Í einum lítlum rúmi í fjósinum hjá Viljormi Tórsheim úti í Havnardali, hongur ein stór fotomynd á vegginum. Hon er nærum fimti ára gomul, tikin niðri á Tinghúsvegnum í 1941, beint eftir at fyrsta ítróttarskrúðgongan á ólavsøku er komin á mál. Myndin sigur eina søgu, ið skjótt kundi verið burturgloymd. Men ein av teimum, ið vóru við í hesi fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni, myndaeigarin sjálvur, Viljormur Tórsheim, hevur serligt tilknýti til hesa fyrstu skrúðgongu og minnist týðuliga hvussu hon kom í lag.
Hann greiðir soleiðis frá:
- Teir, ið tóku stig til hesa fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna vóru tríggir ríðimenn í Havn, Vilhelm Tórsheim, Kjartan Mohr og Edvard Samuelsen (Edvard í Horni blaðm.). Tankin man vera uppkomin á onkrum ríðitúri teir hava havt upp undir ólavsøkuna, har teir so eru vorðnir samdir um, at tað manglaði eitt rættiligt byrjunarstig til ólavsøkuhaldið.
Skuldi vera hátíðarligt
Í tíðini frammanundan hevði sjálv ólavsøkubyrjanin verið meira ella minni flótandi. Kappróðurin var tað fyrsta tiltakið á ólavsøkuhaldinum, og vanligt var at fólk savnaðust so hvørt sum kappróðurin leið.
- Men teir tríggir munnu hava hildið, at tað var eitt rættiliga tilvildarligt savningartiltak, og at tað vantaði okkurt meira hátíðarligt, greiðir Viljormur frá.
Teir tóku so stig til at heita á allar ríðimenn í Havnini, sum høvdu áhuga fyri tí, um at møta upp ólavsøkuaftan og fara í skrúðgongu. Viljormur var ein teirra.
- Vit savnaðust niðri í Bøgøtu, og fóru so í skrúðgongu frá Andriasi í Horni, bakaranum, oman til smiðjuna hjá Askam og framvið Gamla Danmark, oman í Vágsbotn, niðan ígjøgnum brekkuna til Havnar Kirkju, og so niðan framvið hjá Klett og oman við handlinum hjá Katrinu Christiansen og harfrá eftir Áarvegnum niðan á Tinghúsvøllin.
Merkið á odda
Tað, ið nú er vorðin ein risastór ítróttarskrúðgonga við fólki úr alskyns ítróttargreinum, var tá ein væl minni gonga, har einastu ítróttarfólkini vóru ríðimenninir.
- Pápi mín, Vilhelm Tórsheim, gekk fremstur í skrúðgonguni. Teir høvdu valt hann at ganga á odda við føroyska flagginum. Aftan á hann gingu tígggju ella tólv dreingir við smáum fløggum, og síðan kom hornorkestrið. Tað var GHM, ið spældi. Aftast komu so ríðimenninir. Teir vóru nógvir í tali, og allir vóru teir í hvítari skjúrtu og svørtum slipsi. Tað var avgjørt frammanundan, at teir skuldu pynta seg á hendan hátt, sigur Viljormur frá.
Fløggini máttu seymast
Onkur átti kanska ikki svart slips, men hvíta skjúrtu kundu teir so skaffa. Verri var við føroysku fløggunum, sum teir marsjerandi dreingirnir skuldu ganga við. Fløggini vóru ikki so talrík tá, og funnust fá føroysk fløgg í vanligari stødd, so stóð enn verri til við smáum føroyskum fløggum.
- Tað var eitt stórt problem at fáa fatur á fløggum til hesar tíggju ella tólv smádreingirnar. Slík fløgg funnust ikki, so tey máttu seymast, men hetta var undir krígnum og meturvørur av klæði vóru ikki soleiðis at skaffa. Hvat og hvussu, veit eg ikki, men mamma mín, Anna, seymaði so fløggini, og gudarnir mugu vita, hvar hon fekk tilfarið frá. Tá Føroya Ríðingafelag varð stovnað nøkur fá ár seinni, varð mamma kosin sum heiðurslimur í felagnum fyri sítt arbeiði við hesum fløggum, greiðir Viljormur Tórsheim frá.
Flaggstengurnar vórðu gjørdar á Skipasmiðjuni. Tað var Sverri í Mattalág, ið gjørdi tær.
Fyrsta setanarrøðan
Við flaggbera og føroyskum flaggi á odda fór skrúðgongan runt Havnina og komnir oman á Tinghúsvøllin, varð røða borin fram, sum fyri fyrstu ferð alment setti ólavsøkuna.
- Teir høvdu biðið Hans Andrias Djurhuus, um at halda eina røðu. Teir vóru allir samdir um, at tað skuldi vera ein inspirerandi røða fyri fólkið kanska um Havnina og tað søguliga í ólavsøkuni og hvat annars lá røðaranum at hjarta. Men eitt annað vóru teir eisini rørandi samdir um, og tað var, at røðan ikki mátti koma inn á politikk, tí so var man á einum síðuspori. Røðan skuldi savna alt fólkið, og tað gerst ikki við at draga politikk uppí, sigur Viljormur og heldur fram.
- Hans Andrias helt eina mergjaða røðu og segði síðan, at nú var klárt at byrja ólavsøkuhaldið. Vaglið var fult av fólki. Teir høvdu mær vitandi ikki lýst við tiltakinum, men tað var bara likið út frá manni til manns, og undirtøkan bleiv stór, tá ið avtornaði, greiðir Viljormur frá.
Ólavsøkan vorðin politisk
Í hesum sambandi hevur hann eitt hjartasuff at bera teimum, ið nú skipa fyri ólavsøkuhaldinum.
- Eftir mínum tykki er tað komin ein ósigur upp í ólavsøkuhaldið, sum spolerar sangin ólavsøkudag og ólavsøkuhaldið sum heild. Fyrr varð bara sungið og tað var ein hugnalig løta. Men so fóru tey undir at biðja fólk um at halda røðu á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag, og tað haldi eg vera óhóskandi, tí ólavsøkurøðan er tann 28. og tí er tað ikki rættiliga nøkur meining í at halda røðu aftur dagin eftir. Afturat tí hava hesar røður javnan verið politiskt tendensiøsar. Tað meini eg vera skeivt. Tað var bestemt ikki meiningin hjá teimum, sum løgdu lunnar undir ólavsøkuhaldið, at hetta á nakran hátt skuldi gerast politiskt, og eg vænti, at høvdu teir vitað, hvussu skilið er, so høvdu teir vent sær í grøvini, tí teir vóru so rørandi samdir um, at ólavsøkuhaldið skuldi vera ópolitiskt. Tí haldi eg, og fleiri við mær, at tað er skeivt at tað ólavsøkudag á Tinghúsvølinum verður drivin ein ávís einsíðug politisk propaganda, sigur Viljormur Tórsheim.
Hann frøist tó um, at tann upprunaliga ólavsøkurøðan, sjálv setanarrøðan, hevur hildið seg at upprunaendamálinum heilt fram til í dag og ikki hevur drigist við partapolitik.
- Tað skulu tey eiga, ið hava hildið røðu ólavsøkuaftan ígjøgnum árini. Tey eru farin væl um og hava dugað væl at hildið ópolitiskar røður.
Minna teir ungu á søguna
Nógv vatn er runnið ígjøgnum Havnará síðan ólavsøkuaftan í 1941, og áin er bæði løgd undir heilt og nærum blivin opnað aftur, síðan Hans Andrias Djurhuus helt fyrstu setanarrøðuna á Tinghúsvøllinum.
Fáir eru eftir av teimum ríðimonnunum, ið luttóku í fyrstu ítróttarskrúðgonguni, og tí hevur Viljormur roynt at prentað søguna niður í yngru ríðimenninar.
- Tað er umráðandi at teir vita hvør teirra skylda er í sambandi við ólavsøkuskrúðgonguna og at teir eisini í framtíðini møta væl upp ólavsøkudag. Ross og ríðimenn hava leingi verið ein partur av tjóðarhátíðini. Longu í 1921 varð tann fyrsta kappríðingin fyriskipað á ólavsøku av Kjartani Mohr, Edvardi Samuelsen og Gustavi Reinert (Gustav á Sundi blaðm.). Tá varð riðið kapp uppi á Sundsvegnum. Tjúgu ár seinni tóku teir so stig til sjálva ólavsøkusetanina, sigur Viljormur Tórsheim.
Teir tríggir, Vilhelm Tórsheim, Kjartan Mohr og Edvard Samuelsen skipaðu fyri ólavsøkuskrúðgonguni í nøkur ár. 23. februar 1943 varð Føroya Ríðingafelag stovnað, og nøkur ár seinni yvirtók felagið fyriskipanina av skrúðgonguni.
Í fleiri ár vóru tað bara ríðimenn, ið vóru við, men so komu onnur ítróttarfólk afturat, og nú eru so nógv fólk við í skrúðgonguni, at tað stundum kann tykjast ovmikið.
Síðan Tórshavnar Ítróttarráð varð stovnað og fekk ábyrgdina av tiltøkunum á ólavsøku, hevur tað skipað fyri skrúðgonguni ólavsøkudag.
Myndatekstur:
Mynd frá fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni í 1941. Fremstur stendur Vilhelm Tórsheim við flagginum. Vinstrumegin sæst Hans Andrias Djurhuus undir hatti. Millum hann og dreingirnar við fløggum, hómast Poul Petersen. Teir tríggir á rossi eru Leif Mohr (fremstur), Jóannes Patursson (sonur Jóannes bónda) og Tummas Rubeksen (aftastur).
Myndaeigari: Viljormur Tórsheim
Myndatekstur:
- Tað er skeivt at politikst tendensiøsar røður verða hildnar á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag. Tað var bestemt ikki meiningin hjá teimum, sum løgdu lunnar undir ólavsøkuhladið, og eg vænti, at høvdu teir vitað, hvussu skilið er, so høvdu teir vent sær í grøvini, tí teir vóru so rørandi samdir um, at ólavsøkuhaldið skuldi vera ópolitiskt, sigur Viljormur Tórsheim.ute;a alt liðugt til upplatingina. Nú havi eg ikki nevnt nakran við navni, men eg fari at loyva mær at veita eina serliga tøkk til Osvu Olsen, savnvørð, sum við fakligum kunnleika, hegni og treysti hevur staðið á odda fyri og myndað tað arbeiðslið, ið hevur fingið framsýningina til tað, tit nú hava høvi at síggja her Heima á Garði - stóra tøkk.