Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins á Tvøroyri
Oyggj okkara er eitt valdømi, har øll oyggjin landspolitiskt átti at drigið somu línu, men so er tíverri ikki. Nógv bendir á, at kommunuskipanin í oynni, sjálvsøknir politikarar og vanabundin hugburður eru partvísar orsøkir til, at so er.
Tað er eingin loyna, at tað millum báðar býirnar í oynni, sum fólkatalsliga eru javnt stórir, hevur verið ávís kapping. Líknandi kapping hava vit eisini sað millum eitt nú báðar teir størstu býirnar í landinum, nevnilig Tórhavn og Klaksvík. Sostatt er ikki talan um nakað serfyribrigdi í Suður-oy, ella nakað, sum ser-merkir fólkið, sum her býr.
Avleiðingar av omanfyri nevndu kapping millum býir, hevur tó havt ógvuliga ymiskar avleiðingar.
Hvat Tórshavn og Klaksvík, sum liggja í hvør sínum valdømi, viðvíkur, hev-ur kappingin millum bæði plássinum elvt til samanhald, styrki og harvið menning í hvørjum val-døminum sær. Tað er so at siga ókent, at kommunal- og landspolitikarar í eitt nú norðoyggjum hava keglast alment í fjølmiðlunum, tá talan hevur verið um at vinna valdøminum eitt nú landspolitiskar sømdir. Heldur enn at profilera sín egna persón í fjølmiðlun-um, hava politikararnir tvørtur um flokkspolitisk mørk og tvørtur um kommunumørk funnið felags stev, øllum valdøminum til frama.
Hvat teimum báðum størru býunum í Suðuroy viðvíkur, er støðan heilt øðrvísi. Kappingin millum báðar býirnar her suðuri, hevur havt við sær, at einstakir politikarar áhaldandi royna at tekkjast tí partinum av oynni, har teir meta seg fáa størsta persónliga politiska vinningin. Hettar hevur verið við til at birta upp undir gamalt kegl og stríð, eins og ávísir kommunalpolitikarar hava gjørt sær dælt av tvídráttinum millum báðar býirnar og latast verja borg, men sáa harvið sundurlyndi, heldur enn at søkja samstarv, samanhald og semju. Soleiðis hevur valdømið so at siga verið tvídeilt, heldur enn at vit hava staðið saman mótvegis eitt nú landspolitiska myndugleikanum. Suðuroy sum heild hevur verið stórið taparin.
Semjusøkjandi loysnir.
Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, vórðu eitt nú Felagsskúlin á Oyrarbakka og Sandoyar Meginskúli bygd-ir miðskeiðis í tí øki, teir vóru ætlaðir. Felags fyri hesar loysnir var m.a., at tær fyribyrgdu politiskum kegli og stríði millum bygdirnar í økjunum.
Miðnámsskúlin í Suðuroy.
Við løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 varð m.a. heimilað landsstýrinum at byggja Miðnámsskúla í Hovi. Samstundis varð heimilað landsstýrinum at byggja næmingaheim í tilknýti til skúlan. Uttan iva var her talan um eina skila-góða semjusøkjandi loysn, sum kundi verið við til at savna oynna um ein skúla- og mentunardepil.
Síðani rakti landsumfatandi búskaparkreppan land okkara og varð hettar væl ein høvuðsorsøkin til, at byggingin av Miðnáms-skúla í Hovi dró út.
Sum fyribils loysn varð bygningur í Vági innrættaður til Miðnámsskúla.
Við viðtøkuni av løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001 gjørdi undanfarna samgonga tað dáragerð at flyta Miðnámsskúlan til Vágs. Ein og hvør dugir at síggja, at hendan lóg var við til seta kílar millum økini í oynni. Hvørt talan var um persóns - og/ella flokkspolitiska profilering kunnu vit hvør sær gera okkum okkara tankar um. Vit kunnu tó ásanna, at henda stuttskygda og óhepna avgerð, enn eina-ferð hevur elvt til klandur og sundurlyndi í oynni.
Tá Miðnámsskúlin varð fluttur úr Hovi til Vágs, vórðu hvørki bygdaráðið í Hov ella aðrar kommunur í oynni tiknir við uppá ráð.
Hví søguliga plássið og náttúruvakra økið við Hov ikki var hóskandi at byggja Miðnámsskúla, man verða mongum ein gáta.
Suðuroy ein heild.
Nú umboð fyri landsstýrið fyri stuttum borðreiddu við einari umfatandi almennari íløgu í oynni, sum í sjálvum sær hevði verið arbeiðsskapandi, og harumframt hevði havt við sær mong og lutfallsliga vællønt og trygg størv, er tað undrunarvert, at málið - í vónandi fyrstu atløgu - fekk ein so bráðan enda.
Í og við at Suðuroy er ein arbeiðsmarknaður, eitt eldraøki og eitt skúlaøki, átti landspolitiski myndugleikin sum skjótast at lagt málið fyri allar kommunurnar í oynni til felags støðu-takan. Hettar út frá tí grundsjónarmiði, at skulu vit koma sundurlyndinum til lívs og finna skilagóðar loysnir, er neyðugt at við-gera oynna sum eina heild.
Við atliti til stóru komm-unuskuldina í oynni og kreppulíknandi eyðkennini, sum aftur nú síggjast í oynni og ásannandi tann veruleika, at eldraøki er ein landsuppgáva, eigur lands-politiski myndugleikin harumframt at fíggja íløguna í ellis- og røktarheimið, sum ætlanin er at byggja.
Í og við at tað er munandi bíligari at byggja og reka ein skúladepil við Miðnámsskúla og Almanna- og Heilsuskúla, heldur enn at byggja og reka tveir skúlar, talar alt fyri, at skilabesta loysnin er at byggja skúladepilin í Hovi, sum upp-runaliga ætlað. Ein skúla-depil og harvið ein savnandi mentunardepil miðskeiðis í oynni, hevði harumframt verið við til at samansjóða oynna.
Tað áliggur nú komm-unustýrunum í oynni at leita saman í einari roynd at finna felags stev um bygg-ingina av ellis- og røktar-heimi og skúledepli. Slíkt samstarv átti fyri langari tíð síðani at veri komið í lag.
Var Suðuroy ein komm-una, man lítil ivi vera um, at tað hevði verið munandi lættari at staði saman um eina skilagóða loysn á m.a. málunum um Skúladepil og bygging av ellis og røktarheimi í oynni.
Til kommunustýrisvalið 9. novembur er tað tí umráðandi at velja menn og kvinnur, sum hava evnini og viljan at søkja semju og samstarv, framtíðini og oyggj okkara til frama.










