Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur
ingib@ksf.fo
Politisk undirtøka tykist í dag at vera fyri at flyta fleiri uppgávuøki frá landi til kommunur at umsita. Hendir hetta, verða fleiri og øðrvísi krøv sett kommunun-um - bæði til politiska raðfesting og umsiting.
Eitt ið serkennir føroyskar kommunur er, at íbúgvatalið er lágt; umleið 77 % hava færri enn 1000 íbúgvar. Hetta broytist nakað eftir 1. januar í 2005, tá verða 67 % prosent av kommunum at hava minni enn 1000 íbúgvar. Men enn verða bert 3 kommunur at hava yvir 3000 íbúgvar. - Vit kunnu kanska siga, at kommunukortið verður heldur ruddiligari, men virkisførið hjá flestu kommununum fer eisini eftir hetta at vera lítið.
Eitt annað serligt fyri føroyskar kommunur er, at tær hava nógv færri uppgávur enn í øðrum Norðurlondum - helst av somu orsøk: At tær eru ov smáar.
Í útjaðaraøkjunum, serliga í Suðuroynni og Sandoynni, fellur fólkavøksturin og harvið helst eisini inntøkugrundarlagið - samstundis sum tey stríðast við hægri skuld, enn restin av landinum.
Miðstaðarøkini, serliga Tórshavnarøkið, hava øvut trupulleikar við tilflyting, og harvið stórar útreiðslur til útbyggingar.
Økini: yvirliva og mennast
Ein av stóru avbjóðingunum hjá bæði lands- og kommunupolitikarum í dag er tí, at fáa landið alt at yvirliva og javnviga náttúrliga.
Kommunuálitið, ið varð viðgjørt av bæði kommunu- og landsmyndugleikum, sigur m.a., at málið er at skipa Føroyar í 7-9 stórar kommunur.
Taka vit hesi økini, sum tey síggja út í dag, so eru tey - enn - ikki so ymisk, sum vit kanska hava lyndi til at halda, hvørki íbúgvaliga ella fíggjarliga, men nú gongur skjótt skeiva vegin.
M.a. tí er sera umráðandi at fáa flutt hesum økjum nøkur støðug arbeiðspláss við at leggja kommununum fleiri uppgávuøki at umsita. - Men tað eigur at verða gjørt eftir eini skipaðari ætlan, og ikki sum jólakort frá onkrum landsstýrismanni, sum hin næsti í røðini síðani tekur aftur.
Orka - og krøv
Mangan hevur verið ført fram, at kommunurnar ikki fara at megna at umsita professionelt. Sum støðan er í dag, kann væl vera, at so er. Men orsøkin er ikki, at kommunurnar eru kommunur, men heldur at tær í dag bæði eru so smáar og hava so fáar uppgávur, at tær ofta hvørki hava orsøk ella orku til at hava nakað serligt av umsiting - og tá ber sjálvsagt ikki til at skapa eitt professionelt støði.
Men tað er greitt, at fleiri al-mennum tænastum kommun-ur-nar koma at standa fyri, størri verða krøvini - bæði til raðfest-ing og til umsiting.
Longu í dag verða størri krøv sett, bæði so og so. Borgarin vil, at vit raðfesta bleytu økini hægri. Kommunurnar merkja tað serliga á barnaansingarøkinum. Borg-arin er í dag eisini meira tilvitaður um sín rætt, og at almenna umsitingin virkar sum hon skal. Her hava nýggju lógirnar á fyrisitingarøkinum og Løgtingsins umboðsmaður helst havt sína stóru ávirkan.
Eitt annað er, at tá kommunurnar fáa starvsfólkatung øki, sum lærararnar í fólkaskúlunum og partar av eldraøkinum, fer tað eisini at seta teimum heilt onnur krøv til starvsfólkaumsiting, enn tær eru vanar við í dag - bæði tá snýr seg um at fáa fatur á starvsfólki við góðum førleika, og at fáa tey at mennast og støðast.
Tí er avgerandi neyðugt, at kommunurnar finna saman í størri kommunur, sum megna at veita borgarunum fjølbroyttar tænastur.
