harafturat verða fólk, sum eru bundin at rúsevnum, mangan tvinnað upp í lógloysi av øllum handa slagi. Og tað er bara steinur oman á byrðu, tí tey verða sosialt niðurbrotin og enda sum fíggjarligir trælir [...] eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn tað talan kann vera um at gera rúsevni lógligt. Eitt, hann hugsar um, er, at skulu rúsevni verða lóglig, má talan vera um ein samskipað tiltak í fleiri [...] hugsa um ymisk lond í Suðuramerika, har er at kalla beinleiðis kríggj um rúsevni, har túsundtals fólk liggur eftir á, tí handilsligu áhugamálini eru so ómetaliga stór, at onki verður spart. Hann sigur, at
Eg eri reinsaður, og eg eri ótrúliga væl nøgdur her tvey ár aftan á óhugnaliga upplivilsi, sigur ein avkláraður Thomas Arabo, ið longu hevur fingið endurgjaldið frá landsstýrinum. Upprunaliga vildi Arabo [...] einum almennum stjóra fyri at bjarga sínum egna politiska høvdi. Metingin hjá Thomasi Arabo er, at við sum sagt at krevja eitt tænastustøði, ið lá oman fyri fíggjarligu karmarnar, hann sjálvur setti, breyt [...] Sámal Petur í Grund prátaði so nógv um hetta ?tveysiffraða milliónundirskotið? á SL, og brúkti tað sum høvuðsgrundgeving fyri at siga Arabo úr starvi. Tíðin hevur síðani víst, at tveysiffraða undirskotið
millum teirra, sum halda, at tað bert er brúk fyri eini útgerðarhavn í Føroyum. Hann heldur, at Drelnes er rætta plássið. M.a. liggur Drelnes nærri teimum økjum, sum roknað verður við, at ein leiting skal [...] soleiðis sum tað kann fara at síggja út, tá ein oljuútgerðarhavn har er vorðin veruleiki - við nútímans kei-, havna- og goymslufacilitetum. Talan er um stóra og sera áhugaverda verkætlan, sum, tá avtornar [...] na. Alstóran týdning Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri er ein av fleiri undangongumonnum aftanfyri fyrireikingarnar. Hann sigur, at ein komandi oljuhavn fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri føroyskt
har hvør sløkkiliðsmaður á vakt altíð hevur ein lítlan radiomóttakara uppi á sær ? ein sonevndan bippara. Á Alarmcentralinum hava tey eitt útkallingartól, sum við einum knøtti kann seta allar bippararnar [...] rigga betur. - Tað sær út til at íslendingar hava funnið eina skipan, sum líkist okkara, men sum byggir á øðrvísi tøkni. Og tað tykist sum at tað ikki eru somu trupulleikar við útkallingini har, sigur hann [...] ábyrgdina av, at útkallingarskipanin í sambandi við eldsbruna virkar sum hon skal. Í grein 12 í lógini stendur, at ?Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá?. Lógin ásetur eisini, at
skjótt og ein hevur tendens at hugsa minni um, hvussu ein byggir og meiri um at verkætlanini skal førast út. Steen nevnir eitt fyribrigdi, sum kann gera seg galdandi í føroysku byggilistini, sum hevur við [...] høpi. Og ikki aftur ein glas-bygning, heldur ein meiri upprunakendan byggiform. Men tó, so kann ein jú eisini bróta formin vera ósmæðin. Tað er kanska líkasum við tykkara tónleiki, sum tit fara út í heimin [...] Takplátur verða massaframleiddar, men torvtekjan hevur ein náttúrliga funktión. Eins og basalt, sum tit hava nógv av og sum eg síggi verður brúkt. Hetta síggja vit í miðbýnum í høvuðsstaðnum har vit báðir ganga
brekaðu. Meginfelagið varpar sum ein fjøltáttaður hópur ljós á umstøður teirra, ið onkursvegna vórðu skerd í lívsins leiki. Tá talan er um ein so breiðan hóp, verður fyrilesturin ein breið almenn útsøgn. Vegna [...] Tey eru menniskju. Útsøgnin tykist sum ein sjálvfylgja. Tað er so eyðsýnt, at brekað fólk eru menniskju. So fáur hevur hugsað ella sagt nakað annað. Eins væl og tað er ein styrki, at henda hugsanin er ráðandi [...] varnaðist, at eg var nakað keddur um missin. Tá hon ein dagin kom aftur úr Runavík, handaði hon mær ein bókapakka við hesum orðum : Ger so væl, her er ein kærkomin gáva givin á øðrum sinni. Soleiðis fekk
kommununum hendan peningin, tí tað kann ikki vera meiningin, at kommunurnar gjalda pening í ein grunn, sum síðani verður nýttur til eina privata sjúkratrygging! Tað er ikki ætlanin við kommunuskattinum [...] egnu sjúkratrygging. Eg kann ikki trúgva, at hetta kann vera rætt, men um nakað sum helst er um tað, so hava sjúkrakassarnir ein alvorligan trupulleika! Hvat skulu vit annars við einari privatari sjúkratrygging [...] eina privata sjúkratrygging, er ikki tað sama sum at tað eisini eydnast í Føroyum. Danskarar eru meira enn 100 ferðir fleiri í tali enn vit, so eg vænti, at ein privat føroysk sjúkratrygging bert fer til
kvotuna upp áðrenn teir rýma haðani. Prísurin fyri Eysturgrønlandsrækjurnar ? sum fyri ein stóran part verður framleitt sum ráar rækjur til Japan, er framvegis vánaligur, hóast at kursurin á yenninum er [...] Flemish Cap um kr. 15,00 pr. kilo, meðan hann í dag liggur um 17% lægri ? t.v.s. niðri á kr. 12,5 í miðal pr. kilo. Mótvegis toski og øðrum rundum fiski, sum er hækkaður nógv í prísi seinastu árini, hava r [...] innflutningsavgjald á rækjurnar, at tað er nærum ógjørligt at selja nakað tann vegin sum er. Tað ljóðar, at hetta verður gjørt sum partur av eini roynd hjá Kina at leggja trýst á í sambandi við umsókn teirra um
systkjum. Pápan misti hann longu sum sum 25 ára gamal, meðan teir vóru saman undir Íslandi til fiskiskap. Longu tá mátti hann taka við ábyrgd og hjálpa mammuni við øllum, sum hoyrir einum húsarhaldi til [...] ár. Hettar, at ein maður drívur fiskaríð einsamallur sum 99 ára gamal, er heilt óhoyrt og er uttan iva heimsmet. Tað eru nógv ár síðani at abbi kom í tí føroysku rekord bókina, sum elsti útrórðarmaður [...] inntøku. Abbi hevur ongantíð átt so frægt sum ein bøkk av jørð, og hevur livað av tí, sum havið hevur givið. Fiskurin, grindin og fuglurin hevur verið álitið. Hann hevur fortalt, at tey til tíðir
leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri [...] Klaksvík sunnukvøldið. Tveir løgreglubilar og ein persónbilur, ið kom framvið, vóru raktir av skotum. Serliga harðliga gekk tað útyvir teir báðar løgreglubilarnar, sum nærum vórðu skotnir í sor. Skotið var hol [...] burtur frá staðnum, har tilburðurin fór fram, stóðst skaði av skotunum. Klaksvíkar Sjómansheim sum liggur einar 400 metrar frá staðnum, har skotini vóru latin av, varð eisini rakt. Vindeygað í hjúnarrúminum