- Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 milliónir krónur av um árið til nýggj læknastørv. Hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við so hvørt skikkaðir umsøkjarar [...] tilbúgving má vera á einum ávísum stigi fyri at vera forsvarlig. Við øðrum orðum er tað soleiðis, at sjálvt um vit velja at integrera okkum í eitt útlendskt stórt sjúkrahúsverk, verða minstukrøvini til akuttførleikan [...] , tí upplýsingar á internetinum, og í miðlum, fara at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum er líka góð sum aðrastaðni. - Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum er
hava tosað um nú í langa tíð. Hann vísir á, at nú ætlanin er at nýskipa fiskivinnuna í Føroyum, mugu politikarar hugsa um samfelagið Føroyar sum eina heild. - Nyttar tað nakað at tingast um fiskidagar [...] hevur eisini sett eitt roknistykki upp, har hann sigur, at føroyingar útflyta 400.000 tons av fiski um árið, og tað er lágt sett. Samstundis vísir hann á, at í miðal fáa danskar fyritøkur 19,68 krónur fyri [...] Atgongdin til marknaðin er avgerandi, og tað er ikki smávegis hjá føroyskum politikarum at taka avgerðir um eitt meirvirði á seks milliardir krónur, heldur fólkatingsmaðurin. Hann heldur, at fremsta endamál
legendir vóru komnar á gátt gjøgnum røddini á Ingolf. Hann var havnarmaður um ein háls, og hartil vildi hann Føroyar fram í øllum lutum. Hann arbeiddi við posti, á Elektron, sum útróðrarmaður, og seinni mongu [...] var blivin beista tungur. Tíbetur kundu øll børnini vera um hann, nú hann stillisliga segði hesi verðini farvæl. Eftir situr Súna við minninum um ein góðan mann, sum altíð var rættvísur, og vildi tað besta [...] Ein partur av frítíðini bleiv brúktur á trøðni í Havnardali, har jóladøgurðin bleiv gøddur gjøgnum árið. Saman við Súnu vitjaðu tey dúgliga síni nærmastu, og abbabørnini fara at sakna guitarspæli, sangin
øllum flokkum á tingi tosa um at leggja Norðoyatunnilin og Vágatunnilin sum trygd fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlunum. Eg fari at minna á, at orsøkin til, at privata verkætlanin um Skálafjørð ikki gjørdist [...] Klaksvík. Tá teir keypa sær bil, rinda báðir skrásetingargjøld og MVG til landskassan. Tvær ferðir um árið rinda báðir veggjald til landskassan, og hvørjaferð A og B fylla brennievni á bilarnar, rinda teir [...] lánini eru afturgoldin, og tunnilsgjøldini avtikin. Vit hava eisini sæð tveir løgfrøðingar úttala seg um júst hendan spurningin, og báðir koma til somu niðurstøðu, nevniliga at tað er einki í lógini, ið leggur
oyggjaleikunum í 2015. Nuka Kleemann játtaði at stilla upp til eina samrøðu um ítróttin í Grønlandi. Nuka duldi ikki, at hann er fegin um tað góða sambandið, sum er millum ítróttarsambondini í Føroyum og í Grønlandi [...] oyggjaleikunum í 2019. Droymir um 2023 Grønlendska ítróttarsambandið rundar tey 60 árini í ár, og nógv verður gjørt burturúr í Grønlandi í sambandi við tað runda árið. Í 2023 fer grønlendska ítrót [...] ein sterk tjóð í hondbólti og í tae-kwondo, og har kappast grønlendingar nógv í altjóða kappingum. Grønland hevur eisini áður spælt seg í HM-endaspælið í hondbólti gjøgnum panamerikanskar undankappingar
og ein verkfrøðing, at meta um málið og at gera eina meting av, hvat loysir seg best samfelagsbúskaparliga. Jenis av Rana hevur sostatt ikki gjørt upp við seg sjálvan um tunnilin skal vera privatur ella [...] seg best fyri samfelagið. - Tað er eingin ivi um, at tunnilin skal gerast. Men vit hava ikki ráð til at at lata milliardaupphæddir fara av landinum óneyðugt, um so er, at tað loysir seg betri fyri samfelagið [...] feløg sluppu upp í part, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana hugsar eisini nógv um treytirnar hjá privata tunnilisfelagnum um, at landið má ikki gera íløgur í samferðslukervið, sum broyta fortreytirnar fyri
higartil er framt, og fyriliggjandi ætlanir um broytta fiskivinnulóggávu. Har vendist ikki aftur. Jacob Vestergaard er nú komin alment fram við sínum ætlanunum um, at fiskivinnan í Føroyum endaliga skal [...] hetta er okkara felags tilfeingi. Heldur kundi heitið verið “Tjóðarogn”, so ongin ivi er um, at her er talan um tilfeingi, ið onkursvegna skal koma øllum borgum til góðar. Landið skal ikki kunna diskriminera [...] veruleiki. Landsstýrið hevur megnað at grivið djúpar gjáir millum føroyingar seinasta árið. Bæði bókstaviliga, við at økja um stættarmunin, men eisini í yvirførdum týdningi, við at kloyva fólkið í tvey. Tey
sum framføra, fyrireika seg minst líka væl, sum vit gera, men alt snýr seg um, hvussu tað riggar á kvøldinum. Tað snýr seg um at framføra og levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá skal alt rigga. Kiksar [...] endaligi vinnarin skal finnast. Jógvan og Stefanía eru nummar fimm í røðini leygarkvøldið. Nógv at hugsa um Framførslan í Grand Prixnum er tríggjar minuttir til longdar, og allir smálutir eru lagdir til rættis [...] hjálp, men tað er eitt trýst, tí einki má og skal kiksa, sigur Jógvan Hansen. Hava ein kjans Okkurt árið hevur greiður favorittur verið til at vinna íslendska Grand Prixið, men hesaferð tykist kappingin
sum hann hevði um hendið varð gjørt ordiligt og seyðurin var einki undantak Góða gumman hvíl í friði. Góðu børn, ommu/abbabørn og langommu/langabbabørn, eg veit at tit hava bara góð minnir um tykkara foreldur [...] eg hevði tað altíð sera gott. Eg tosaði við ein mann á keiini, sum er nakað eldri enn eg, vit tosaðu um ymiskt, har ímillum gummuna, tá segði hesin maðurin, ja, eg fekk altíð einar skóleistar frá henni, [...] Eftir kríggi sigldi Ásmund við týskum trolarum, tað gjørdu føroyingar eftir kríggið, hann tosaði ofta um tíðina við týskarunum. Ásmund dugdi væl at siga frá, tað hevði hann ikki frá fremmandum. Í Ravnsoynni
horna, so Føroyar ikki øktu um leiðsluna til 2-0. So var tað, at Eysturríki síðsta korterið av fyrra hálvleiki skoraði trý mál. Talan var um skammlop í føroysku verjuni og um mál, sum føroyingarnir iðraðu [...] síðani, at okkara menn hava verið undir. Talan var um fleiri góðar støður og onkran heilt stóran møguleika, uttan at tað eydnaðist heimaliðnum at økja um leiðsluna. Tá ið tað restaði ein hálvur tími, vóru [...] sendi bóltin í netið, og tað var 1-0 til Føroyar. Og í 28. minutti var tað um reppið, at Sonni Ragnar Nattestad og Føroyar øktu um leiðsluna. Brandur Hendriksson Olsen legði við frísparki fram í brotsteigin