Hann er als ikki í iva um, at hendan søgan, hann ferðast runt og spælir og fortelur fyri fólki, er tann besta søgan, sum nakrantíð er skrivað. Og so er hon sonn eisini.
»Hetta er tann mest spennandi, tann prýðiligasta, tann vakrasta og tann ræðuligasta søgan, sum skrivað er«, sigur danski sjónleikarin Niels Vigild um ta søguna, hann hevur verið í Føroyum og greitt fólki frá seinastu dagarnar. Søgan, hann tosar um, er evangeliið hjá Markusi. Annað evangeliið í Nýggja Testamenti.
Henda søgan sigur okkum um kærleika, vísdóm, svik og pínslur. Hon vísir okkum menniskjað, sum tað er, sigur hann.
Hann hevur ikki broytt ein einasta stav í øllum tekstinum. Hann spælir og fortelur allan tekstin, sum hann er. Tað tekur umleið hálvantriðja tíma, sigur Niels Vigild. Tá er ein steðgur upp á einar 20 minuttir lagdur inní, sigur hann.
Maðurin, sum sitir yvir av mær við eini sigarett og einum kaffikrússi, er gott fimti ára gamal. Tað myrka hárið er gránað eitt sindur í vangunum, og eyguni glitra sum stjørnur, tá hann fer at greiða frá. At hann livir í síni frásøgn, er heilt greitt. Honum dámar at siga frá, og hann dugir tað sum fáur, eg havi møtt. Tað er beinanveg, at eg kenni, at her havi eg ligið sjóvarfallið av mær, tá tað ikki lá mær fyri at hoyra hesar framførslurnar.
Áhugin hjá Niels Vigild fyri Bíbliutekstum varð vaktur, tá hann einaferð tíðliga í sjeytiárunum spældi Jesus í einum gospelleiki á ABC sjónleikarhúsinum í København, greiðir hann frá.
Hesin áhugin hevur so onkusvegna fylgt honum, sigur Niels Vigild. Hesin gospelleikurin var bygdur yvir Matteus evangeliið. Síðan hevur hann í grundini einki havt við slíkar tekstir at gera í fleiri ár. Men tá hann so frætti um ein norskan starvsfelaga, sum hevði eina framførslu, sum varð bygd á Markus evangeliið, hugsaði hann, at tað kundi verið spennandi at roynt.
At tað júst varð Markus, komst av, at Markus evangeliið er tað elsta og tað stytsta av teimum fýra evangeliunum. Tað ber til, hóast tað er nóg so langt, at framføra tað í einum, uttan at stytta tað. Tað hevði verðið neyðugt, um eitt av hinum trimum varð valt, sigur Niels Vigild.
Um Markus
Í leikskránni, sum Niels Vigild hevur til hesa framførslu sína, skrivar kendi danski presturin Johannes Møllehave um Markus.
Matteus og Lukas brúka evni frá Markusi. Næstan allur teksturin hjá Markusi gongur aftur hjá teimum báðum. Nøkur fá orð undantikin. Markus skrivar eitt sera einfalt og primitivt mál. Gitt hevur verið, at hann man hava verið analfabetur, sum seint hevur lært at skriva.
Hann sigur frá sum eitt barn. Pøstur og rótandi. Tann primitivi stílurin tekur lesaran á bóli. Teksturin er einfaldur, góðvarin, natúrligur og sera ímyndandi.
Sagt er um frásøgufólkini hjá Blicheri, at tey eru so innlivað í søgurnar, tey siga, at tað kenst, sum eru tað teirra egnu søgur, sum sagdar verða.
Tað sama kann sigast um Markus. Serliga hava granskarar heft seg við tað lítla brotið í kap. 14 (ørindini 51 og 52) um tann unga mannin, sum flýggjar, tá Jesus verður tikin fangi í Getsemane:
»Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann.
Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur.«
Gitt hevur verið, at hesin ungi maðurin var Markus sjálvur.
Meira enn 70 persónar koma og fara, meðan Jesus, sum Markus hevur fylgt, undursamur berst fram fyri eygu og oyru.
Tá kvinnurnar í kapitli 16 koma út til grøvina, hevur Markus gloymt at siga frá, at steinurin var sera stórur. Hetta setir hann so bara upp í endan á fjórða ørindi líkasum eina parantes. Tað óhjálpna verður yndisligt.
Tey upprunaligu handritini enda knappliga við ræðslu kvinnunar:
»Og tær fóru út og flýddu burtur frá grøvini, tí at ótti og ræðsla var komin á tær; og ongum søgdu tær frá nøkrum, tí tær vóru óttafullar.«
Í Markus evangeliinum doyr Jesus á krossinum við einum hørðum rópi. Hetta rópið er ikki at finna hjá hinum trimum evangelistunum. Tað virkar dupult so hart hjá Markusi. Grund er til at halda, at hann hevur hoyrt tað, og at tað enn endurljóðar í huga hansara og ger orðini so skelkandi, skrivar Johannes Møllehave í leikskránni hjá Niels Vigild um Markus.
Berandi tekstur
Spurdur hví hann ikki hevur valt ein av hinum evangelistunum, kanska Matteus, sum er fyrstur í røðini, svarar Niels Vigild, sjónleikari, at Matteus er so sanniliga ikki tann fyrsti, hóast hann stendur fremstur í Nýggja Testamenti.
