Skulu vit einskilja tey brekaðu? Brek í søgu og framtíð

- Nú almennar fyritøkur skulu einskiljast, so mega vit ásanna, at almannaøkið áður hevur verið á privatum hondum. Hesa mannminkandi støðu, hesar ómenniskjansligu umstøður, hesa niðurgering av menniskjum kenna øll tey, ið geva søguni gætur. Tey brekaðu vóru í farnari tíð ein einskild fyritøka: Tað var familjan og nøkur fá onnur, - tað var ein fyritøka, eitt heim, ovbyrjað av arbeiði, ráðaloysi, sorg og hjálparloysi.
- Ongantíð aftur eiga tey brekaðu at fáa slíka lagnu. Vit kunnu einskilja fyritøkur og kappast á altjóða støði, men vit mega ikki gloyma eina felags solidariska ábyrgd, sigur Jógvan Fríðriksson, prestur, m. a. í hesum fyrilestri, sum hann hevur hildið á aðalfundi hjá MBF

Jógvan Fríðriksson,
prestur
fyrri partur

Vit eru til aðalfund hjá MBF, ið er meginfelag teirra brekaðu. Meginfelagið varpar sum ein fjøltáttaður hópur ljós á umstøður teirra, ið onkursvegna vórðu skerd í lívsins leiki. Tá talan er um ein so breiðan hóp, verður fyrilesturin ein breið almenn útsøgn. Vegna tvørrandi innlit er ikki talan um eina lækna- ella sálarfrøðiliga allýsing av ávísum breki. Ei heldur verður farið í dýpdina við sosial etiskum ástøði. Fyrilesturin hvílir í tí staðfesting, at kor og tilvera manna hevur áhuga. Talan er um eina samanrenning millum gudfrøði og heimspeki.

Inngangur
Mær rann í huga eina hending fyri nógvum árum síðani. Vit høvdu havt prestafund á Sjómansheiminum í Havn og tókust við at rigga av. Axel Tórgarð, ein maður tikin í leiki sum skemtari, fann ikki sína Bíbliu. Hann hevði lagt bókina frá sær á einum staði, men kundi ikki minnast hvar. Húsið var stórt, og drúgt var at leita.
Per Højgaard, fyristøðumaður, sá Axel renna aftur og fram og hyggja í hvønn krók. Per spurdi Axel hvat var áfatt, hvat hann leitaði eftir. Axel svaraði hugtungur og álvarsamur : Onkur hevur tikið mína Bíbliu!
Per varð heilt forfardur. Hann gjørdi alt, gerast kundi. Rann av einari hædd upp á eina aðra og so niðuraftur. Tá hann hevði leitað á øllum hugsandi støðum, kemur hann nakað pøstur aftur og sigur : Tíverri, eg finni ikki Bíbliuna, men vit kunnu keypa tygum eina nýggja.
Axel takkaði fyri tilboðið og segði líkaso álvarsamur og høviskur neitakk. Eg skal siga tær, Per, akkurát sum er, sama ger hvør hevur tikið Bíbliuna, høvdu tey bara lisið í henni.
Søgan kom fram fyri meg, nú eg skuldi lesa upp til henda fyrilesturin. Tá bókin hjá Doris Hansen Søgan um hini kom út í 1996, fekk eg bókina frá konuni. Las hana við stórum áhuga, fekk almikið at vita og hugsa um.
Á hesum sinni varð leitað aftur og fram, men bókin var burtur. Møguliga løgd til síðis, helst givin víðari til onnur at lesa. Konan varnaðist, at eg var nakað keddur um missin. Tá hon ein dagin kom aftur úr Runavík, handaði hon mær ein bókapakka við hesum orðum : Ger so væl, her er ein kærkomin gáva givin á øðrum sinni.
Soleiðis fekk eg møguleikan enn einaferð at lesa søguna um hini. Ein varði, eitt megnarverk í føroyskum yrkis- og søgubókmentum.
Tá bókin varð lisin á øðrum sinni, kendi eg meg lítlan og hugsaði, at tað var skeivur persónur, ið helt fyrilestur, - tað átti at verið Doris, sjálvsagt. Henda kenslan er ikki følsk høvisk máliska, tí, satt at siga, haldi eg meg duga eitthvørt.



