Marjus Dam
løgtingsmaður
?????????????
Demokratiið hótt:
Ein veljarakanning fyri og onnur eftir sína, at stórur meiriluti av føroyingum ikki tekur undir við loysingini - hóast ein meiriluti av teimum fólkavaldu í løgtinginum eru av aðrari hugsan. Júst hendan andsøgn átti at ført við sær, at politiski myndugleikin við eini/fleiri fólkaatkvøðum tryggjaði sær, at fólksins vilji var framdur.
Men hvat gera Annfinn Kallsberg og Høgni Hoydal. Teir avlýsa fólkaatkvøðuna um ríkisrættarligu viðurskiftini. Síðan spæla teir ein sjónleik fyri pressuni, har H. Hoydal tykist sera harmur um, at fólkið ikki sleppur at atkvøða. Men hann ynskti helst onga fólkaatkvøðu nakrantíð. Tí hon hevur ongan áhuga, tvørturímóti.
Tað tykist líkamikið fyri hann og samgonguna hvat føroyingar halda.
Teir tykjast halda, at føroyingar ein dag 4. hvørt ár eru atkvøðuneyt, og skatta og avgjaldsneyt restina av tíðini. Allar vanligar demokratiskar reglur tykjast settar úr gildi.
Fólk áttu at verið eftirspurd á eini fólkaatkvøðu um loysingina. Ella tær stóru skerjingar og yvirtøkur, sum samgongan ófyrireika og við stuttum skotbrái setir í verk júst nú.
Eisini hevði t.d. verið rímiligt, at kirkjufólkið varð eftirspurt, um kirkjan skuldi yvirtakast. Kirkjan er nevniliga ein fólkakirkja. Tað er stór skomm at fólkakirkjan nú verður gjørd til ein brikk í fullveldis stríðnum. Tað hevur hon ikki uppiborið. Og tað hoyrir ongarstaðir heima.
Vit eiga í fólkaræðisligum demokratiskum anda at fremja politikk her á landi. Og spyrja kirkjufólkið, hvat teirra hugsan er um hesi viðurskiftir. Um tey ynskja, at kirkjan skal yvirtakast, so eigur politiski myndugleikin at fylgja hesum ynski, og arbeiði eigur at verða gjørt til fulnar. Um fólkið sigur nei, so eigur politiski myndugleikin at fylgja hesi niðurstøðu eisini. Uttan mun til, hvør samgonga er í Tinganesi.
Kallsberg diktaturið:
? Men diktatorarnir í landsstýrinum (eg veit ikki um Kallsberg stýrir Hoydal ella umvent, ella um báðir verða fjarstýrdir úr London) eru líka glaðir um 100 % av kirkjufólkinum eru fyri ella ímóti.
? Um 100 % av føroyingum eru ímóti øllum teirra ætlanum. Teir yvirtaka í einaræðisligum anda.
? Løgreglan skal yvirtakast, sjálvt um tað ikki ber til eftir heimastýrislógini. Tað eru teir líkaglaðir við.
? Ríkisveitingin skal skerjast, sjálvt um flest allir føroyingar eru ímóti.
? Vælferðin hjá føroyinginum skal skerjast, hóast allir føroyingar eru ímóti.
? Vælferðin hjá Landstýrismonnum og politikkarum skal økjast, sjálvt um allir føroyingar eru harð-liga ímóti hesum.
? Onki røktarheimspláss er komið hetta samgonguskeiðið, sjálvt um allir føroyingar vilja tað.
? Eiga vit ikki at steðga á og spyrja hvat hendir í samfelagi okkara ídag?
? Eiga vit ikki at hava sum minsta mál, at Føroyar í framtíðini gerast eitt demokratiskt land. Væl hava vit í dag eitt demokratiskt val 4. hvørt ár. Men seinasta skeið vísir okkum, at ramasta diktatur kann fremjast ímillum hesi valini.
? Tí eigur tað at standa í eini komandi ríkisavtalu, hvussu mannagongdir skulu vera, fyri at tryggja demokratiska framferð, tá ið t.d.stórar og minni stórar ríkisrættarligar umskipanir skulu gerast. Hvørji mál skulu til eina fólkaatkvøðu, og hvørji ikki skulu. Ella um øll slík mál skulu til eina ella fleiri atkvøður. Um talan skal vera um einfaldan ella kvalificeraðan meiriluta. o.s.v. Fyri at tryggja at fólkaviljin var framdur.
? Eg eri stórliga bangin fyri, at um løgreglan varð yvirtikin, so var stutt tíð, til loyniløgreglan bankaði á dyrnar hjá andstøðingum... Og helst høvdu fleiri fongsul verið at sæð. Sjálvt um føroyingar vóru ímóti hesum.
? Vit, tjóðskaparhugaðu Sambandsfólk, vilja hava eina nýggja skipan innan ríkisfelagsskapin. Eina skipan, har demokrati og frælsi stimbra virkisfýsni á øllum økjum.
? Har eitt orð er eitt orð.
? Og skattalætti er skattalætti.