nógv føroysk konufólk.
Vit brúktu snøri og pilk ta fyrru tíðina á árinum, men tá ið tað kom út í juli mánað, brúktu vit mest línu. Tá var sildin komin. Vit høvdu sildagørn við okkum, og viðhvørt var nógv sild at fáa. Vit fingu altíð so mikið av sild, at okkum treyt ongantíð agn. Sildina goymdu vit í frystikassum, og kava høvdu íslendingar í moldhúsum. Seinni, tá skip vóru farin at royna eftir sild, komu tey ofta inn á Bakkafjørðin, og tá plagdu vit at keypa agnsild frá teimum.
Tað kundi tíðum vera so nógvur sólvindur í Íslandi, at ikki var hugsandi um at royna útróður um dagin. Um hásummar eru næturnar ljósar, so tað hendi seg ofta, at vit fóru til útróðrar móti nátt, tí um náttina var stilli. Roynt varð til kl. 9-10 um morgunin, tá kom vindurin. So varð sett á segl. Fiskileiðirnar hjá okkum lógu soleiðis fyri, at tað bar til at sigla heim við segli meginpartin av leiðini. Tað vóru um fjøruti bátar, sum royndu um somu leið, so ofta vóru nógv segl at síggja á Bakkaflóanum og úti fyri Bakkabjørgum.
Viðhvørt var óføra nógv hýsa at fáa á línu. Tá steinurin var komin í bátin, kom øll línan upp á flot við hýsu á hvørjum húki.
Fiskurin svevur
Ójavnt var, sum fiskurin vildi taka. Vit sóu ofta niður á stórar toskatorvur, men fingu ongan, hann stóð beint upp og niður við gronini móti botninum. Hetta var nær landi og á so grunnum vatni, at botnur sást.
Eitt árið kom ein íslendingur við einum smádreingi úr Finnafirði til Bakkafjørðin at rógva út. Tað kom ikki so ógvuliga nógv burtur úr fiskiskapinum hjá hesum íslendingi, men hann visti nógv um fisk, og hvussu fiskar háttaði sær. Ein dagin vóru vit útrónir, men drupu ikki livandi. Vit royndu bæði eina og aðra leið, men fingu einki. Allir bátar fóru til lands uttan ein bátur úr Fuglafirði. Hesin bátur drálaði longst, og tá hann var á heimleið, kom hann fram á íslendingin og smádreingin, teir høvdu heldur einki fingið.
"Nú er fiskurin farin," heldur fuglfirðingurin við íslendingin.
"Nei, hann er," svarar íslendingurin.
"Hvar er hann?" spyr fuglfirðingurin.
"Hann svevur," svarar íslendingurin.
"Nær vaknar hann?" spyr fuglfirðingurin.
"Tá ið tað fer at fjara," svarar íslendingurin.
Fuglfirðingar steðgaðu á, og so var, sum íslendingurin segði, at tá ið tað fór at fjara, fór fiskurin at taka. Fuglfirðingarnir fyltu bátin, og íslendingurin og smádrongurin fingu so nógv, sum teir vóru mentir at draga.
Brendu toskaryggir
Húsini vit búðu í vóru sum sagt av viði. Inni í køkinum var ein lítil komfýrur. Tað var tað einasta at hita húsini við. Tá ein lítil petroliumskókari var undantikin, var henda kabúss tað einasta at kóka matin á, so ætlast kann, at tað skuldi hegni til við hesum vána amboðum at matgera niður í 12 svangar menn. Og ógvuliga illa gekst at fáa brenni til kabússina. Vit høvdu nakrar kolamolar, men teir vóru ódrúgvir. Vit royndu at henta saman tey viðasprek, sum vit kundu fáa fatur á, men tað munti ikki nógv. So var tað livurin, men tað var so óluksáligur kjararoykur av henni. So funnu vit uppá at turka toskaryggir. Hetta mundi ivaleyst onkur hava gjørt undan okkum. Vit hongdu toskaryggirnar upp at turka og hongdu so livrar upp á teir. Tá ryggirnir vóru turrir, brúktu vit teir til at kynda upp við í kabússini. Teir brendu bara óført, men kjararoykurin var nóg so nógvur.
Seinni, tá primussarnir komu í brúk, gekst betri við at matgera. Vit høvdu grýtur, sum tóku nóg mikið til seks menn. Døgurðin var fyri tað mesta fiskur og livur, men tær, sum hildu hús hjá okkum, dugdu bæði at steikja fisk og gera frikadellur. Annars var keks og annað, sum vit skuldu brúka, at fáa í handlinum, men vit royndu, sum vituligt var at keypa minst møguligt. Nakað av skerpikjøti og rullupylsu hevði hvør maður havt við sær, men tað hevði hann fyri seg sjálvan.
Seyð sum gávu
Var uppiløga, vældu vit um fiskireiðskapin, rørdu húkar og hugdu eftir línunum, og so rivu vit saltfiskin um. Altíð var okkurt at takast við. Sunnudagurin varð hildin burturav. Tá varð lestur lisin, men eg minnist einki til, at tað nakrantíð varð sungið. Ikki varð farið til útróðrar sunnukvøld fyrr enn móti nátt.
