troyggjubulur. Nei, her var einki at gera. Viku fyri jól vóru fólk í jólahýri og í sýnisgluggunum fór smátt um smátt okkurt skreytakent at hanga, ikki vóru stundir at hugsa um tey smáu heljareyguni, íð [...] plagdi at pynta eitt sindur til jóla. Tað var ikki tað stóra, men eingilin Gabriel, plagdi at koma upp at hanga millum vørurnar, ið stóðu á hillum og í tí fitta sýnisglugganum. Tá vitstu vit, at nú vóru [...] hvítur. Hann velti sær um høvur teirra, at brátt skiftist myndin. Teir fingu eingladæmi. Roykurin gav teimum fjaðrar og veingir. Hvørja løtu væntaði vit, at teir fóru at taka seg uppfrá og boða um Jesu føðing
Nær upprennur tann dagur, at vit fáa nakað burtúr úr tí? Vit stríðast og strevast tann líðilanga dag og fyri hvørjum? Ikki leypur so mikið av, at okkum unnist at fara at hyggja at einum filmi um vikuna. Hon [...] lukku eri eg so fyri, at eg havi førleika at klára hesa støðu, hóast hetta verður fyrstu ferð, eg hjálpi barnakonu uttan fyri sjúkrahúsið. Men í hesum førinum tørvar mær stuðul, mær tykir, at vit mugu klára [...] komi til mín. Hon hevur átt fýra tandur, sum vit ikki vóru før fyri at føða. Hví skal hon nú aftur eiga, tað listi meg at vita.? ?Tað átti tú at vita betur? svaraði Matumbwe. Hann reisti seg og vendi sær til
fyrrapartin í 70?unum, at Høgni Simonsen burtur av fór at koyra taxa, og tað hevur sína orsøk, sigur hann. ? Tú skalt vera eitt sindur gamal fyri at koyra taxa, tað er ikki nakað fyri ungar menn, heldur hann [...] Tað skal eingin ivi vera um, at hetta er besti bilur eg nakrantíð havi havt, sigur Høgni Simonsen, sum nú um dagarnar varð heiðraður við skjali frá Mercedez-verksmiðjuni fyri at hava koyrt 500.000 km við [...] bilasølumaður sigur, at Mercedez verksmiðjan leggur sera stóran dent á, at bilarnir, ið teir gera, eru so góðir, sum yvirhøvur til ber. ? Tí hava teir eisini so stóran áhuga at frætta, hvørja ferð bilur
keypt frá Jens Paula av Reyni. Av tí at Havnará rann ígjøgnum økið, mátti ein brúgv gerast fyri at fáa innkoyring frá Niels Finsensgøtu. Støðin varð síðan bygd fyri ein part á sjálva brúnna og so yvir móti [...] fór sjálvur at reka bilstøðina TAXA 1313 - í somu húsm aftan fyri Sjónleikarahúsið. Strekkini vóru ikki so long Nú varð neyðugt við nýggjum navni, og á fundi tann 20. apríl 1955 var samtykt, at navnið skuldi [...] bara ringja til AUTO. Vit skulu hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini
tiknir av teimum, at teir gloymdu at steina meg. Tað eru vøkur kvæði, eg dugi at skyna á slíkum; tí eg eri sjálvur skald.« »Ja, tú syngur jú í heilum,« siga trøini. »Ein fær ikki náttarfrið fyri tær.« Vindeyguni [...] fólkið at hugsa sum hann, vildi hava tað at ganga fram í øllum lutum, so tað kundi virða tær ognir, tað átti; men mong fataðu hann ikki, tí tey fávitskutu eru sein at fata, og tað er oftast so, at fjøldin [...] er við mær, verk mítt fer at eydnast,« segði hann. »Hoyrir tú tað, lítli áarløkur, ið kemur innast inni úr sjálvum fjalsins hjarta, nú fara ljósari og betri tíðir at koma fyri land og fólk.« Jú, eg hoyri
num. Vit blivu við at síggja fyri okkum, at NÙ detta teir útí, men ongin datt. Og tað vóru heldur ikki børnini, ið súklaðu, nei, tí at meðan børnini vóru í skúla, sluppu páparnir at royna seg, vaksnir [...] sigast at verða komnir heilt úr Hollandi. Tað tykist heldur strævið at taka og flyta allar músteinarnar allan handan langa veg, men ein giting er, at skipini førdu vørur heim til Europa, og fyri at skipini [...] áhugavert at síggja. Tann seinasta dagin í Bangkok fóru vit at hyggja eftir »The Grand Palace«. Hetta var fyrr bústaðurin hjá konginum, men er nú latin upp fyri almenninginum. Vit hugsaðu ikki um, at vit skuldu
eingilskum, so eg fór at lesa í brúksanvísinginum. Har stóð m.a., at botnurin skuldi pumpast upp fyri at halda kuldan frá sjónum mest møguligt burtur. Eg fann pumpuna fram og fór at pumpa. Tað dámdu teimum [...] floglíkindi vórðu aftur. Seinni fekk eg at vita, at allir vóru í somu støðu, sum eg. Vit hildu, at enn eina ferð var boð eftir okkum, og at ætlanin altíð var, at vit skuldu ikki síggja okkara kæru aftur [...] eg hevði keypt í lívinum. Brennivínsfløskuna hevði eg ætlað at taka við, tí eg hevði hoyrt, at tað skuldi vera gott at hava, um ein fór at verða kaldur og illa til passar. Og bíblian var mær ein dýrgripur
nú, at Leivur Hansen, býráðsformaðurin, fer skjótt at rópa varskó. Havnin veksur so skjótt, at vit klára ikki at fylgja við, sigur Leivur Hansen Eg rokni við, at eg einaferð í summar sleppi at ynskja [...] til hjá kommununum at átaka sær fleiri almennar tænastur. Leivur Hannsen sigur, at skulu vit hugsa um at gera kommunurnar sterkar til at tær eru førar fyri at átaka sær fleiri umsitingarligar uppgávur [...] okkum at fylgja við, tí vit fáa ikki útbygt Havnina, so hon klárar at taka ímót hesum fólkastreyminum, sigur Leivur Hansen. Mugu vera varin at lækka skattin Fíggjarliga er Havnin so væl fyri, at gongur
sigur ,at hetta er gjørt av umhvørvisávum og hann vónar, at tað nú aftur slepst undan at síggja teir smáu ruskrúgvurnar, sum eru farnar at liggja og rekast ymsastaðni í býunum. Hann vónar eisini, at býráðið [...] avdráttir. Sostatt fer kommunan at betala 18 milliónir meiri í avdráttum komandi ár, enn í ár. Og tað vil siga, at komandi ár fer næstan 1/3 av fíggjarætlanini at betala skuld fyri. Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar [...] pengarnir skulu brúkast til. Tó er greitt, at kanska útvið ein triðingur fer til at halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað
í Grund fyri hetta mál. Nú heva so Grannskoðanardeild Landskassans gjørt vart við, at tað ikki er vist, at landsstýrið hevði heimild at selja Teistan. Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið [...] i áðrenn Teistin varð seldur og bað um at fáa tað skrivtligt, men tað var ikki neyðugt, fekk hann at vita av lógardeildini. ? Fyri at tryggja meg heilt, og tí at italiumenninir bóðu um tað, bað eg løgmann [...] Grund, sum ikki heldur ætlanina vera aðra, enn at seta hann í ringt ljós. Edmund Joensen hevur boðað frá, at hann fer at kanna málið. T. v. s., at hann fer at biða lógardeildina, sum er undir løgmanni, kanna