Hugans ástøði
Í allari talu er tað skilagott at kenna útgangsstøðið, ið tosað verður útfrá. Hetta støðið kann vera eitt tilvitað val. Útgangsstøðið kann eisini vera ein pallur, ið er settur saman av ymiskum samansjóðaðum eindum, - t.d. átrúnaður, heimspeki og politikkur. Henda samansetta eindin kann í sínum ymiskleika vera bæði sterk og burðardygg.
Tá hugsað verður um orðið brekað fólk, so er mín fyrsta hugsan tann fyrri liðurin í máliskuni. Brekað fólk, fólk við breki, eru fólk. Tey eru menniskju.
Útsøgnin tykist sum ein sjálvfylgja. Tað er so eyðsýnt, at brekað fólk eru menniskju. So fáur hevur hugsað ella sagt nakað annað.
Eins væl og tað er ein styrki, at henda hugsanin er ráðandi, at brekað fólk eru menniskju, á sama hátt kann tann sjálvsagda jaliga vanahugsanin verða darvandi fyri umstøður og rættindi teirra brekaðu. Vit seta og grunda yvir spurningin : Er tann sjálvsagda fatanin eyðsýnd vælvild ella fjald líkasæla?

At vera menniskja
Torført er út í æsir at lýsa eina livandi veru. Menniskjan er sum livandi vera einki undantak. Ein fjøld av lærdari yrkisvísind kann leggjast inn yvir hugtakið menniskja. Hvør vísind hevur eitt svar ella ábendingar, ið peika fram ímóti einum svari. Yrkisvísindin er í dag opin fyri eini breiðari fatan. Talan er í minni mun um svarið. Heldur verður tosað um evnið sum ein partur av einum svari í størri heildarmynd.
Afturat lærdari yrkisvísind koma áskoðanir av ymiskum slagi, - t.d. átrúnaður og politikkur. Ikki altíð er tað so lætt at samansjóða tær ymisku áskoðanirnar, og viðhvørt er tvídrátturin líkaso darvandi sum mennandi fyri sakina, um tað eru kor teirra brekaðu, ið skulu lýsast og mennast.
Lat meg nevna eitt talandi dømi. Myndin er á ein hátt misvísandi, tí eitthvørt dømi er tikið úr einum ávísum staðbundnum samfelag. Sjálvt í nútíðar altjóðagering eru tey staðbundnu frábrigdi avgerandi fyri hugans virki og fatan. Umhvørvið, tann genetiski, politiski og sosiali arvurin, eigur at verða havdur í huga, tá samanberingar verða gjørdar.
Hvat er so tað at vera menniskja? Sjálvt í einum fámentum landi eru ivaleyst mangar áskoðanir. Eru áskoðanirnar mangar, tá menniskjan hevur sæð dagsins ljós og er komið inn í tilveruna, so eru tær ikki færri og enn skarpari, tá talan er um menniskja sum fostur.
Vit kenna í tí heimliga orðaskiftinum ta átrúnaðarligu fatanina av lívinum sum gudgivið lýst í mótsøgn til kvinnustríðið, har kvinnan ynskir at ráða yvir egnum kroppi. Eitt stríð, sum í mangar mátar elvir til fløkt viðurskifti, tí vit ikki í nóg stóran mun varnast, hvat ástøðið er, ið tosað verður útfrá.
Sjálvandi ber tað til at skifta orð ímillum ymisk ástøði. Men, hetta krevur sakligt tilvitað umhugsni. Tað krevur tíð og verður ikki gjørt við vælljóðandi slagorðum. Eitt tvørfakligt orðaskifti krevur sakliga vitan, har alstórur dentur verður lagdur á kynstrið at lurta og kynstrið at orða sína útsøgn greitt í virðing fyri øðrvísi hugsandi.
Til tess at lýsa teir mongu træðrirnar kann verða nevnt eitt annað dømi úr einum øðrum heimsparti. Í báðum førum er spurningurin hin sami : Hvat er eitt menniskja, og nær eru vit menniskju, t.v.s. á hvørjum lívfrøðiligum lívsstigi er tann til menniskju programeraða genetiska veran eitt menniskja?
Fara vit til fjareystur, so hava tey ein øðrvísi hugsunarhátt enn vit í Føroyum, tá talan er um átrúnað, kyn, politik og samfelag. Vegna tess at tálma stóra fólkavøkstrinum er kvota á barnatalinum, ið eini hjún kunnu fáa. Tá tann sosiali arvurin metir dreingjabørnini hægri í tign, ber hetta við sær, at fullborin vælskapt gentubørn verða tikin av døgum. Orsøkin er einfalt hon, at barnið er ein genta, ið eftir ætlan og høgum ynski átti at verið ein drongur.

