Djúpa røddin tagnað - Minningarorð um Ingolf av Kamarinum

11. oktober 1944 - 12. august 2014

----

Hvørt ár móti jólum hev­ur hann verið trúgvur í út­varp­inum. Klassiski jóla­sangurin. Góði jólamaðurin. “Hoyr – nú syngur abbi” kundu børn­ini siga abbabørnunum. Og jólini fingu eina triðju dimen­sión – sangurin, jóla­mað­urin og abbin gingu upp í eina hægri eind, sum við Ingolf harmoneraði so sera væl. Hann hóskaði til gleði­boð­skapin.
Týsdagin dró hann andan fyri seinastu ferð. Og djúpa røddin er tagnað. Live. Men vit fara framvegis at hoyra hann.
Ingolf Jákup Jakobsen, ella Ingolf av Kamarinum, and­aðist aftaná at hava stríðst við sjúku seinastu árini.
Hann gjørdist 69 ár.
Hann var eitt gott menn­iskja, sum altíð hevði tað góða orðið til tað og tey, hann hevði við at gera.
Góðsliga lyndi gjørdi, at tað var altíð hugaligt at vitja Ingolf og Súnu. Hann hevði ein livandi áhuga fyri tí, sum børnini og teirra familj­ur fingust við. Stuð­ul­in var treytaleysur og heil­hjartaður.
Í fimti árunum gingu tey av Kamarinum á odda í før­oyskum populer tónleiki. Í hálva øld hava tey og fleiri av teirra eftirkomarum sett dám á føroyskan tónleik. Ingolf var djúpa røddin í hesum systkina tónleikafyribrigdi.
Mong munnu tey vera, sum minnast góðar løtur við sanginum hjá Ingolf og teimum. Fyri tveimum árum síðani vísti hann mær tann heiður at leiða dóttrina eftir kirkjugólvinum. Í brúðar­hús­inum vóru vit nøkur, sum upplivdu hann syngja “slagarar” frá fimti- og seksti árunum. Tað kendist eins og legendir vóru komnar á gátt gjøgnum røddini á Ingolf.
Hann var havnarmaður um ein háls, og hartil vildi hann Føroyar fram í øllum lut­um. Hann arbeiddi við posti, á Elektron, sum út­róðrar­maður, og seinni mongu árini sum stuðul innan almannaverkið. Tað var eyð­sæð, at hann dugdi at fara við teimum, sum tørvaðu dagliga hjálp. Ingolf hevði per­sónligu eginleikarnar, sum krevja tolsemi og inn­livan, og hetta merkti hansara atburð í øllum tí, hann tókst við.
Ein partur av frítíðini bleiv brúktur á trøðni í Havnar­dali, har jóladøgurðin bleiv gøddur gjøgnum árið.
Saman við Súnu vitjaðu tey dúgliga síni nærmastu, og abbabørnini fara at sakna guitarspæli, sangin og trygga, vælmeinandi prátingarlagið, sum tey kundu hava við Ingolf abban.
Hann var altíð fúsur at hjálpa, tá ið okkurt handa­ligt skuldi gerast. Sum hann einaferð tók til: “Eg eri jú abbasonur Magnus á Kamarinum, so okkurt skal eg helst duga við hondunum”.
Honum dámdi væl at tosa um politikk, vinnu, veð­ur og vind. Men seinastu tvey árini hevur lívsins róður verið tungur við aftur­vendandi sjúku, og nú gjørdist brekkan ov brøtt. Sítt lætta lyndi hevði hann tó til tað síðsta, og dugdi at taka til. Fyri tveimum vikum síðani lá hann á 12. hædd á Ríkissjúkrahúsinum, har útsýnið yvir Keypmannahavn er avbera gott. Vit umrøddu hetta, men so helt Ingolf: “Jú, útsýnið er gott, men nú eri eg farin at troyttast av tí!”
Helst var tað hansara undirspældi máti at siga, at róðurin var blivin beista tungur. Tíbetur kundu øll børn­ini vera um hann, nú hann stillisliga segði hesi verð­ini farvæl. Eftir situr Súna við minninum um ein góðan mann, sum altíð var rætt­vísur, og vildi tað besta. Børn, abbabørn og vit, sum eru komin inn í hesa ser­stak­liga dámligu familju, hava ógloymandi løtur at ríka okkara ferð fram á leið.
Men, sum systir Ingolf segði so beinrakið, tá ið ein vakur sangur var sungin eina stilla løtu: “Tann djúpa rødd­in manglar!”
Friður veri við minninum um Ingolf av Kamarinum
-----
ÓG