Góði Kim
Í hesi grein ger tú eysturríkaran, Wittgenstein, til týskara. Hann sum plágar tínar »sublimu« tankar, sum Hanus óivað hevði kallað tað. Makan til sjálvhátíðarligt tvass, skal man leita leingi eftir.
At tú og onnur fróðskapa tykkum, uttan nærri grundgevingar, men eittans við superfisiellum »name-dropping«, skal eg við hesum eisini royna at prógva.
Tað sum eg meini við tjóðskaparrørsluni, er at hon fór yvir í eina politiska fasu um aldarskiftið, og eg síggi ikki nakrastaðni í rúgvuni av greinum hjá tær, at Ernest Gellner er settur í hugsaðan ella eftirprøvaðan samanhang. Hvar hevur tú roynt hann á tjóðskaparsøguna í Føroyum?
Her skal undirstrikast viðgera, ikki bert leystliga nevna og koma við bøvli hjá eittnú Uffa Østergaard. Tað einasta áhugaverda við Østergaard er »Que-est-ce-qu´une« nation hjá Renan.
Østergaard kundi heldur tikið sær av tí servila partinum av Danmarkar søgu, t.d. frá 1940 ? 45.
Viðvíkjandi tí heimliga, var bert undirstrikað, at okkara høvuðsstaðar receptorar uppfata tað staðbundna um Strendur. Á fróðarmáli teir kalla. At Kimmurin ætlar sær at prógva okkurt, hvat tað so enn er?
At hála William Heinesen burturúr donsku bókmentasøguni, haðan hann hoyrir heima, var ákæran.
Nú haldi eg Dimmalætting á Alnótini og frálíka leitiskipanin útvegaði mær prógv fyri, at William Heinesen var komin til heiðurs og æru tí Marnersdóttir hevði viðgjørt hann í føroyskum jørðildi.
Sambært Bergi Hansen. Jústinus Ejdesgaard skrivaði: »Sum skrivandi maður«, í nekrologinum. Er tað ikki rørandi.
Eg skrivaði Wittgenstein í leitaskipanina á Dimmalætting, og minst 6 greinar hjá Kim Simonsen komu raplandi út.
Mær nýtist ikki skeið í kjakmentan allar minst retorikki, men minst nú til, at tær nýtist einki at siga, um eingin meining er í tekstligum høpi.
Annars havi eg ikki eyknevnt nakran, eg dugi bara at benda.
Her eru nøkur dømi úr greinasavni Kimmar: »Ein modernað tjóðarbygging má royna at taka einstaklingin í álvara«, sent í Skáan 8. apríl, her tilskilar tú ikki hvør ið brúkar orðið »Nation Building«. Hvussu kann lesarin vita at tað er Harra Kim sum plagierar Andersson, ella um tað er Harra Kim. Hví eftirprøvar tú ikki »Imagined communities« á t.d. Strendur, Skálafjørðin, Eysturoynna, Føroyar ella Eivind? Name-dropping is too easy. Hósdagin 18. apríl tosar tú um tjóðarbygging, hvat tosar tú um? Hvat veit lesarin um at Kim hevur frá Gellner ella ikki. Hatta er ov bíligt.
14. mai stendur at: »Í dagsins politikki kenna vit hetta, har m. a. Høgni Hoydal í bók síni setir á hesa leið og roynir at endurskapa eina hugmynd av einum søguligum felagsskapi«. Púrasta tikin úr leysum lofti. Her eru eingi argument, bert intellektuell hugmóð.
15. apríl leggur tú H. J. Debes undir ákæruna »Áhugavert er at síggja Hans Jacob Debes fara ígjøgnum verk eftir Niels Winther og Jóannes Patursson við so óvanliga lítlum atfinningarsemi sum hann hevur ímóti eitt nú t. d. Andrassi Samuelsen«. Hvat meinar tú við? Nevn nøkur dømi?
11-11-2001 nevnir tú »sprogspøl« Wittgensteins. Hvat er tað í etymologiskum høpi?
Og »statsvaldið« á Debesartrøð, hvat er hetta fyri konspiratiónsteori? Hava teir stovnsett føroyska loyniløgreglu, sum hevur avlurtað øll hesi meinlíku nýyrðini, við framkomnari ljóðfrøði?
Álvaratos, Harra Kim, hvat er tað tú vil prógva, ella verifisera?