Er eitt brekað fólk eitt menniskja?
Sjálvt um tað fer mær kalt niður eftir rygginum at orða eina slíka yvirskrift, so seti eg henda spurningin á aðalfundi hjá MBF. Spurningurin er settur til tess at ruska í vanliga vanahugsan. Spurningurin hevur ein brodd so mangar vegir, bæði har svarið er ja ella eitt hálvt ja. Har svarið er nei ella eitt hálvt nei. Eisini ein brodd móti tí hugsan, ið bæði svarar ja og nei.

Hin kristna trúgvin
Hin kristna trúgvin svarar sannførd, at lívið er heilagt, tað er givið av Guði. Menniskjan er krúnan av skaparverki Guðs og er skapað í hansara mynd. Í stuttum er hetta eitt rímiligt svar til tann kristna hugburðin til lív og deyða. Lívið er guðgivið, og í Guðs hondum liggur bæði byrjanin til lívið og lívslok.
Sæð út frá hesum sjónarhorni er svarið jaligt. Tá lívið er gudgivið, so eru øll menniskju skapt í Guðs mynd, og tess vegna eru øll fólk menniskju uttan mun til útsjónd, kyn og førleika.
Hetta er gott og ljóðar væl. So hava vit sum kristin okkara viðurskifti í lagi, ella hava vit veruliga tað? Er svarið, ið kemur til rætta tíð á røttum staði, ikki ein fjaldur hálvur sannleiki. Vit siga ja, men bera okkum bæði sum einstaklingar og samfelag at, sum um vit svaraðu nei. Vit taka ikki í nóg stóran mun atlit at teimum, ið fingu ein øðrvísi gerandisdag. Ástøðið er á góðari leið, men tann verkligi parturin liggur á láni.
Hin kristna trúgvin er meira enn ástøði, vøkur hugsan og føgur orð. Tað er gott at hava góða ætlan, hugsa tað góða og vakra. Men tað er ikki nóg mikið við atliti at tilveru og degi. Tilveran er ítøkilig, lívið er jarðligt, og tað slær eitt heitt hjarta í hvørjum mannakroppi. Hin kristna trúgvin er ætlað at steðga á hjá tí neyðstadda og inna miskunnarverk. Hin kristna trúgvin má hava menniskjansligan kropp og ikki klæðast í gudaham.
Um vit sum kristin taka jørðina í álvara og samstundis taka ástøðið í álvara, so er kravið orðað og vent móti mær sjálvum. Eg má gera nakað munagott, annars viknar tann ástøðiligi sannleikin, at menniskjan er skapað í Guðs mynd.
Dvølur hin kristna trúgvin ímillum ástøði og tilveru, og hesir báðir partarnir av trúnni verða tiknir í álvara, so elur hetta fram hóvliga evnisviðgerð. Tað er tvørrandi vísdómur, tá vit, sum ikki megna at klæða ástøði í verkligan búnað, nýta hørð orð og sýna tvørrandi virðing fyri sjónarmiðum teirra, ið hava aðra áskoðan ella eina áskoðan, sum partvíst víkur frá okkara.
Hin kristna trúgvin eigur ikki at lata sær orðini lynda. Gerandisdagurin staðfestir trúvirði. Og er lívið heilagt, ja so mega vit gera nakað við tað, fremja ábøtur, skapa umstøður, tala sak teirra ómælandi.

