Flogbóltur
Flogbóltslandskappingin er farin ígongd, og hetta merkir so sjálvandi eisini, at kappingarskipanin hjá FBF er komin í umfer kring landið.
Sum vant eru tað fyrst og fremst upplýsingarnir í hesari, sum eru áhugaverdar, og sum vanligt hevur Flogbóltssambandið gjørt nógv burturúr, soleiðis at lætt skal vera at fáa fatur á ymsu upplýsingunum.
Ikki minst er tað í hesum sambandi hent, at hava trý yvirlit til skipan av kappingini. Eitt dagayvirli, sum sýnir, hvørjir dystir verða leiktir í ymsu deildunum dag fyri dag. Eitt hallaryvirlit, sum sýnir dystirnar í ymsu ítróttarhallunum, og so sjálvandi vanliga skipanin, har dystirnir eru settir eftir deildunum. Harumframt er eisini høgligt, at ferðaætlanin hjá Strandferðsluni er prentað í skipanini.
Nógv at frøast um
Í fororðunum til skipanini staðfestir nevndin hjá FBF, at seinnu árini hava borið nógv positivt til føroyskan flogbólt.
Ikki minst verður fegnast um stóru tilgongdina av ungum leikarum, sum flogbólturin hevur havt seinnu árini, eins og staðfest verður, at tað hevur økt um spenningin í bestu deildunum, at fleiri av feløgunum ? millum annað bæði meistaraliðini í fjør ? hava fingið sær leikandi útlendskar venjarar. Eisini gleðist nevndin um undirtøkuna, sum steypafinalurnar hava fingið. Bæði millum leikarar og fjølmiðlar.
Tað, sum helst var hæddarpunktið á árinum í fjør, var uttan iva Oyggjaleikirnir á Man, har føroysku kvinnurnar enn eina ferð gjørdu bart, og tað er eisini ein mynd frá einum av kvinnudystunum, sum prýðir permuna á skipanini.
Tað er Hestprent, sum hevur staðið fyri umbrótanini og prentingini av skipanini, sum í hesum døgum verður send øllum feløgunum kring landið.










