at tey ikki fáa fatur á rávøru. - Vit fáa so nógva rávøru, sum vit vilja, men vit hava ongan, sum dugir at selja lidnu vøruna. Hann segði, at so hvørt, sum vit hava fingið fleiri sølufeløg í Føroyum, [...] tey vilja, og í hesum sambandi vísti hann á, at bæði stødd og aldur á fiski kunnu hava týdning fyri prísin, sum virkini vilja gjalda. - Tað, sum vit arbeiða við í landsstýrinum, er ikki liðugt enn, og enn [...] Anfinn segði, at teir, sum keypa fiskin og selja hann feskan av landinum, vilja hava hann í somu kassum, sum hann er í, tá ið hann kemur upp úr skipunum. Egil Olsen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum, er
dagsskránni: Tá kommunurnar verða javnari í stødd, verður eingin orsøk til at hava fleiri kommunufeløg, og kommunurnar fara at hava meira samljóðandi áhugamál. Tí fara kommunurnar at hava nógv størri slagkraft [...] umleið 77 % hava færri enn 1000 íbúgvar. Hetta broytist nakað eftir 1. januar í 2005, tá verða 67 % prosent av kommunum at hava minni enn 1000 íbúgvar. Men enn verða bert 3 kommunur at hava yvir 3000 íbúgvar [...] men heldur at tær í dag bæði eru so smáar og hava so fáar uppgávur, at tær ofta hvørki hava orsøk ella orku til at hava nakað serligt av umsiting - og tá ber sjálvsagt ikki til at skapa eitt professionelt
bilurin á verkstað, finna vit eitt gott verkstað. Skal barnið á stovn, verða eingi krøv sett". Metingin er ikki , at vit ikki hava gott fólk á okkara dagstovnum, tí tað hava vit og einans tí gongur tað ikki [...] eru 6-7 ár. Danska skipanin, sum vit í stóran mun hava kopierað, hevur frá tí vit tóku við, fingið fastan forskúla og í stóran mun lagt niður vanliga 10. flokk. Her hava vit, sum støðan er í fleiri ríkismálum [...] eldrarøktini, sum er sera krevjandi. Men aftur her hava vit valt at hava eitt samfelag, at børnini ikki hava stóran møguleika at taka sær av foreldrunum tá tey gerast gomul. Hetta pliktar. Tey gomlu skulu
seinasta parti (fimtu og sættu bók), sum kemur út næsta ár. Tey, sum hava sæð teir tríggjar filmarnar hjá Peter Jackson - og tey eru mong - hava helst eina hylling á hesi gongd. Filmarnir eru væl snaraðir, men [...] Tolkien lýst gjøgnum eina søguskygda litprismu og við eini sjarmu, so eingin ger honum tað eftir. Vit eru her stødd í tí tíðarleysa heiminum hjá Nornagesti og Høgna Gjúkasoni: Vær ríðum so fram á Fávnis ból, [...] Klivdali varð gjørt av, hvat skuldi gerast við ringin, og hvør skuldi vera ringberi, og sostatt lósu vit um, hvussu teir níggju í ringliðnum fóru undir sína drúgvu ferð. Við brúnna í Khasad-Dûm í Moriafjøllum
nú norðoyggjum hava keglast alment í fjølmiðlunum, tá talan hevur verið um at vinna valdøminum eitt nú landspolitiskar sømdir. Heldur enn at profilera sín egna persón í fjølmiðlun-um, hava politikararnir [...] verið tvídeilt, heldur enn at vit hava staðið saman mótvegis eitt nú landspolitiska myndugleikanum. Suðuroy sum heild hevur verið stórið taparin. Semjusøkjandi loysnir. Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, vórðu [...] profilering kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um. Vit kunnu tó ásanna, at henda stuttskygda og óhepna avgerð, enn eina-ferð hevur elvt til klandur og sundurlyndi í oynni. Tá Miðnámsskúlin varð