Lokala fólkaræðið ? hvønn veg?
Verða kommunurnar størri, verða færri kommunustýrislimir í mun til fólkatalið. Tað vil siga at lutfalsliga umboðanin verður minni, uttan so at vit velja at broyta kommuvalskipanina - Kári á Rógvi, løgfrøðingur, hevði onkra spennandi hugsan um hetta í Tinghellu leygardagin 30. oktober 2004 - men veruliga ræðið hjá kommunustýrunum verður nógv størri.
Fyri tað fyrsta verða fleiri øki hjá teimum at taka avgerð um.
Í øðrum lagi verður møguleikin at taka avgerðir størri - at raðfesta hvussu skattapeningurin verður nýttur, og hvussu viður-skiftini í kommununum verða skipað - tí veruliga fíggjarliga virkisfrælsið verður størri.
Sum er í dag, er ikki stórt annað innihald í virkseminum hjá kommunustýrum í fleiri smáum kommunum, enn at býta útreiðslur til aðrar kommunur, sum tær noyðast at keypa tænastur frá, so tær kunnu røkja lógarbundnu skyldurnar.
Í triðja lagi fer tað, at kommunurnar verða færri og størri, at gera, at tær fara at seta ein størri part av politisku dagsskránni: Tá kommunurnar verða javnari í stødd, verður eingin orsøk til at hava fleiri kommunufeløg, og kommunurnar fara at hava meira samljóðandi áhugamál.
Tí fara kommunurnar at hava nógv størri slagkraft, bæði í almenninginum og mótvegis landsmyndugleikunum, tá tær blíva meira javnlíkar.
Nógv av hesum snýr seg um hugburð - hvar vilja vit, at politisku avgerðirnar skulu takast - hvar meina vit, at politisku avgerðirnar verða tiknar best.
Tað hevur verið ført fram, at Føroyar ikki er størri enn ein miðal kommuna í grannalondum okkara, og tí eiga kommunurnar ikki at hava so nógv øki at umsita, sum kommunurnar í hesum londunum.
Men Føroyar er eitt land, ikki ein kommuna. Landið Føroyar hevur á leið somu uppgávur sum onnur lond, og munur eigur at vera á tí, kommunurnar í einum landi takast við, og tí landsmyndugleikarnar gera. So leingi sum so fá øki liggja hjá kommununum, noyðist Løgtingið at fáast við viðurskifti, ið náttúrliga hoyra heima hjá kommunustýrunum.
Enn ein týdningarmikil orsøk til at styrkja kommunurnar er tí, at líka mikið hvussu væl tingarbeiði verður skipað, so er mark fyri, hvussu nógv mál Løgtingið kann viðgera. So longi sum tingið átekur sær leiklutin sum lands-kommunustýri, fara tí at vera onnur stór politisk vandamál, sum stundir ikki verða til at viðgera politiskt.
Vandamál á leiðini
Skal útleggingin virka, er tað tó eisini av stórum týdningi, at landið - so hvørt sum kommun-urnar fáa fleiri øki at taka avgerð um - ikki samstundis læsir kommunurnar fastar í neyvum lógarásetingum, so at einki er eftir hjá lokala fólka-ræðinum at ráða yvir.
Vit hava sæð hetta hent - bæði her hjá okkum og í øðrum londum.
Norra er t.d. eitt heldur ræðandi dømi, tí har er í dag trupult at fáa fólk til yvir høvur at hava hug til at fáast við kommunupolitikk - einki veruligt vald er eftir hjá kommunupolitikarunum; tey eru næstan bara lokalt vald statsembætisfólk, og hvør politikari tímir tað ?
- Fer landið so eisini at seta mark fyri kommunuskattin, soleiðis sum vit síggja tað í t.d. Íslandi, so verður lokala fólka-ræðið av álvara hótt, tí innihaldið verður sogið úr tí aftur.
Verður hetta úrslitið, koma kommunurnar at ganga sum keisarin í sínum nýggja búna.