Útkalling er ein kommunuuppgáva

Tað eru kommunurnar sjálvar, sum skulu syrgja fyri at teirra sløkkilið hevur eina útkallingarskipan sum virkar nøktandi. At uppgávan við at útkalla sløkkilið kring landið í løtuni liggur hjá politinum í Havn er eingin sjálvfylgja. Tað staðfesta bæði Jón Klein Olsen, varaleiðari á politistøðini í Havn og Rógvi Johansen, samskipari av føroysku tilbúgvingini

Í Sosialinum hósdagin viðgekk ein heldur vónbrotin William Sand Davidsen, varaleiðari fyri sløkkiliðnum heima á Sandi, at hann hevði mist álitið á útkallingarskipanini hjá Alarmcentralinum, eftir at tað gekk illa at fáa boð út til sløkkiliðsmenninar heima á Sandi, tá eldur var í einum húsum leygarmorgunin fyri hálvari aðru viku síðan. Millum annað riggaði automatiska útkallingarskipanin á Alarmcentralinum ikki.
 
Ansa eftir við at kritisera
Jón Klein Olsen, varaleiðari á Politistøðini í Havn, viðgongur, at tað er sera óheppið, at automatiska útkallingarskipanin hjá Alarmcentralinum onkuntíð er svikalig, men vil vera við, at trupulleikin ikki er størri enn so, at tey vakthavandi á politistøðini í Havn kunnu ringja runt til allar sløkkiliðsmenninar. Og so leingi lokalu myndugleikarnir ikki koma fram við einari betri útkallingarskipan, mugu sløkkiliðini liva við teirri skipan, sum er nú.
- Eg haldi, at eldsløkkingarmyndugleikar kring landið skulu ansa eftir við at kritisera Alarmcentralin, tí í veruleikanum er tað ikki okkara uppgáva at sita og boða hvørjum einstøkum sløkkiliðsmanni frá, tá eldur er í. Vit kundu í prinsippinum gjørt av, at broytt mannagongd í morgin soleiðis, at tá vit fáa eina eldsfráboðan, ringja vit til borgarstjóran í tí kommununi har eldurin er, siga honum hvar eldur er í, og leggja hornið á. Men vit hava so valt at átikið okkum ábyrgdina fyri at boða øllum sløkkiliðnum frá, og hana reka vit so væl sum vit kunnu við verandi útgerð, sigur Jón Klein Olsen, varaleiðari á politistøðini í Havn.
 
Kommunurnar hava ábyrgdina
Løgtingslógin um eldsbruna er greið í sínum máli um hvør hevur ábyrgdina av, at útkallingarskipanin í sambandi við eldsbruna virkar sum hon skal. Í grein 12 í lógini stendur, at ?Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá?. Lógin ásetur eisini, at Føroya Tele skal vera til hjálpar, tá eldur skal fráboðast.
- Lógin sigur í roynd og veru, at hvør einstøk kommuna skal finna útav at fáa eina útkallingarskipan at virka. So um sløkkiliðið í einari kommunu ikki er nøgt við ta utkallingarskipan, sum vit nýta, so kann tað fara til kommunustýrið at biðja um eina aðra skipan. So skulu vit nokk brúka hana ístaðin, sigur Jón Klein Olsen.
 
Onnur skipan í Havn og Klaksvík
Útkallingarskipanin á Alarmcentralinum virkar um eina teldu. Tá Alarmcentralurin fær boð um, at brúk er fyri einum sløkkiliði, velur vakthavandi viðkomandi kommunu á telduskipanini, og setir skipanina í gongd við at ringja eitt ávíst tal av sløkkiliðsmonnum upp. Skipanin ringir til allar sløkkiliðsmenninar ísenn. Hvussu nógvar sløkkiliðsmenn skipanin ringir upp, og hvørjir teir eru, er avgjørt frammanundan av hvørjum einstøkum økissløkkiliði.
Økissløkkiliðini hava ábyrgdina av, at Alarmcentralinum altíð hevur dagførdar listar yvir sløkkiliðsmenn og telefonnummur teirra.
Øll økissløkkilið eru íbundin hesa skipan uttan sløkkiliðini í Havn og Klaksvík. Í Havn er altíð ein vakthavandi á brandstøðini, sum tekur sær av útkallingini. Alarmcentralurin kann tí geva hesum vakthavandi beinleiðis boð, og so klárar sløkkiliðið sjálvt restina av útkallingini.
 
