Suðuroyarsiglingin
Tað var ímeðan Smyril var í dokk í vár, at tey varnaðust, at stabilisatorskipanin ikki virkaði sum hon átti og at tað verður neyðugt at umvæla hana.
Mett varð tá, at tað tók einar tríggjar mánaðir at fáa eykalutirnir, sum skuldi brúkast. Avtalað varð tí við klassan, at Smyril skuldi sigla til í september ella oktober, og so skuldi hann í dokk í fýra til seks vikur at fáa brekið umvælt.
Men síðani er komið fram, at av tí at Smyril er so gamal, eru ongir eykalutir á goymslu og tískil mugu teir gerast serskilt til Smyril.
Av tí sama er leveringstíðin ikki tríggjar manaðir men 34 vikur, ella átta mánaðir.
Strandferðslan sigur, at ganga stabilisatorarnir heilt fyri, fer tað at fáa avleiðingarnar fyri flutningin ímillum Havnina og Suðuroynna, tí so fer Smyril at rulla nógv verri.
Eitt er, at umstøðurnar hjá ferðafólki fara at versna nógv. Men eitt annað er, at tað fer at skerja møguleikarnar munandi at flyta tungan flutning ímillum Havnina og Suðuroynna.
? Smyril hevur fyrr siglt við ongum stabilisatorum. Tað gjørdi hann, tá ið hann kom, tí tá hevði hann ongar stabilisatorar.
Men tann tungi flutningurin nú á døgum er ein heilt annar við stórum treylarum og lastum og tað eru óráð at fara undir slíkum flutning á vetrardegi við ongum stabilisatorum.
Vandi fyri skerjingum
Stjórin sigur, at skal Smyril sigla í vetur við ongum stabilisatorum, verður tískil helst talan um rættiliga skerdan flutning, tí tað verða nógvar avlýsingar og tungur farmur verður bara sigldur í góðum veðri. Tað verður skiparin, sum einsamallur fer at gera av, nær tað ber til at taka treylarar og annan tungan flutning við.
? Vit hava hildið, at frægasta loysnin fyri suðuroyingar var at leggja Smyril í vetur og at leiga eitt hóskandi skip at loysa hann av.
Hann sigur, at tilmælið hjá Strandferðsluni var tí, at Smyril verður lagdur í september, oktober og liggur til brekið er umvælt næsta vár, í februar, ella mars. Samtundis verður mælt til, at eitt hóskandi avloysaraskip verður leigað til suðuroyarsiglingina hesa tíðina, so at full trygd fæst fyri, at flutningurin til og úr Suðuroy eisini í vetur verður á minst sama støði, sum hann er á nú.
Men nú politiski myndugleikin er komin til ta niðurstøðu, at tað verður ov dýrt at leiga avloysaraskip alla hesa tíðina, verður Strandferðslan noydd at klára seg sum frægast við Smyrli.
Verri møguleikar
Viðmerkjast kann eisini, at skipsmeklarar, sum leita eftir avloysaraskipi fyri Strandferðsluna, meta, at møguleikarnir at finna hóskandi avloysaraskip, versna munandi tá ið talan er um eitt so stutt leigumál sum fýra til seks vikur.
Sostatt er í øllum førum vandi fyri fyri, at tað verður Dúgvan, ella okkurt annað minni skip enn Smyril, sum kemur at avloysa á suðuroyarleiðini tær fýra til seks vikurnar, tað tekur at umvæla stabilisatorararnar.
Men sum tað sæst á hinari greinin i her á síðuni, tekur Landsstýrið ikki undir við tilmælinum frá Strandferðsluni og Landsstýrismanninum í vinnumálum um at leiga skip í vetur.
Les eisini greinina "Suðuroyarsiglingin hongur aftur nu í einum klønum tráði"