mangan, men ikki minst hetta síðsta árið, nú Nólsoyar kommuna og aðrar hava samráðst við Tórshavnar kommunu um samanlegging. Nólsoyingar hava víst dirvi undir hesum samráðingum, og teirra partur hev-ur ikki [...] ikki ligið eftir. Men so mikið størri er ábyrgdin hjá okkum í høvuðsstaðnum, nú vit hava bundið okkum til at gera kommunurnar saman betri førar fyri at veita borgarunum betri tænastur. Sjálvur var eg við til [...] Ítróttarliga hava nólsoyingar á fleiri økjum megnað nógv, og umstøður verða eisini gjørdar fyri, at teir kunnu megna enn meira. Farið er undir fótbólts- og ítróttarvøll á Mýruni, og skal hesin vøllur hava fulla
Barnaansingin Øll, ið vilja hava barn sítt ansa á Tvøroyri, tað veri seg vøggustova, barna-garður, útibarnagarður, dagrøkt ella frítíðarskúli, kunnu næstan ynskja hvar tey vilja hava barn sítt, so annað kann [...] Árni Dam blankt, og sigur, at russar koma heim seinni í hesum mána, og hava tær kommunur, ið hava áhuga, sama møgu-leika. Somuleiðis hava umboð fyri Tvøroyrar býráð verið á ferðavinnumessu í Flo-rida í summar [...] fáa ferðamannaskip at vitja okkara vøkru bygd og vøkru oyggj, sum vit meta er eins vøkur sum bæði Vestmannabjørgini og Kirkjubøur. Vit hava gott fólk sum arbeiðir við hesum máli, men tað tekur tíð. Gera bátahyl
teimum vit velja at umboða okkum lands- og kommunupolitiskt, at ganga undan í einum miðvísum, tvørpolitiskum yvirskipaðum arbeiði at menna oynna sum eina heild. Vilja vit munandi broytingar, mugu vit fremja [...] partvís her í oynni. Heldur ikki kunnu vit síggja burtur frá, at í londunum uttan um okkum er gongdin tann, at útjaðarøkini vikna í mun til meginøkini. Tí mugu vit ásanna, at tað ikki finnast lættar og [...] megnað at venda skeivu gongdini. Kommunupolitikarar hava tí skyldu at finna felags stev á eitt nú skúlaøkinum, eldraøkinum og mentunarøkinum, eins og tá umræður at skapa vinnuni bestu karmar at virka undir
samstundis ein fyrimunur fyri kommun-una, tí tá fáa vit skipað viðurskifti á hesum øki, ið gagnar bæði vinnuni og borgarunum. Tað eru ikki allar vinnufyritøkur, ið hava fíggjarligt grundarlag fyri at keypa stór [...] smáfyritøkur ? tað veri seg smá-entre-prenørar, lastbilaeigarar, busseigarar og maskineigarar ? fingu annaðhvørt til keyps ella leigu eitt stykki, sum hóskar teirra tørvi. Hesar fyritøkur hava ongastaðni at [...] stór ídnaðarstykki, og tí skal tað verða ein møguleiki at leiga stykki til endamálið. Vit hava eina vælvirkandi kommunala fyrisiting í Tórshavnar kommunu, sum hevur fullan førleika til at umsita leigustykki
brúkt uppá hesa setuna. Vit mugu samstundis ásanna, at vit høvdu ikki hóming av, at tað var eitt so drúgt og torført arbeiði at gera kommunalar útstykkingar. Loksins kunnu vit tó gleðast um, at nú er klárt [...] skiftini ikki komu uppá pláss. Vantandi fellur avgerðin í málinum skjótt, soleiðis at vit um stutta tíð kunna hava 12 grundstykkir afturat teimum 8, soleiðis at eini 20 hús koma við í hesa útstykking. [...] hjá Torkil Beder. Í hesum sambandi kann upplýsast, at arkitektarnir Rúni Abrahamsen og Eyðun Eliasen hava gjørt upp-skot um hvussu byggjast kann á øllum økinum, líka suður til Kirkjugjógv. Hetta øki verður