Viljormur Tórsheim, hevur serligt tilknýti til hesa fyrstu skrúðgongu og minnist týðuliga hvussu hon kom í lag. Hann greiðir soleiðis frá: - Teir, ið tóku stig til hesa fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna vóru tríggir [...] ólavsøkuhaldið. Skuldi vera hátíðarligt Í tíðini frammanundan hevði sjálv ólavsøkubyrjanin verið meira ella minni flótandi. Kappróðurin var tað fyrsta tiltakið á ólavsøkuhaldinum, og vanligt var at fólk savnaðust [...] skrúðgonguni. Teir høvdu valt hann at ganga á odda við føroyska flagginum. Aftan á hann gingu tígggju ella tólv dreingir við smáum fløggum, og síðan kom hornorkestrið. Tað var GHM, ið spældi. Aftast komu so
Hendan skipan verður í útlandinum nevntd home banking , meðan vit í Føroyum nevna hana Heimabanki, ella Heimagreiðsla ? orðastríðið um hvat tað skal eita kemst av at talan er um ein banka og nakrar sparikassar [...] Leitisvatn. Men eitt er at gjalda gjøgnum alnetið, eitt annað er bert tað at greiða síni innkeyp gjøgnum hesa nýggju skipan. Vit vita at amerikumenn gjøgnum fleiri ár hava nýtt telduna til innkeyp. At byrja við [...] minuttir seinni stóð ein maður á trappuni við einum innkeypsposa og spurgdi um tú vildi gjalda kontant ella við korti. Tað eru hesir somu amerikumenn, ið vit grína eftir tá teir keypa lidnar ísklumpar í st
av hinum trimum varð valt, sigur Niels Vigild. Um Markus Í leikskránni, sum Niels Vigild hevur til hesa framførslu sína, skrivar kendi danski presturin Johannes Møllehave um Markus. Matteus og Lukas brúka [...] hann jú eisini. So »deiliga« menniskjansligur. Við øllum teimum kenslum, sum menniskjanum hoyra til. Ella ta ferðina, tá ein konfirmantur helt, at tað var bara heilt feitt, at handan heidna konan rættiliga [...] fóru at spyrja hann umaftur. Hann gjørdist so troyttur av teimum, at hann stakk av. Tað er einastu ferð, tað ikki verður nevnt, at lærusveinarnir fóru við honum. Hann fór einsamallur at krógva seg. Men
ræðuliga má henda mær, tá tak hesa skál frá mær. Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt. Men tað var tað ikki. Í evangeliunum eftir Lukas verður sagt, at tá ið hann hevði biðið hesa bøn, kom ein eingil av himli [...] kláraði so næstmest, osf. Men tað hevur ongantíð verið poengið, at hetta skuldi vera ein kapping, ella Science Fiction filmur, sum The passion og the Christ, ið kundi undirhalda einum pupligum við dramatikki [...] sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt! Lati okkum byrja við at spyrja: Hvørjum var
annars er galdandi fyri tær flestu standmyndirnar í Føroyum, at tær eru meir ella minni naturalistiskar lýsingar í steini ella bronsu av sterkum, heilsugóðum, idealiseraðum, hvítum menniskjum. Summar eru [...] standmyndin “Drongur tekur seyð” (1981) hvørki er stór ella víðagitin, er hon eitt høvuðsverk innan føroyskar høggmyndir. Grundin til, at undirritaða kennir hesa standmynd heilt væl er, at hon í ungdómsdøgum var [...] tí gerandisliga. Standmyndin, sum her spyrst um, myndar ein drong í ferð við at fanga ein seyð. Men í grundini hevur myndevnið ella søgan, ið verður søgd, minni at siga. Hetta er ein av teimum heilt fáu
at vit ella nakar annar kundi koma upp á tal. Í finaluni hesaferð er eingin so klárur favorittur sum Taxi vóru, og tað er nokkso stuttligt. Vóru tit vísir í at koma víðari til finaluna hesaferð? ? Vit [...] eru ein samanrenning av jazz, rock og funk, og annað líknandi tvætl hava vit hoyrt mestsum hvørja ferð onkur roynir at seta okkum í bás. Vit vilja gjarna sleppa undan øllum hasum løgnu kategoriseringunum [...] num. Vit eru bara ein vanligur rockbólkur sum einhvør annar bólkur, ið spælir rock. Fyrstu ferð at nakað hoyrdist til Tangz var á Prix Føroyar undankappingin í Klaksvík fyri tveimum árum síðan. Men hóast
afturat. Størsta møguleikan fekk Eddie Mikkelsen, ið hesa ferð var við frá byrjan sum framrættaður miðvallari í vinstru. Kasper L. Jacobsen, sum hesa ferð var framrættaður í høgru var í rangstøðu, tá sendingin [...] Tað sást ikki, og visti tú ikki av tí, so hevði verið ilt at gitt, um tað nú var TB ella NSÍ, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðsti fótbóltsdysturin í Runavík í ár var vánaligur. Ferðin [...] menn inn, og tað tóktist sum um tað skuldi ikki so nógvar neyvar sendingar til fyri at Dan Mortensen ella Radiosavlevic skuldi gerast leysur, men einki spurdist burturúr. At TB verjan gjørdist so opin átti
landstalvfelag (meginfelag)fram. Skotið varð upp, at slíkt felag kom at bera navnið Føroya Talvfelag ella annað hóskandi navn. Viðtikið varð at seta spurningin fram fyri tykkara felag og heita á tykkum um [...] Føroyum kemur ikki til sín rætt, um hon fer at halda fram sum higartil, við at øll feløgini draga meira ella minni sjálvdrátt. Tað er umráðandi at fáa eitt talvsamband, ið skal fyrst og fremst skipa fyri fø [...] Havnar Telvingarfelag Jákup Thomsen Tórarinn Evensen (formaður) (skrivari) Rubek til Lugano Hóast hesa víðfevndu og inniligu roynd at fáa sett á stovn hitt føroyska megintalvfelagið spurdist onki burturúr
økinum støðu til, um tað er ráðiligt, at hesin ella hin spælarin skal vera við næstu ferð, og um hann hóast snudd skal vera millum teir fyrstu ellivu, ella um hann skal sita á beinkinum. Hjá teimum, sum [...] ár. At HB einki fekk burturúr hesa ferð hevur við sær, at teir ikki hava fingið fult í tveimum teimum seinastu royndunum, og tað hevur aftur við sær, at teir fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum ikki [...] stig. Mikukvøldið tapti HB, og Skála vann fyri fyrstu ferð. Nógvu tey fyrstu umførini vóru útisigrarnir nógvir. Mikukvøldið megnaði fyri aðru ferð á rað einki útilið at vinna. At tað er so tætt millum
meistari (IM-ari). Luitjen skoraði sín fyrsta IM-norm. OL-normar telja tó ikki dupult longur. Fyri fyrstu ferð tapti vit ongan dyst 4-0. Liðið forvann á leið 100 ELO-ratingstig í alt. Sigurin á Avstralia, hvørs [...] IM-ara. Samanumtikið fari eg at siga, at vit hava helst ikki telvað móti so nógvum sterkum liðum sum hesaferð. Men tað er komin ein nýggj orka á føroyska liðið. Regluliga landsliðsvenjingin seinastu mánaðirnar [...] mánaðirnar hevur heilt víst munað væl. Tað er uttan iva vert at umhugsa at halda fram við hesum leisti so ella so. Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at ættarliðsskiftið á føroyska talvlandsliðnum tykist vera