Í fínum fótbóltslíkindum varð næstsíðsta umfarið í fyrru helvt av kappingini fingið frá hondini mikukvøldið. Í sjey teimum fyrstu umførunum hevði HB ikki tapt, og Skála hevði ikki fingið stig. Mikukvøldið tapti HB, og Skála vann fyri fyrstu ferð. Nógvu tey fyrstu umførini vóru útisigrarnir nógvir. Mikukvøldið megnaði fyri aðru ferð á rað einki útilið at vinna.
At tað er so tætt millum týdningarmiklu uppgerðirnar, sum tað hevur verið og framvegis verður, hevur við sær, at tað er ikki meiri, enn at spælararnir fáa stundir at hvíla og fáa likamið og sinnið aftur í eina støðu, sum ber við sær, at teir tríggjar ella fýra dagar seinni eru púra úthvíldir og aftur klárir at fara undir nýggja avbjóðing.
Í feløgunum er ikki talan um rættuligar venjingar í hesum døgum. Teir renna eitt sindur fyri at loysa vøddarnar, fysioterapeutarnir hava úr at gera, og spælarar og venjarar taka saman við teimum serkønu á økinum støðu til, um tað er ráðiligt, at hesin ella hin spælarin skal vera við næstu ferð, og um hann hóast snudd skal vera millum teir fyrstu ellivu, ella um hann skal sita á beinkinum.
Hjá teimum, sum eru á aldukambinum, bilar tað lítið, at tað er nógv á skránni. Tað ræður um at fáa so nógvan og góðan ágóða av gongdini, sum tað ber til. Eitt nú hjá B36 og NSÍ spælarunum hevur tað verið stuttligt at verið til venjingar í gjárkvøldið, og teir fara aftur í kvøld hugaligir at venja. Heilt so hugaligt er tað neyvan hjá t. d. KÍ spælarunum og eisini hjá vágamonnunum og vágbingunum. At megna at gera broytingar, sum longu sunnudagin skulu vísa seg í betri avrikum og úrslitum, er lítið sannlíkt.
Trio í toppinum
Í fjør endaðu báðir grannadystirnir í Gundadali 2?1. HB vann útidystin ímóti B36, og B36 vann útidystin ímóti HB. Eftir 2?1 sigurin hjá B36 í heimadystinum hjá HB mikukvøldið letur tað til, at tølini skulu ganga aftur í ár.
At HB einki fekk burturúr hesa ferð hevur við sær, at teir ikki hava fingið fult í tveimum teimum seinastu royndunum, og tað hevur aftur við sær, at teir fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum ikki eru oddalið.
B36 skinklaði í fyrstu umførunum. Tað var akkurát so, at teir vunnu á Skála, har tað var lagt upp til málleysan javnleik. Nú kann lítast ein mánað aftur í tíðina og snarast og vendast, hvat teir mundu havt tikið sær fyri, um B36 ikki hevði vunnið ta ferðina. Møguleikin at siga venjaranum upp varð nevndur av fleiri. Ein mánað seinni kann Ion Geolgau gleðast um, at hann, í staðin fyri at vera arbeiðsleysur, er venjari hjá oddaliðnum. Marginalirnir eru smáir. Ikki minst hjá venjarunum, sum hava so stórt trýst á sær.
B36 og NSÍ eru lið um lið í stigum og eisini í málmuni. NSÍ hevur skorað fleiri mál enn B36, men kortini er B36 oddalið. Tað kemst av ásetingini um, at innanhýsis uppgerðirnar viga meiri enn málmunurin og skorað mál. At NSÍ hevur spælt ein dyst fleiri enn B36 er ein heilt onnur søga. Mikukvøldið í komandi viku fær B36 vitjan av VB. Tá fer NSÍ, sum longu mikukvøldið í síðstu viku gjørdi ferðina yvir á Skála av sær, at halda frí.
At tað eru B36, NSÍ og HB, sum eru oddalið, man ikki vera so langt av leið frá tí, sum tað undan kappingarárinum varð roknað við. Hesi liðini hava verið støðug, og tey tykjast at vera manningarliga væl fyri og betri skipað í øllum ketunum, enn hini liðini eru tað.
Hjá B68 hevur tað kostað nógv, at teir í fimm av átta royndum ikki hava megnað meiri enn javnleik. Úrslitini hjá KÍ seinastu tíðina hava víst, at teir hava ikki tað, sum skal til fyri at vera við í toppinum. Eftir gongdini seinasu ferðirnar er tað púra óhugsandi, at teir kunnu gera nakað við HB, sum vitjar í Klaksvík sunnudagin. Men um tað skuldi eydnast hjá KÍ at funnið stríðsvilja og alt annað fram, og at teir spælararnir, sum hvat heilsuliga førleikanum viðvíkur eru førir fyri tí, sleppa at royna seg, og tað hevði borið sigur við sær, so verður KÍ aftur við í toppinum. Men hetta tykist rættuliga óhugsandi.
GÍ hevur bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum síðstu landskappingardystunum. Gøtumenn kunnu ugga seg við, at luturin hjá teimum í altjóða avbjóðingum er av á hesum sinni. Tað er hann ikki hjá HB, sum seinni í hesum mánaðinum skal royna seg í fyrsta innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini, og tað er hann ikki hjá NSÍ og KÍ, sum í august skulu spæla í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup.
Eysturoyggin uppaftur størri umboðan
Nógvu tey seinastu árini hevur Eysturoyggin átt umleið eina helvt av feløgunum í bestu deildini. Í ár eru tað GÍ, NSÍ, B68, Skála og EB/Streymur. Úrslitini mikukvøldið gjørdu møguleikan meiri nærliggjandi, enn hann hevur verið, at tað næsta ár fara at verða seks Eysturoyar lið í 1. deild. Soleiðis verður tað, um ÍF flytir upp, og um Skála og EB/Streymur ikki flyta niður. NSÍ, B68 og GÍ flyta neyvan niður.
ÍF er topplið í 2. deild, og tað skal ganga fuglfirðingum heilt illa seinni í summar, um teir ikki fara at flyta upp. Tað hilnast ikki altíð so væl hjá heimaliðunum í stevnudystunum. Leygardagin er Varmakeldustevnan á skránni. Tá skal ÍF í grannauppgerð ímóti LÍF. Níggjunda og síðsta umfarið undan summarsteðginum í 2. deild er á skránni hetta vikuskiftið.
Skála er framvegis besta boðið upp á niðurflyting, men sigurin á FS Vágum eigur at geva teimum blóð á tonna. Við javnleikinum í Vági styrkti EB/Streymur uppaftur meiri um sína støðu. Kappingarneytarnir hjá Skála eru VB og FS Vágar. Sunnudagin skal Skála spæla á Eiði, og VB skal á Toftir, har teir ikki so sjáldan hava staðið seg væl. Eftir summarsteðgin eigur Skála heimavøll ímóti VB og EB/Streymi og útivøll ímóti FS Vágum.
Nú tað nærkast summarsteðginum, eru tað ivaleyst fleiri, sum kaga í søguligu tølini fyri at síggja, hvussu nógv stig plaga at skula til fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Seinastu fimm árini hevur 9. plássið verið mannað soleiðis: 1998: Sumba 9 stig, 1999: Sumba 11 stig, 2000: FS Vágar 11 stig, 2001: B71 10 stig og 2002: EB/Streymur 12 stig. Í 2001 tapti B71 endaspælið um plássið í bestu deildini. Hini árini hevur 1. deildarliðið vunnið endaspælið ímóti tí næstbesta liðnum í 2. deild.