altjóða fótbóltur
Tað hevur skapt eitt sindur av øsing í føroyska fótbóltsheiminum, at FSF herfyri atkvøddi fyri einum uppskoti frá UEFA, sum ikki loyvir nýggjum limum, um so er, at hesi lond ikki eru limir í ST. Øsingin stavar ikki minst frá, at Føroyskur fótbóltur seinnu árini hevur notið gott av, at Føroyar gjørdust aljtóða limir. Hetta hóast vit ikki nakran tíð hava havt sjálvstøðugan limaskap í ST.
Fingu ein trupulleika
At FSF atkvøddi fyri hesum uppskotinum, kann helst skiljast soleiðis, at nú Føroyar eru vorðnar limir í altjóða fótbóltssamgonguni, so leggja umboð okkara nú vertin á, um eitt nú Grønland ikki fær hendan møguleikan. Ikki minst, tá ríkisrættarligu støðurnar hjá okkum og Grønlendingum eru ikki sørt meinlíkar.
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur sum viðmerking til hetta, at støðan hjá FSF í hesum málinum eigur at síggjast í ljósinum av heilt øðrum spurningum, og ikki sum ein spurningur um, hvørt vit eru fyri ella ímóti grønlendskum limaskapi.
- Seinnu árini hava bæði FIFA og UEFA fingið ein trupulleika, tí tað eru ein ørgrynna av smærri tjóðum, sum hava havt eitt ynski um at gerast sjálvstøðugir limir í hesum samgongum, og harvið fáa ein part av altjóða fótbóltskøkuni. At byrja við var serliga FIFA lagaligt í viðgerðini av hesum spurninginum, men teir eru komnir mest sum í neyð av hesum, og tí varð gjørt av at endurskoða upptøkutreytirnar.
- Til at gera hetta, hava UEFA og FIFA sett ein arbeiðsbólk, og úrslitið hjá hesum bólkinum var eitt álit, og var tað hetta, sum var til viðgerar á eykaaðalfundinum hjá UEFA herfyri.
Ikki ímóti Grønlandi
Torleif sigur víðari, at tað er ræt, at FSF atkvøddi fyri hesum uppskoti, men tað hevði so einki at gera við, hvørt FSF er fyri ella ímóti, at aðrar smátjóðir fáa sama møguleika, sum Føroyar hava fingið í hesum sambandinum.
- Støðan hjá okkum er í stuttum tann, at vit eru einasta land í nýggjari tíð, sum er vorðið limur í UEFA, hóast vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð. Tað eru bert londini í Stórabretlandi, sum eru í eini líknandi støðu, og hesi hava alla tíðina verið limir í UEFA.
- Í nýggja álitinum, sum UEFA nú hevur samtykt, verða greiðar treytir settar fyri upptøku av nýggjum limalondum, men samstundis verður í lógini staðfest, at Føroyar og omanfyristandandi limir í enska kongaríkinum framhaldandi eru limir í UEFA. Hetta er gjørt fyri at tryggja limaskapin hjá hesum londum, og tað haldi eg vera sera flott gjørt av UEFA mótvegis okkum. Eg kann í hesum sambandi nevna, at tað ikki eru so nógv ár síðani, at skotið varð upp, at Ongland bert kundi taka lut við einum landi, men hetta uppskotið varð tó felt.
- Harafturat skal eisini havast í huga, hvussu lítlar Føroyar eru í hesum sambandi. Øll limalondini vóru samd um nýggju upptøkureglurnar, og tað er heilt víst, at settu vit okkum ímóti hesum, høvdu vit samstundis biðið um at verið tveittir úr UEFA, og um tað hendi, so ivist eg ikki í, at ágangurin móti okkum hevði verið nakað væl harðari, enn hann er í løtuni.
- Eisini kann málið snarast á høvdinum, tí um so er, at UEFA og FIFA framhaldandi hildu á fram at taka smátjóðir við í limaskaran, so hevði hetta heilt víst fingið avleiðingar fyri okkara møguleikar at takast við tey stóru. Tað hava ofta verið røddir frammi um, at lítlu tjóðirnar einki hava at gera í hesum sambandi, og við einum øktum limatali vildu hesar røddir blivið alsamt harðari. Avleiðingin hevði verið, at lítlu tjóðirnar vórðu koyrdar í bólk fyri seg uttan møguleika at takast við tey stóru. Sostatt høvdu vit bert hitt lond sum Luksemburg, Malta, Liktenstein og líknandi, og hetta hevði ikki verið eins eggjandi ella mennandi hjá leikarum okkara, og ikki minst hevði hetta minkað munandi um fíggjarligu møguleikarnar hjá okkum at vera við.
Eru ikki líkar
Annars vísir FSF-formaðurin eisini á, at hóast Føroyar og Grønland í nógvar mátar eru í somu støðu, so er ein ávísur munur tó á.
- Fyrst og fremst er tað tann munurin, at vit altíð hava skipað fyri okkara egnu kappingum her heima. Hetta var eitt argument, sum nýttu nógv, tá vit í sínari tíð stríddust fyri altjóða viðurkenning. Vit vístu á, at vit ongan tíð hava verið limir í DBU ella DIF, og at vit høvdu okkara egnu skipan at kappast eftir.
- Við allari virðing fyri Grønlandi, so er støðan á hesum øki ikki tann sama hjá teimum. Teir eru limir í DBU, og landskapping teirra er als ikki skipað sum her hjá okkum, men fer ístaðin fram sum ein stevna, sum verður avgreidd yvir heilt fáar dagar.
- Og lat meg at enda eisini siga, at eg eisini haldi mun vera á ítróttarligu støðuni hjá okkum og Grønlandingum. Nú skal eg sjálvandi ansa eftir, at tað ikki verður tikið sum ein provokatión, men eg meti støði á føroyskum fótbólti at vera væl hægri enn tað grønlendska. Áðrenn vit fóru við til eina undankapping, høvdu vit vunnið sannførandi á Oyggjaleikunum, og til samanberingar kann nevnast, at Grønland endaði í niðaru hálvu av teimum londum, sum vóru á leikunum hesa ferð.
- Vit hava alla tíðina sett okkum sum treyt, at skulu vit vera við, skal hetta vera bæði fíggjarliga og ítróttarliga forsvarligt, og vit hava eisini tikið avleiðingarnar, tá hetta ikki hevur verið so. Eitt nú tóku vit fyribils kvinnulandsliðið úr altjóða kappingum, tá vit frá fleiri síðum fingu tað skoðsmál, at vit høvdu veikasta kvinnulandslið í UEFA, og løgdu tá heldur dent á at arbeiða við U-landsliðnum hjá kvinnum, soleiðis at ítróttarligu møguleikarnir framyvir skuldu mennast.
- Lat meg at enda siga, at tað harmar meg almikið, at støðutakan okkara á aðalfundinum av summum verður tikið sum eitt tekin um ósolidariskan atburð móti grannum okkara, og eg vóni, at tey sjónarmiðini, sum eg nú havi ført fram, kunnu geva eitt betri innlit í, hví FSF hevur valt at tikið hesa støðu, sigur formaðurin í FSF at enda.