Áðrenn heim varð farið um heystið, fekk hvørt bátsfelag ein seyð til gávu frá tí manni, tey høvdu havt við at gera. Tey størstu bátsfeløgini fingu ein góðan gamlan seyð, meðan tey smærru feløgini fingu eitt gott lamb. Hetta kom væl við og var forkunnugt at fáa aftaná eitt strævið summar við eintáttaðum kosti.
Úrtøkan misjøvn
Tað hendi seg onkur ár, at vit fingu fiskin, sum vit høvdu saltað, heim til Føroya við føroyskum sluppum. Tað var góður prísur at fáa her heima, men vit máttu ansa eftir ikki at lata nakra arbeiðsløn. Tá vit gjørdu alt arbeiðið sjálvir, lossaðu fiskin umborð í skipið og skipaðu hann upp í Føroyum, so loysti tað seg at taka hann heim, men skuldu vit gjalda løn fyri hetta arbeiði, so hevði tað ikki verið nakar vinningur at føra fiskin heim.
Úrtøkan var ógvuliga misjøvn. Vit fingu í part frá 200 kr. til 600 kr. tey fyrstu árini, eg var og róði út í Íslandi. Okkurt ár var tað minni enn 200 kr. Ringasta árið var 1918, tá fingu vit 40 kr. í part. Best vóru tey fyrstu árini, tá hevði peningurin eisini meira virði, enn hann hevði seinni. At fáa 500 kr. í part tey fyrstu árini var bara nógv.
Seinasta árið, eg var í Íslandi og róði út, var, sum sagt, 1949, sum vist var seinasta árið føroyingar vóru til lands. Vit høvdu jú mist okkara ríkisborgararættindi í 1944, tá Ísland loysti frá Danmark. Vit vóru bara tveir tað árið og fiskaðu heilt væl. Vit flaktu og saltaðu fiskin og seldu hann í Íslandi. Virðið á tí íslendsku krónuni var tá 75, men áðrenn sølan var komin rættiliga í lag, fór virðið niður í 42. Tað var stórur missur hjá okkum. Kortini fingu vit 2.000 av okkara krónum í part, og vit kundu vera glaðir, at vit fingu so frægt. Hetta árið tóku teir onga húsaleigu frá okkum, og vit rindaðu heldur ikki skatt. Teir hildu, tað gjørdi ongan mun, um vit rindaðu nakað ella einki.
Íslendingar beinasamir
Tað hoyrdist viðhvørt, at íslendingar skuldu hava verið óbeinasamir móti føroyskum útróðrarmonnum, bæði so og so. Hetta kundu vit ikki siga. Teir íslendingar, sum vit høvdu nakað við at gera, vóru av hampiligastu monnum og hartil reiðiligir, tað skulu teir eiga frá mær.
Spældu hvørjum øðrum puss
Ein abbasonur Líggjas, Kári Hansen, var eisini við á ferðini. Hann sigur, at abbin ofta greiddi frá um Bakkafjørðin. Sum so ofta er varð ikki lurtað nógv væl eftir. Men Kári minnist abba sín greiða frá, hvussu føroyingar kundu spæla hvørjum øðrum puss.
Tað var forboðið at skjóta æður á Bakkafjørðinum, men hetta varð kortini gjørt. Ein dagin var ein føroyngur farin út á fjørðin, har hann hevði skotið æður.
Tá letur ein annar føroyingur seg í langan frakka og kasjett, so hann líktist sýslumanninum. Hann gekk so framvið sjóvarmálan, so hin skuldi síggja seg. Hesin neyðars maður gjørdist so bebbaræddur, at hann tordi ikki til lands, har hann roknaði við at verða loftaður av øvrigheitini.
Sigrid á Kamarinum
á Bakkafjørðinum
Handilsstjóri á Bakkafjørðinum Ludvík Sigurjónsson hevði konu úr Føroyum. Hetta var Sigrid Lisa, sum var dóttir Magnus á Kamarinum í Havn. Tað eru nógvir føroyinar sum minnast tey bæði.
Tey fluttu seinni til Reykjavíkar, har teirra børn Vestarr og Birgit búgva. Tey hava øll havt nógv samband við ættina í Føroyum og øvugt.
Sigrid fekk eisini sín seinasta hvíldarstað í Føroyum. Tá ið hon doyði í 1993 varð hennara urna sett í grøvina hjá pápanum í gamla kirkjugarði í Havn.
Kaj var eisini á Bakkafjørðinum
Í ferðalagnum var ein, sum sjálvur hevði verið til lands á Bakkafjørðinum, og hetta var tann 85 ára gamli Kaj í Bartalstovu úr Syðrugøtu. Hann var til lands í 1944, og hann misti eisini abban á Bakkafjørðinum fyrst í hini øldini.
Hjá Kaj hevur tað verið nøkurlunda sum hjá teimum, sum greitt er frá í hesi grein. Framvegis kennir hann fólk, og hann varð eisini inni á gólvinum hjá eini konu, sum hann kendi tá.
Rætting til seinastu Miðviku Fyrra kona Jakku, giftur við Ingibjørg, kallaðist Flora. Mamma hennara var Johanna Sofía.
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður greitt frá vanlukkuni við Riddaranum nærindis Bakkafjørðin í 1927.
Eftir tað verður ein Miðvika afturat frá hesum túri