Kommunan má gjalda
Í Klaksvík ræður sløkkilið yvir eini radioútkallingarskipan, har hvør sløkkiliðsmaður á vakt altíð hevur ein lítlan radiomóttakara uppi á sær ? ein sonevndan bippara. Á Alarmcentralinum hava tey eitt útkallingartól, sum við einum knøtti kann seta allar bippararnar í Klaksvík ígongd. Hetta tólið er ogn hjá Klaksvíkar kommunu, men stendur á Alarmcentralinum, av tí at her verða øll neyðarkall um 112 telefonnummarið svarað.
-  Um okkurt av hinum sløkkiliðnum vil hava eina betri útkallingarskipan, so er ein møguleiki at seta upp eina radioútkallingarskipan, og geva okkum her á Alarmcentralinum eitt útkallingartól. Men tað verður tann avvarðandi kommunan, sum noyðist at gjalda. Vit kunnu bara bjóða okkum til at passa hana, sigur Jón Klein Olsen.
 
Tilbúgvingarætlanin rørir ikki Alarmcentralin
Rógvi Johansen, tilbúgvingarsamskipari á Fiskimálaráðnum, arbeiðir í løtuni við at leggja síðstu hond á frágreiðingina um ?Tilbúgvingarætlan Føroya?, ið skal leggja alla tilbúgving í Føroyum í fastar karmar. Frágreiðingin er ikki almannakunngjørd enn, men kemur ætlandi fyri Tingið seinni í ár.
Hóast hann ásannar, at útkallingarskipanin hjá Alarmcentralinum kundi virkað betur, so sigur Rógvi Johansen ongar kollveltandi broytingar av Alarmcentralinum vera í komandi tilbúgvingarætlanini.
Í tilbúgvingarætlanini stendur ikki annað um Alarmcentralin, enn at hann skal dagførast tøkniliga, upplýsir Rógvi Johansen.
Spurdur hvat ítøkiligt liggur í orðunum um at dagføra Alarmcentralin tøkniliga, sigur Rógvi Johansen, at tey hava skeitt eitt sindur til Íslands, har útkallingarskipanin hjá Alarmcentralinum tykist at rigga betur.
- Tað sær út til at íslendingar hava funnið eina skipan, sum líkist okkara, men sum byggir á øðrvísi tøkni. Og tað tykist sum at tað ikki eru somu trupulleikar við útkallingini har, sigur hann.
 
Ringt at blanda seg
Men orsøkin til at ?Tílbúgvingarætlan Føroya? ikki nertir stórvegis við Alarmcentralin er ikki at núverandi skipan er besta loysnin fyri framtíðina. Orsøkin erheldur, at brandtilbúgving er eitt kommunumál, og landsstýrið kann ikki blandað seg beinleiðis í, hvussu hvør kommuna skipar sína brandtilbúgving.
- Sum er hevur politiið í Havn átikið sær at vera vertur fyri eini skipan, sum teir ikki meta seg eiga. Og tí kunnu vit heldur ikki so væl krevja at politiið ger stórar íløgur í eina nýggja skipan, sigur Rógvi Johansen.
 
Alarmcentralurin verður umskipaður
Men hóast komandi tilbúgvingarætlanin ikki stingur tað út í kortið, so væntar Rógvi Johansen at tað kortini fer at henda ein kollveltandi broyting við Alarmcentralinum komandi árini.
- Mín egna fakliga meting av støðuni er, at krøvini frá samfelagnum til Alarmcentralin fara at vaksa til eitt støði, har politiið má taka støðu til annaðhvørt at broyta og útbyggja Alarmcentralin munandi ella at siga hann frá sær. Tí í framtíðini skal ein vælvirkandi Alarmcentralur kunna taka ímóti alarmum av øllum slag. Hann skal savna allar alarskipanir og vera knútapunkt fyri allari tilbúgving, og tað hevur politiið higartil ikki verið sinnað til at brúkt sín Alarmcentral til, sigur Rógvi Johansen, samskipari av føroysku tilbúgvingini, og leggur afturat, at ein nýggj skipan helst verður bygd á eitt samstarv millum lands- og kommunumyndugleikar, bæði viðvíkjandi kostnaði og tólbúnaði.