Skulu taka avgerð um seks milliardir

- Tað er hetta, føroyskir politikarar skulu hugsa um í hesum døgum

- Útflutningurin hjá føroyingum av fiskavørum skal minst tvífaldast upp í 12 milliardir krónur.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, heldur at tað er hetta, sum skal verða grundarlagið undir tí fiskivinnunýskipan, allir politikarar í Føroyum hava tosað um nú í langa tíð.

 

Hann vísir á, at nú ætlanin er at nýskipa fiskivinnuna í Føroyum, mugu politikarar hugsa um samfelagið Føroyar sum eina heild.

- Nyttar tað nakað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald og uppboðssølu, hava vit ikki frammanundan gjørt okkum greitt, hvat ið samfelagið Føroyar vil við fiskivinnuni, spyr Edmund Joensen.

 

Sum vit lósu á in.fo nú ein dagin, hevur hann gjørt eina kanning sum vísir, at útflutningurin hjá føroyingum av fiskavørum kann minst tvífaldast.

- Í dag útflyta føroyingar fiskavørur fyri seks milliardir, men tað kann sum einki tvífaldast og hækkast upp í 12 milliardir, heldur fólkatingsmaðurin.

Men ein treyt er, at tollforðingarnar fyri at útflyta til ES, verða tiknar burtur. Ein onnur treyt er, at føroyingar virka fiskin meiri.

Men ein onnur treyt er eisini, at fiskurin, føroyingar fiska, verður avreiddur í Føroyum.

Edmund Joensen sigur, at tískil má fremsta uppgávan hjá føroysku politikarunum vera at útvega føroyingum tollfría atgongd til marknaðin í ES.

 

- Atgongdin til marknaðin er avgerandi, og tað er ikki smávegis hjá føroyskum politikarum at taka avgerðir um eitt meirvirði á seks milliardir krónur, heldur fólkatingsmaðurin.

 

Hann heldur, at fremsta endamál við eini fiskivinnunýskipan má vera, at hon skal verða til gagns fyri Føroya land og alt samfelagið hjá okkum.

- Føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosialliberalum politikki, har ein fræls vinna í rímiligan mun er við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum, sigur hann

 

Fólkatingsmaðurin sigur, at tá ið ES-tollmúrurin er lækkaður, ella heilt tikin burtur, fer tað av álvara at loysa seg at virka fisk í Føroyum.

- Eitt dømi um hetta, er, at samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík, hevur longu keypt eitt virki í Týsklandi – innan fyri tillmúrin – so at fiskurin kann virkast har, heldur enn í Føroyum.

 

Edmund Joensen hevur eisini sett eitt roknistykki upp, har hann sigur, at føroyingar útflyta 400.000 tons av fiski um árið, og tað er lágt sett.

 

Samstundis vísir hann á, at í miðal fáa danskar fyritøkur 19,68 krónur fyri kilo, tá tær útflyta óvirkaðan fisk, og 42,21 krónur fyri kilo, tá tær útflyta virkaðaðar fiskavørur.

Siga vit so, at føroyingar útflyta helvtina av fiskinum óvirkaðan, ella 200.000 tons, høvdu vit fingið 3,9 milliardir fyri tað.

Men tilvirka vit hina helvtina, áðrenn vit útflyta hana, høvdu vit fingið 8,4 milliardir fyri tað.

 

- Tað merkir, at bara vit tilvirka helvtina av fiskinum, meira enn tvífaldast útflutningsvirðið, sigur Edmund Joensen.

 

 

- Tað hevur stóran týdning at leggja afturat, at her er bara talan um tann fiskin, føroyingar sjálvir fiska, sigur hann.

Men hann vísir á, at tað ber eisini til at innflyta fisk at virka á føroyskum virkjum  og síðani selja hann inn á meginlandið í Evropa.

 

Fólkatingsmaðurin sigur, at í hesum høpi eru Føroyar í tí hepnu støðu at vit eru fyrsta havn í Evropa, í útnorði.

- Føroyar liggja væl fyri á siglingarleiðum, og møguleikin er sostatt til staðar at gerast ein tilfeingisdepil, sigur Edmund Joensen.