Alt snýr seg um tríggjar minuttir

- Tað snýr seg um at framføra og levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá skal alt rigga. Kiksar nakað, ja, so hevur tú ongan kjans í kappingini, sigur Jógvan Hansen, sum leygarkvøldið syngur í finaluni í íslendska Grand Prixnum

Sangur, framførsla, útsjónd, flytingar, eygnabrá, ja, alt skal rigga og ganga upp í eina hægri eind, tá ið Jógvan Hansen og Stefanía Svavarsdóttir leygarkvøldið verða við í finaluni í íslendska Grand Prixnum leygarkvøldið.

Tað er fyrsta treytin fyri at hava ein kjans at vinna Grand Prix, sum hevur verið sær luttøku í europeisku kappingini í Svøríki í mai.

- Tað er í grundini ørt, at eg havi brúkt tveir mánaðir til eina framførslu, sum varðar tríggjar minuttir, men tað eru treytirnar í Grand Prixnum, sigur Jógvan Hansen.


Sjey sangir kappast

Hesaferð hevur íslendska Grand Prixið verður skipað við tveimum innleiðandi kappingum og einari finalu. Farna vikuskiftið vóru innleiðandi kappingar fríggjakvøld og leygarkvøld, og tá komu tríggir sangir víðari frá hvørjum umfari.

Harafturat hevur ein dómarabólkur valt ein av innsendu sangunum, sum ikki varð sloppin við í kappingina í fyrstu syftu, til finaluna, og tað verða sostatt sjey sangir, sum kappast í finaluni.

Innleiðandi umførini vóru hildin hjá íslendska kringvarpinum, men leygarkvøldið verður stórsligni salurin í Harpuni tikin í brúk, tá ið endaligi vinnarin skal finnast.

Jógvan og Stefanía eru nummar fimm í røðini leygarkvøldið.


Nógv at hugsa um

Framførslan í Grand Prixnum er tríggjar minuttir til longdar, og allir smálutir eru lagdir til rættis í minstu detaljur.

- Vit hava koreograf og stylist at hjálpa okkum við, hvussu vit framføra sangin. Vit skulu vita, hvussu vit flyta okkum á pallinum, hvat vit gera við armar og bein, meðan vit syngja, og vit fáa sjálvandi eisini hjálp til at lata okkum í, sigur Jógvan Hansen.

- Hetta er neyðugt, og tað er gott at fáa so góða hjálp sum gjørligt til framførsluna, so at hon riggar í sjónvarpi. Í innleiðandi kappingini sóu vit, at onkur framførsla kiksaði eitt sindur, og so kom sangurin ikki víðari, hóast hann saktans kundi verið komin í finaluna, sigur hann.


Einki má kiksa

Hóast Jógvan Hansen hevur sera nógvar royndir at framføra til stór og krevjandi tiltøk, kann einki samanlíknast við luttøkuna í Grand Prixnum.

- Øll tey, sum framføra, fyrireika seg minst líka væl, sum vit gera, men alt snýr seg um, hvussu tað riggar á kvøldinum. Tað snýr seg um at framføra og levera vøruna í tríggjar minuttir, og tá skal alt rigga. Kiksar nakað, ja, so hevur tú ongan kjans í kappingini.

- Tí er stórt trýst á okkum, sum framføra í Grand Prixnum, og av øllum teimum framførslunum, sum eg havi havt gjøgnum árini, er tað til Grand Prixið, at eg havi havt mest nervar. Tú hevur eitt skot, og tað skal raka plett.

- Tað hjálpir okkum sjálvandi, at vit hava vant sera nógv alla framførsluna, og tí kunnu vit vónandi slappa eitt sindur av, tá ið vit standa á pallinum, tí vit kenna okkum trygg í tí, sum vit gera. Royndirnar, sum vit annars hava, eru eisini ein góð hjálp, men tað er eitt trýst, tí einki má og skal kiksa, sigur Jógvan Hansen.


Hava ein kjans

Okkurt árið hevur greiður favorittur verið til at vinna íslendska Grand Prixið, men hesaferð tykist kappingin at verða meira jøvn og opin.

- Áhugin fyri okkara sangi hevur verið stórur, og vit hava fingið sera nógv rós. Sjálvandi ber ikki til at gera øllum til vildar, tí fólk hava ymiska hugsan um tónleik og framførslu, men samanumtikið hava vit fingið sera positivar reaktiónir, sigur Jógvan Hansen.

- Tað er eingin greiður favorittur til kappingina hesaferð, og tí hava vit kanska eisini ein kjans í finaluni. Tað kann tað sama verða vit, sum vinna, sum onkur tað verður onkur annar. Í øllum førum halda eg, at vit hava ein góðan sang.