hevur gjørt nýtslu av hesi skipan og hevur stovnað eina dagrøkt. Útreiðslurnar til allar hesar stovnar verða goldnar soleiðis, at staturin ber 40%, kommuan 30% meðan foreldrini gjalda 30% av útreiðslunum. Er [...] Er talan um ognarútreiðslur, ber staturin 4/7 og kommunan 3/7 av útreiðslunum. Tað er ofta tjak frammi um tað neyðuga í at hava barnagarðar, vøggustovur og eisini skipaða dagrøkt í privatum heimum. Men [...] at samfelagið hevur ikki ráð til at hava mammurnar heima, og í triðja lagi er tað í alraflestu førum av stórum týdningi, at børnini sleppa í barnagarð saman við øðrum børnum. Møguleikarnir at fáa í lag
fekk ein bussur skaða av tí nógva vindinum, sum var hetta kvøldið. Hann koyrdi millum Sund og Kaldbaksbotn, tá ein strong hvirla, tveitti skerv og grús móti bussinum. Bussurin fekk skaða av steinsløgum
fáa fatur á ymsu upplýsingunum. Ikki minst er tað í hesum sambandi hent, at hava trý yvirlit til skipan av kappingini. Eitt dagayvirli, sum sýnir, hvørjir dystir verða leiktir í ymsu deildunum dag fyri dag [...] fegnast um stóru tilgongdina av ungum leikarum, sum flogbólturin hevur havt seinnu árini, eins og staðfest verður, at tað hevur økt um spenningin í bestu deildunum, at fleiri av feløgunum ? millum annað bæði [...] bart, og tað er eisini ein mynd frá einum av kvinnudystunum, sum prýðir permuna á skipanini. Tað er Hestprent, sum hevur staðið fyri umbrótanini og prentingini av skipanini, sum í hesum døgum verður send
fyri og onnur eftir sína, at stórur meiriluti av føroyingum ikki tekur undir við loysingini - hóast ein meiriluti av teimum fólkavaldu í løgtinginum eru av aðrari hugsan. Júst hendan andsøgn átti at ført [...] umvent, ella um báðir verða fjarstýrdir úr London) eru líka glaðir um 100 % av kirkjufólkinum eru fyri ella ímóti. ? Um 100 % av føroyingum eru ímóti øllum teirra ætlanum. Teir yvirtaka í einaræðisligum [...] vóru ímóti hesum. ? Vit, tjóðskaparhugaðu Sambandsfólk, vilja hava eina nýggja skipan innan ríkisfelagsskapin. Eina skipan, har demokrati og frælsi stimbra virkisfýsni á øllum økjum. ? Har eitt orð er eitt
var serliga FIFA lagaligt í viðgerðini av hesum spurninginum, men teir eru komnir mest sum í neyð av hesum, og tí varð gjørt av at endurskoða upptøkutreytirnar. - Til at gera hetta, hava UEFA og FIFA sett [...] ein trupulleika, tí tað eru ein ørgrynna av smærri tjóðum, sum hava havt eitt ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í hesum samgongum, og harvið fáa ein part av altjóða fótbóltskøkuni. At byrja við var [...] altjóða fótbóltur Tað hevur skapt eitt sindur av øsing í føroyska fótbóltsheiminum, at FSF herfyri atkvøddi fyri einum uppskoti frá UEFA, sum ikki loyvir nýggjum limum, um so er, at hesi lond ikki eru
sjálvstýrisætlan fyri restina av hesum valskeiðinum." Lat meg leggja afturat hesum svari, at Javnaðarflokkurin ongantíð hevur stuðlað donsku stjórnini í teirra uppfatan av okkum sum tjóð hvørki so ella [...] Spurningur nr. 4, um hví vit ikki sjálvir samskifta í altjóða viðurskiftum: Hetta er ein avleiðing av tí skipan, sum var gjørd í 1948, og sum eingin meiriluti enn hevur megnað at broytt. Skulu hesi viðurskifti [...] . Men sum áður sagt, tann møguleikan tóku tit ikki av. Hetta vóru so svarini, sum floksformaðurin ynskti at fáa. Neyvan verður frustratiónin minni av hesum.
oljuloyvi, uttan eina av landinum ásetta samsýning. Eg havi ringt við at skilja munin ímillum at keypa loyvi at ?fiska/bora eftir olju? og loyvi at ?fiska fisk?. Dagsvirðið av einari tunnu av ráolju er umleið [...] sum t.d. er vardur av einum tillutaðum fiskiloyvi, ella á annan hátt er vardur av eini, eftir mínari meining, ov gamlari planbúskaparligari skipan. Hvør er munurin at lóggeva at selja fiskidagar gjøgnum [...] umleið 22 USD. Dagsvirðið av einar tunnu av ráfiski (toski) er umleið 250 USD. Øll tosa vit um hetta undrið ?frí kapping?. Men tað vísir seg, sum rópt verður varskó, um hetta undrið skuldi rakt onkran, sum
Heimaforbund. Felagið Tórshavn: GONGUTÚRUR Sunnudagin 21. okt. verður gongutúrur av Sundi til brunnin í Havnardali. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.30. Tilmelding á Kunningarstovuni. Havið heit og góð [...] Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18 Missiónsmøti v/ YM-nevndini, samvera við sølu av heitum rætti aftaná. Mánakv. kl. 20 venur Manskórið. Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17.00: Landsbøn [...] til pitzzanight fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 21.00. Í sambandi við barnamøtini í Vági koyrir bussur frá caféini kl. 17.00. Missiónshúsið á Tvøroyri Eingin sunnudagsskúli verður sunnudagin vegna heystfrí
s vil vera við, má standa fyri hansara egnu rokning,Vit í Sambandsflokkinum eru tvørturímóti errin av heitinum, tí vit hava og hava altíð havt eina greiða støðu í tí spurninginum sum einasti flokkur, so [...] sum er eitt politiskt samráðingarúrslit millum tveir partar, har annar og minni parturin innan hesa skipan hevur havt møguleikar at menna seg í góðum samstarvi við hin, ið er eitt norðurlendskt, demokratiskt [...] Sambandsflokkurin ikki vil finna seg í, at ein føroyskur politiskur meiriluti einsamallur skal gera av, um vit skulu hava eina fólkakirkju í framtíðini. Í Føroyum er pláss fyri ymiskum kristiligum samkomum
degnum. Tað kemst av, at einki ljósanlegg er á vøllunum. Tí verður bara spælt í dagsljósi. Dysturin ímóti Skotlandi í dag verður longu klokkan tíggju føroyska tíð. Nógv seinkaðir Orsaka av veðrinum var føroyska [...] men tað gekk akkurát hjá føroyska ferðalagnum. Tá teir mánakvøldið komu til Graz í Eysturríki, stóð bussur fyri teimum. At koyra til Murskasobota í Slovenia tók fimm korter. Fyrrapartin í gjár var venjing