Tankar rundan um eina standmynd

Føroysku standmyndirnar eru í dag fleiri í tali enn nakrantíð. Hetta er gleðiligt, men nú er stundin kanska komin til, at vit í størri mun mugu hugsa okkum um áðrenn vit seta upp fleiri listaverk, og við hjálp frá yrkisfólkum tryggja góðsku og fjølbroytni innan hesa listina, sum í so stóran mun røkkur út til okkum øll

Einstáttað úttrykk

 

At nøgdin av standmyndum er nógv minni í Føroyum enn uttanlands er ein sannroynd, sum bara kann staðfestast, tí lítið nyttar at harmast um hetta. Støðan er hóast alt nógv batnað og hava vit ikki sum íslendingar, fingið eitt friðartorn til minnis um John Lennon, hava vit tó so líðandi fingið nakrar standmyndir settar upp kring landið, flestar í Havn, men ikki allar. Og nú eru tað ikki longur bara minnisvarðar, ið verða uppsettir. Hóast skiljandi fyri eina so lítla og unga listatjóð, er tað ein trupulleiki, at vit eru so tjóðskaparlig, tá vit bíleggja standmyndir, tí tá nærum bert føroysk listafólk verða biðin, má samlaða úttrykkið gerast heldur einstáttað, ikki minst um uppgávurnar eru bundnar til at vera gamalsligar, naturalistiskar hetjulýsingar. Einstáttaða árinið er ein stórur trupulleiki av tí, at listafatanin hjá okkum øllum í sera stóran mun verður ávirkað av skulpturlistini í almenna rúminum. Vit hava nøkur fá dømi um øðrvísi skulpturlist, eitt nú ljóslistaverkið hjá Tróndi Patursson í Norðoyartunlinum, men annars er galdandi fyri tær flestu standmyndirnar í Føroyum, at tær eru meir ella minni naturalistiskar lýsingar í steini ella bronsu av sterkum, heilsugóðum, idealiseraðum, hvítum menniskjum. Summar eru góðar sum t.d. “Maður og kona” hjá Janusi Kamban frá 1972 við Eik banka, ið til ein og hvørja tíð kann fáa eitt gott kjak um kynsleiklutir í gongd, eins og sanniliga eisini testosteronbumban “Traðarmaðurin” hjá Hans Paula Olsen frá 1989, sum stendur við Tórshavnar Býráð, kann. Men nógvar av standmyndunum eru vánaligar, ella tykjast tilvildarligar, hetta er t.d. galdandi fyri veðrin við smiðjuna í Lítluvík, tey bæði við leypi og mjólkispann á Glaðsheyggi og Nólsoyar Páll í Vágsbotni fyri at nevna nakrar í Havn.

 

 

Ein rættiliga abstrakt standmynd

 

Ein tann besta og mest sermerkta standmyndin í landinum er stødd soleiðis, at bert ein avmarkaður partur av Føroya fólki man vita um hana. Tó at standmyndin “Drongur tekur seyð” (1981) hvørki er stór ella víðagitin, er hon eitt høvuðsverk innan føroyskar høggmyndir. Grundin til, at undirritaða kennir hesa standmynd heilt væl er, at hon í ungdómsdøgum var partur av hesum útvalda liði, sum hava ella hava havt sína dagligu gongd í Eysturskúlanum í Havn, tvs. starvsfólk, lærarar og næmingar skúlans. Sum vera man, er tað Janus Kamban (f.1913), ið gjørt hevur meistaraligu standmyndina, sum altso stendur í Eysturskúlanum, heldur forfjónað og burturgoymd í einum lítlum garði, sum vendir út móti Nólsoyarfirði. Myndevnið er typiskt fyri Janus Kamban, sum í sínum standmyndum ofta tekur støðu í tí gerandisliga. Standmyndin, sum her spyrst um, myndar ein drong í ferð við at fanga ein seyð. Men í grundini hevur myndevnið ella søgan, ið verður søgd, minni at siga. Hetta er ein av teimum heilt fáu standmyndunum her heima, ið ikki bert tykist tengd at tí figurativa, sum hon skal ímynda. Úttrykkið er rættiliga abstrakt í hesum verki, sum fyrst og fremst snýr seg um rørslu og form.

 

 

Tungar standmyndir

 

