Síðsta bríksl hevur verið suðuri í Eysturríki, har Føroyar í kvøld hava spælt HM undankappingardyst.
Tað endaði 3-1 til heimaliðið. Hetta er frægasta úrslitið hjá føroyska liðnum á útivølli ímóti Eysturríki. Í 1991 – árið eftir tiltikna 1-0 sigurin ímóti Eysturríki – endaði tað 3-0 á útivølli ímóti Eysturríki. Størsti sekkurin á útivølli ímóti Eysturríki er 6-0 tap.
Hálvleiksstøðan í kvøld var 3-1, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki vóru Føroyar undir sovornum trýsti, sum tað man vera langt síðani, at okkara menn hava verið undir.
Talan var um fleiri góðar støður og onkran heilt stóran møguleika, uttan at tað eydnaðist heimaliðnum at økja um leiðsluna.
Tá ið tað restaði ein hálvur tími, vóru fleiri skiftingar gjørdar. Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen vórðu settir á vøllin. Serliga Patrik Johannesen var eyðsýndur.
Í sambandi við skiftingarnar varð Brandur Hendriksson Olsen fluttur eitt sindur úr vinstru og á sentrala miðvallarpláss. Tá eydnaðist tað betri at varðveita bóltin, og tað bar aftur við sær, at trýstið ímóti føroyska málinum linkaði.
Síðstu løtuna vóru NSÍ spælararnir Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen á vøllinum. Ynskistøðan hevði verið, at Petur Knundsen hevði skorað. Tað hevði borið yvirskriftir í Eysturríki við sær, at sonur málverjan í sigrinum í Landskrona var málskjútti, men soleiðis varð tað ikki í kvøld.
Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru føroyingarnir í tiltiknu barrónasongini.
Eftir at heimaliðið fyrstu løtuna royndi at leggja trýst á, fótaði føroyska liðið sær, og fleiri ferðir sá tað ljóst út, tí føroyingarnir vóru væl skipaðir í verjupartinum, og spælararnir vóru kaldir og hugsaðu skjótt og væl, tá ið teir høvdu tak á bóltinum.
So var tað, at Føroyar løgdu seg á odda, og føroyingar frammanfyri sjónvarpið í huganum vórðu drignir aftur til 12. september í 1990, tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Eysturríki.
Tað var í 19. minutti, at Jóan Símun Edmundsson við horna legði inn fyri úr høgru, og Sonni Ragnar Nattestad við høvdinum sendi bóltin í netið, og tað var 1-0 til Føroyar.
Og í 28. minutti var tað um reppið, at Sonni Ragnar Nattestad og Føroyar øktu um leiðsluna. Brandur Hendriksson Olsen legði við frísparki fram í brotsteigin, Sonni Ragnar var hægstur við handara stólpa, og málverjin stórbjargaði til horna, so Føroyar ikki øktu um leiðsluna til 2-0.
So var tað, at Eysturríki síðsta korterið av fyrra hálvleiki skoraði trý mál.
Talan var um skammlop í føroysku verjuni og um mál, sum føroyingarnir iðraðu seg ógvuliga nógv um, tí tey vóru øll eftir deyðbóltar og skjót álop ella við øðrum orðum við uppskriftini, sum føroyingar plaga at brúka. Verjan var tá ikki so sannførandi.
Mikukvøldið verður síðsti dysturin á hesi ferðini. Hann verður í Skotlandi.
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad 19.
1-1: Dragovic 30.
2-1: Baumgartner 37.
3-1: Kalajdziz 44.
Føroyar: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal (Jákup B. Andreasen, 59.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (Jóannes Bjartalíð, 58.), Hallur Hansson (Klæmint A. Olsen, 80.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (Petur Knudsen, 74.), Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 58.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Rógvi Baldvinsson, Dan í Soylu, Tróndur Jensen.
Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze