Nuka Kleemann, forseti í tí grønlendska ítróttarsambandinum var til resepsjónina hjá Jersey, sumvar í Hamilton á Bermuda, mikudagin í farnu viku. Resepsjónin var í samband við, at Jersey skal hýsa oyggjaleikunum í 2015.
Nuka Kleemann játtaði at stilla upp til eina samrøðu um ítróttin í Grønlandi. Nuka duldi ikki, at hann er fegin um tað góða sambandið, sum er millum ítróttarsambondini í Føroyum og í Grønlandi, og hann undirstrikar, at Grønland bakkar Føroyar upp í okkara royndum at hýsa oyggjaleikunum í 2019.
Droymir um 2023
Grønlendska ítróttarsambandið rundar tey 60 árini í ár, og nógv verður gjørt burturúr í Grønlandi í sambandi við tað runda árið. Í 2023 fer grønlendska ítróttarsambandið at runda tey 70 árini, og dreymurin hjá Nuka er, at Grønland skal hýsa oyggjaleikunum í 2023 í tí grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
– Ítróttarfólk seta sær stór mál, og tey droyma stórar dreymar. Hví skulu vit grønlendingar ikki eisini seta okkum stór mál? Tað hevði havt sera stóran týdning fyri ítróttin í Grønlandi at hýst leikunum í 2023.
Arctic Games og Island Games
Grønland er ein sterk tjóð í hondbólti og í tae-kwondo, og har kappast grønlendingar nógv í altjóða kappingum.
Grønland hevur eisini áður spælt seg í HM-endaspælið í hondbólti gjøgnum panamerikanskar undankappingar. Hini ítróttarfólkini í Grønlandi kappast í stóran mun á Arctic Games, sum eru vetrarleikir fyri Sámaland, Alaska, Nunavut í Kanada og Grønland. Ítróttarfólk, sum kappast í greinum, sum ikki eru vetrarítróttargreinar, kappast á Island Games – oyggjaleikunum. Nuka greiðir frá, at vanligi frimulin er, at seniorar kappast á oyggjaleikunum, meðan juniorar kappast á teimum arktisku vetrarleikunum.
Gingið illa
hjá Grønlandi
Tá vit prátaðu við Nuka gjørdist hann hugtungur, tá vit spurdu hann hvussu nøgdur hann var við tey grønlendsku avrikini á oyggjarleikunum. Hann segði, at tað høvdu verið nógv vónbrot í nógvum ítróttargreinum, og serliga harmur var hann um, at stóri grønlendski badminton-spælarin, Bror Madsen ikki fekk heiðursmerki í einmansleiki.
Seinni í vikuni, tá vit hittu Nuka aftur, stóð hann og fegnaðist saman við 50 øðrum grønlendingum um gullheiðursmerki hjá Bror Madsen og Tatsii Pedersen í tvímansleiki. Og hann fór eisini út á vøllin og klemmaði teir báðar gullvinnararnar hjartaliga.
Duppult silvur í fótbólti
Tað eydnaðist bæði fótbóltsmonnunum og fótbóltskvinnunum at vinna silvur, aftaná finalutap ímóti Bermuda. Í mansfinaluni kendu grønlendingar seg tó burturdømdar, tá dómarin dømdi eitt brotsspark til Bermuda í teimum allarseinastu minuttunum.
Sama brotssparkið avgjørdi dystin, og gav vertstjóðini gullmerki. Grønlendskir miðlar hava ikki verið blíðir um dómaraavrikið í Hamilton farna fríggjadag.
FIFA-viðurkenningin verður loyst
Enn hevur grønlendskur fótbóltur ikki fingið altjóða viðurkenning, men Nuka undirstrikar, at tað málið fer at verða loyst av sær sjálvum:
– Tá Grønland gerst ein sjálvstøðug tjóð í framtíðini blíva vit limir í bæði altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, og í altjóða olympisku nevndini, IOC. Í hondbólti kappast Grønland í Pan-Amerika, men grønlendska fótbóltssambandið vil heldur fara tann evropeiska vegin, og gerast limur í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA.
– Sersambondini taka suverenar avgerðir, so vit blanda okkum ikki uppá hvat grønlendska fótbóltssambandið, og onnur sersambond gera, undirstrikar Nuka Kleemann, sum gleðir at koma til Føroya í 2019, og droymir um taka ímóti føroyingum á oyggjaleikunum í Nuuk í 2023.