Markus er tann elsti. Hann er tann veruliga grundin, sum allir hinir byggja á, er Niels Vigild ivaleysur í. Og so er hetta ein tekstur, sum vil nakað, og sum heldur. Stutt og greitt, tí her er góðs í.
Niels Vigild sigur, at tað er nakað stórt og undursamt í at framføra hendan leikin, sum hann nevnir tað, hóast talan er um at fortelja Markus evangeliið frá byrjan til enda.
Her er tilfar í, sigur hann, sum vit liva eftir hvønn einasta dag, uttan at tey flestu hugsa um tað.
At hava tey frammíhjá rættindi at sleppa at framføra ein tekst, sum er 2.000 ára gamal, og framvegis haldbarur, er nakað heilt serligt, sigur Niels, Vigild, og verður hugsunarsamur eina løtu.
Hann tekur eini tvey drøg eyka úr sigarettini, hugsar eina løtu, sum vil hann hava eitthvørt út, sum skal sigast, uttan at tað verður misskilt.
»Sært tú«, sigur hann. »Tað verður so nógv lort framført á ymsum sjónleikarapallum í dag, sum als ikki skuldi sloppið á pall. Men tað doyr av sær sjálvum. Og tað er bara gott.«
Her hava vit ein tekst, sum stingur upp um allar klassikararnar. Hóast tað eisini í dag verða gjørd verk, sum koma at standa sum klassikarar, so er hetta nakað heilt einastandandi, sigur Niels Vigild. Her eru royndir, vísdómur og eisini eitt sindur av skaldskapi uppií.
Eingin prædikumaður
Nei, hann er ikki prædikumaður, sigur Niels Vigild. Hann er komin at framføra ein leik, sum hann sigur. Hóast hann fortelur eitt heilt evangelii úr Nýggja Testamenti. Tí hann vil so fegin bera hendan frálíka tekstin víðari, sigur hann.
Niels Vigild leggur dent á, at uttan ein dugnaligan leikstjóra, hevði hetta ikki borið til, Og leikstjóran hevur hann sanniliga havt góðan. Tað er tann kenda Ulla Gottlieb, sum stjórnað hevur. Tey kendust frá skúlatíðini og høvdu bæði somu meining um tekstin, tey bera fram. Bæði kunnu persónliga standa inni fyri tí, sagt verður.
Hesar framførslurnar hava givið honum ríkandi upplivingar, greiðir Niels Vigild frá.
Sum tá ein áskoðari kom til hansara eftir eina framførslu í København og takkaði fyri, at hann hevði lýst honum Jesus so væl. Tí væl visti hesin áskoðarin, at Jesus var sonur Guðs, men nú skilti hann, hví hann eisini varð nevndur »Menniskjusonur«. Tí tað var hann jú eisini. So »deiliga« menniskjansligur. Við øllum teimum kenslum, sum menniskjanum hoyra til.
Ella ta ferðina, tá ein konfirmantur helt, at tað var bara heilt feitt, at handan heidna konan rættiliga setti Jesus upp á pláss.
»Det er ren »girl power«, mand«, segði hendan unga gentan við litaðum hári og ringum bæði her og har.
»Og hon hevði rætt«, sigur Niels Vigild.
Í sjeynda kapitli stendur, at Jesus var rýmdur frá tí heila, tí hann var vorðin fornermaður inn á allan hendan býtta skaran, sum ikki hevði skilt eitt einasta petti av øllum, hann royndi at siga teimum.
Hann hevði tosað um reint og óreint hjá farisearunum. Og lærusveinarnir skiltu einki og fóru at spyrja hann umaftur.
Hann gjørdist so troyttur av teimum, at hann stakk av. Tað er einastu ferð, tað ikki verður nevnt, at lærusveinarnir fóru við honum. Hann fór einsamallur at krógva seg. Men tann kananeiska konan fann hann kortini og bað hann hjálpa sær.
Í sínum illsinni og skuffilsi yvir hesar býttu og tornomu lærusveinarnar, hann hevði, svaraði hann henni beinleiðis óforskammað aftur. Men hon var heldur ikki fyri ongum, og setti hann so dyggiliga upp á pláss, at hann mátti yvirgeva seg.
Og søgan vísir okkum eisini, hvussu bebbaræddur Jesus var, tá hann skuldi doyggja. Hann visti um alt, hann skuldi ígjøgnum, og bað um at sleppa undan tí, um tað var gjørligt.
Hetta er ein so góð mynd, sum skilliga lýsir, at Jesus var menniskja, sigur Niels Vigild.
Og Pætur stakkalin. Hann er monnum líkur. Erpin og reypandi, tá gongur væl. Men undanstøkkingur, tá á stendur.
Tað er veruliga spennandi, at ein 2.000 ára gamal tekstur ber enn dagin í dag. Og at vit dagliga liva eftir honum, hóast vit ikki hugsa um tað.
Men hetta er tað, øll okkara vesturlendska mentan byggir á.
»Hvat størri kann ein ynskja sær at sleppa at framføra?« spyr danski sjónleikarin Niels Vigild, sum fer at brúka seinastu dagarnar á Føroyaferðini til at hyggja at landinum, sum hann er vorðin hugtikin av og fegin vil læra betri at kenna.










