Tann elektroniska innkeypskurvin

Vit hava hoyrt um tað, onkur hevur roynt tað, men vit eru øll bangin fyri tí. Hvat nú um okkara visa kort verður avlisið og roynt av øðrum. Og hvat nú um onkur brúkar okkara kotur umaftur, og keypur upp á okkum.

Hetta eru hugsanir vit gera okkum, tá talan er um ravtøknilig innkeyp. Og hesar hugsanir eru iveleyst heldur ikki ógrudnaðar.

  Vit eru tó ikki heilt ókend við at gjalda gjøgnum Alnetið. Fyri tveimum árum síðan, komu føroysku bankarnir og sparikassarnir við eini loysn, har talan var um at flyta ?heimanífrá?. Hendan skipan verður í útlandinum nevntd home banking , meðan vit í Føroyum nevna hana Heimabanki, ella Heimagreiðsla ? orðastríðið um hvat tað skal eita kemst av at talan er um ein banka og nakrar sparikassar, ið hava valgt at nýta hvør sítt heiti, eitt orðastríð á hædd við Sørvágs/ Leitisvatn.

  Men eitt er at gjalda gjøgnum alnetið, eitt annað er bert tað at greiða síni innkeyp gjøgnum hesa nýggju skipan. Vit vita at amerikumenn gjøgnum fleiri ár hava nýtt telduna til innkeyp. At byrja við var tað ein parodi, at tú sendi ein e-mail, og nakrar minuttir seinni stóð ein maður á trappuni við einum innkeypsposa og spurgdi um tú vildi gjalda kontant ella við korti. Tað eru hesir somu amerikumenn, ið vit grína eftir tá teir keypa lidnar ísklumpar í stórhandlunum. Men líkamikið, tann elektroniska innkeypskurvin hevur vunnið frama ? eisini í Føroyum.

  Í blaðnum í dag viðger K.T.-hornið tvey virki, sum fáast við at selja á alnetinum. Men vit vita eisini, at fleiri eru um boðið, og at fleiri eru á veg, og hetta verður ivaleyst mest nýtti handilshátturin í framtíðini, serliga tá alnetsambandið fer at gerast betur. Vit kunnu býta hendan handilshátt upp í tveir hættir. Fyrri hátturin nevna vit einvegis alnet handil, meðan hin seinni er sannur alnet handil. Munurin er tann, at óbeinleiðis alnet handil verður gjørdur á tann hátt, at tú bíleggur á alnetinum, meðan gjald og flutningur verður gjørdur manuelt. Seinni hátturin hevur tað eyðkenni, at alt gongur fyri seg ravtøknuliga, tað vil siga bílegging, gjald og flutningur fer fram elektroniskt.

  Fyri at venda aftur til fyribrygdi, vera vit dag og dagliga mint á teir stóru útlendsku handlarnar. Heisr eru millum annað webshoppers club og skandinaviska TV-shop. Eisini hava vit óbeinlieðis nevnt onkrar aðrar fyrr, í sambandi við prískanningar okkara, fyri at samanbera føroyskar KT fyritøkur við útlendksar alnet handlar.

  Fyritøkan, vit hava tikið við á hesum sinni, er Tutl. Tutl er fyrst og fremst tónleikahandil, ið millum annað selur egnar útgávur. Sum nakað nýtt, hevur fyritøkan lagt allar útgávurnar á Alnetið, og sum skilst er ein ávís menning á veg innan søluna av fløgun gjøgnum hendan miðilin.


Næstu ferð kanst tú lesa meira um Farodane á Alnetinum.