Guðs dómur í nútíðar søgur
Seinast í undan farnu øld møtti eg einum pápa, ið átti ein vaksnan evnaveikan son. Pápin greiddi mær við grátandi rødd frá eini skelkandi útsøgn, stutt eftir at sonurin var føddur nýgiftum hjúnum.
Vit eru stødd í kristnum umhvørvi, har tað verður prædikað, at lívið er heilagt, at lívið ikki vellur fram av tilvild. Alt stendur í Guðs hondum, Guð er góður, og alt er gott.
So fær hetta unga parið ein son, ið var ófullførur, óhjálpin og tarnaður. Nú var hin góði lívsins Guð ikki at kenna aftur, tí sagt varð : Tit hava fingið ein evnaveikan son sum eina áminning og eina revsing frá Guði, tí tit ikki gjørdu......
Vit kunnu øll gera eitt mistak, men persónliga hóvar mær als ikki eina slíka útsøgn, tí hon niðurskrivar virðið á tí einstaka menniskjanum. Við hesari fatan er menniskjan ikki ein dýrabær virðismikil eind skapað í Guðs mynd. Menniskjan verður niðurskrivað sum lønar- ella revsingaramboð í Guðs hondum. Skikkar tú tær væl, føðir tú vælskapt børn. Skikka tit tykkum illa, so revsar Guð við einum brekaðum barni.
Persónliga taki eg frástøðu frá hesi fatan. Skrivaði mína áskoðan á hesi viðurskifti í blaðgrein. Greinin ber heitið : Eg trúgvi á Guð teirra brekaðu. 1)
Í viðgerðini av teim sinnissjúku nevnir Doris Hansen nakað, ið ber á sama bógvin. Hon lýsir støðu teirra sinnissjúku og sigur : Viðgerðin, hesir sjúklingar hava fingið gjøgnum tíðirnar, er heilt ófatilig fyri okkum, sum liva í dag. Tann hugsanin var leingi galdandi, at best var at pína alt tað ónda úr tí svaka. Tað vórðu uppfunnin nógv tól og nógvir viðgerðarhættir, fyri at fáa tey svøku sannførd um, at tey áttu at betra seg. Henda viðgerð var rópt moralsk viðgerð. 2)




Søguligt baksýni
Tá vit hugsjónarliga líta aftur í tíðina, so sæst við tað sama, at mannavirðið er økt munandi tey mongu seinastu árini. Talan er nú um rætt og rættindi, meðan avvarðandi áður máttu ganga eina biddaragongd vegna síni kæru, ið onkursvegna ikki megnaðu at greiða sín gerandisdag sjálvi.
Í tí gamla rómverska stórveldinum tosaði heimsspekin um mannavirðið. Tey brekaðu og tey, ið vóru lívveik við føðing, høvdu ikki gott í væntu. Lívsvirðið var ájavnt við tað, ið hvør einstakur kundi avrika sær sjálvum og samfelagnum at gagni. Kundi einki verk verða lagt úr hondum, ja so var virðið ivasamt ella avskrivað.
Ógvuliga týðuligt kemur hetta til sjóndar í áskoðanini á gomul og eldri fólk. Tann størsti parturin av fólkinum var trælir, t.v.s. tey høvdu ikki politiskt og sosialt frælsi. At vera trælur var ein ógvuliga ymisk tilvera, alt eftir hvat yrki og førleika ein hevði. T.d. vóru bæði læknar, pedagogar og lærarar trælir. Hesin politiskt ófrælsi bólkurin fevndi frá djúpastu armóð til eitt lív í marglæti og yvirflóð.
Tann áskoðan var galdandi, at menniskjan varð líknað við eitt amboð. Tá arbeitt verður á markini, og spakin brotnar, - ja so fært tú tær ein nýggjan spaka. Tá trælurin ikki longur megnar sítt arbeiði vegna heilsu ella aldur, - ja so fært tú tær ein nýggjan træl. Meðan spakin varð kastaður burtur, so varð trælurin settur til síðis. Tann veiki trælurin fekk minni og minni at eta fyri hvønn dag. So viknaði hann spakuliga og doyði rættiliga skjótt. So var ein nyttuleysur muður minni at metta. 3)
Nú er búsetingin á okkara leiðum munandi yngri enn tað rómverska stórríkið, men eingin ivi er um, at nakað av hesi hugsan hevur verið í okkara egna umhvørvi. Tá hugt verður aftur í tíðina so er týdningarmikið, at vit geva søguni gætur. Tað er ivasamt, um vit kunnu leggja nútíðar orð og fyribrigdi inn yvir ta farnu tíðina. Bókin hjá Doris Hansen lýsir nágreiniliga, at støða teirra brekaðu var alt annað enn góð.
Lógir og kunngerðir vísa bæði í dag og fyrr, hvørja áskoðan statsvaldið hevur og hevur havt á tey fátæku og brekaðu. ... Serliga týðiliga kemur henda áskoðan fram í mátanum, hjálpin til fátæk og brekað varð givin kring landið. 4)
Eisini bókmentirnar geva eina greiða ábending. Barnabókin Krypilin lýsir støðuna hjá einum ungum drongi, ið var føddur við kúlu á rygginum. Dreymur foreldranna um framtíðina hjá soninum viknaði, so hvørt likamsbrekið gjørdist sjónligari. Avmarkaður likamsførleiki, avmarkaðir møguleikar. At so brekið elvdi til so svára happing, at Martin sum smádrongur hugsaði um at taka sítt egna lív sigur almikið um veruleika teirra brekaðu.