Á meir enn ein hátt hevur tann trídimensjonala myndlistin í Evropa víst seg at vera tyngri enn málningalistin, tá talan er um menning og nýbrot. Pablo Picasso (1881-1973) royndi at innlima ta analytisku kubismuna í onkra standmynd, men hann fekk stórar trupulleikar av hesum, m.a. av tí, at kubisman partvíst snýr seg um at viðgera ein tveydimensjonalan miðil á trýdimensjonalan hátt. Ein kubistisk standmynd má tí onkursvegna vera í andsøgn við seg sjálva. Meðan málaríið so at siga surraði avstað frá realismu til impressionismu til symbolismu, kubismu og haðani til anti-realismu og abstraktión, gekk tað eitt sindur hóligari innan standmyndaøkið. Leingi var impresssionistiska og dramatiska úttrykkið hjá Auguste Rodin (1840-1917) høvuðsíblástur hjá mongum evropiskum myndahøggara. Árini umleið 1910 hendi eitt frambrot innan danska myndlist, eitt sonevnt moderna nýbrot, har eitt ættarlið av ungum listafólkum vendi sær frá vatndeyvari naturalismu og fortonktari symbolismu og í staðin fóru at miðsavna seg um tann listarliga formin, linjunnar rútmisku rørslur og flatunnar greiða strangleika. Millum hesi listafólk var málarin Harald Giersing (1881-1927) ein av høvuðspersónunum og hansara myndir vísa greidliga kubistiska ávirkan. Men enn snúi tann danska og evropiska standmyndalistin seg mest um lutfalsliga realistiskar menniskjalýsingar. Hetta var eisini galdandi fyri so ymiskar listamenn sum Kai Nielsen (1882-1924), Gerhard Henning (1880-1967) og Einar Utzon-Frank (1888-1955), harav síðstnevndi var lærari Janus Kambans á kunstakademinum. Utzon-Frank var bert tretivu ára gamal, tá hann gjørdist professari á kunstakademinum í Keypmannahavn. Hann starvaðist í meir enn tríati ár sum lærari á kunstakademinum og fekk tessvegna stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av myndahøggarum. Hann hevði sera gott innlit í listasøguna og fekk íblástur frá so ymiskum stílsløgum sum forngrikskari list og teimum rættiliga modernaðu lýsingunum av verkafólki hjá Constantin Meunier (1831-1905). Ikki er tað av tilvild, at júst hesar báðar keldurnar til íblástur verða drignar fram úr rúgvuni, tí eg billi mær inn, at tær onkursvegna hómast aftur í stranga einfaldleikanum og sosiala áhugan í standmyndunum hjá næmingi Utzon-Franks: Janus Kamban.

 

 

Drongur tekur seyð

 

Hyggja vit aftur at tí lítlu perluni av eini standmynd í Eysturskúlanum, kann fyrst og fremst staðfestast, at hon er stoypt í bronsu, at hæddin er smáar 103 sentimetrar og at formatið er liggjandi. Í skapi er standmyndin lutfalsliga einføld. Bæði innihald og bygnaður eru lætt at lesa av við tveimum greitt avmarkaðum figurum. Ikki er gjørt tað stóra burtur úr staklutunum sum t.d. troyggjumynstri, knappum, skógvum, ull osfr. Standmyndin er rundleidd uttan hvassir kantar og tilfarsviðgerðin av dronginum og seyðinum er lutfalsliga einsháttað soleiðis at skilja, at allur yvirflatin hevur nøkulunda sama óslætta árinið, sum fangar ljósið á flykrandi hátt. Hóast bronsan er hørð, tykist standmyndin bleyt, lívrunnin og innbjóðandi at nerta við, eins og hon við síni rundu meginrørslu dregur áskoðaran inn í myndarúmið. Bronsumyndin er soleiðis skapað, at tú fært hug at ganga runt um hana at forvitnast eftir hvussu hon sær út aftanífrá, um javnvágin heldur. Og tað ger hon, hóast hon við fyrsta eygnakast tykist koppa. Kompositiónin er dynamisk, bygd kring eina greiða meginrørslu, ið gongur diagonalt frá høgra fóti hjá dronginum, fram til trýnið á seyðinum. Dentur er lagdur á, at fáa bronsumyndina at sýnast flúgvandi lætta, at geva okkum fatan av, at hon næstan sveimar uttan stórvegis stuðul frá soklinum. Vinstra lærið hjá dronginum hvílur tó niðurá og virkar sum miðaksi í standmyndini, hiðani síðurnar báðar javnviga í skapi av rættvinklaðum tríkantum, ið eins og segl á eini slupp standa út frá mastrini í hvør sína ætt í erva og í neðra. Hetta er ein at síggja til realistisk gerandislýsing, sum er gjølla hugsað og síðani í skapi strammað og einfaldað soleiði, at hon ikki longur avmarkar seg til at snúgva seg um eina ávísa hending og ein ávísan drong.

 

 

Børnini og listin

 

Listamaðurin hevur havt staðsetingina av verkinum í huganum, tá hann gjørdi hesa standmyndina og kanska hevur hann vónað, at skúlabørnini fóru at spæla rundan um hana í einum vøkrum atrium við blómum og vøkstri. Tað er møguliga tí standmyndin sær so bleyt og innbjóðandi út. Nú tykist standmyndin eitt sindur forfjónað, har hon stendur, í øllum føri ein kaldan sunnudag í oktober. Men vónandi er lív rundan um hana í skúlatíðini, tí so er eingin ivi um, at onkur alvi eina lítla stund gloymir alt um ipod og sms og sansar teir ófatiligu møguleikar, sum listin eigur til tess at transformera eina vanliga gerandishending, so at hon verður æviggjørd og lødd við einum poetiskum tóna, sum á abstraktan hátt rakar sjálvan essensin av barndómi.