Kjak um dagrøktarstovnar: Nyttar einki at koyra mammuna heim

Spurningurin um barnagarðar og um tørvin á slíkum stovnum hevur ikki verið sørt frammi nú, og vil óivað verða havdur frammi hesa tíðina, ikki minst av tí, at kommunuval stendur fyri durum, skrivaði Sosialurin 13. oktober 1976

 

FYRI 25

ÁRUM SÍÐANI


? Serliga eru tær størru kommunurnar ofta kroystar, tá dagrøktarstovnar ikki eru, ella eru í alt ov lítlum tali. Men heilt sørt er ikki gjørt á hesum øki, hóast hesir stovnar bert finnast á stórplássunum ? í Klaksvík og í Havn.

Hetta skrivaði Sosialurin mikudagin 13. oktober 1976. Og vit endurgeva greinina:

»Í Klaksvík hevur KFUM og K gjøgnum mong ár rikið ein barnagarð, sum í løtuni stendur fyri víðkan. Í Havn er Drotning Ingridar Barnagarður, »meinheitsbarnagarðurin« eisini kallaður. Hesin barnagarður er bygdur í fimmtiárunum. Harafturat koma barnagarðurin og vøggustovan hjá Franciskanarasystrunum, nunnunum. Síðani er vøggustova í Eysturbýnum, á Lützenstrøð, barnagarðurin við Hoyvíkstjørn, á Íslandsvegnum, umframt vøggustovan og barnagarðurin, sum kommunan hevur stovnað úti á Velbastaðvegnum. Allir hesir stovnar verða riknir við stuðuli frá tí almenna.

Fyri nøkrum árum síðani varð gjørd ein týðandi lógarbroyting fyri at koma tí økta tørvinum at fáa børn í dagpleygu í á møti, sum bæði kann vera eitt lið í arbeiðinum hjá vøggustovu og barnagarði, tá hesir stovnar ikki síggja seg førar fyri at taka ímóti tí tørvi, sum er. Í hesum sambandi kann fáast í lag skipað dagrøkt hjá privatum, somuleiðis sum ein serlig dagrøkt fyri børn hjá privatum kann fáast. Men tað er bara Tórshavnar kommuna, sum hevur gjørt nýtslu av hesi skipan og hevur stovnað eina dagrøkt.

Útreiðslurnar til allar hesar stovnar verða goldnar soleiðis, at staturin ber 40%, kommuan 30% meðan foreldrini gjalda 30% av útreiðslunum. Er talan um ognarútreiðslur, ber staturin 4/7 og kommunan 3/7 av útreiðslunum.

Tað er ofta tjak frammi um tað neyðuga í at hava barnagarðar, vøggustovur og eisini skipaða dagrøkt í privatum heimum. Men vit koma neyvan nakran veg til loysn við at siga, at best er at foreldrini hava børn síni heima, og at mamman er heima.

Í fyrsta lagi tí, at tað ikki er gjørligt hjá øllum. Í øðrum lagi tí, at samfelagið hevur ikki ráð til at hava mammurnar heima, og í triðja lagi er tað í alraflestu førum av stórum týdningi, at børnini sleppa í barnagarð saman við øðrum børnum.

Møguleikarnir at fáa í lag dagrøktarstovnar eru til staðar, og spurningurin er heldur í hvørjum einstøkum føri, um kommunur sum heild hava áhuga fyri at seta hesar stovnar í verk. Frammanundan vóru tað, sum vit eisini hava víst á, bert katólska kirkjan og fólkakirkjan (KFUM og K) sum sóu tørvin og týdningin av barnagørðum, og síðani eru aðrir barnagarðar komnir afturat.« (endurgeving endað)

Soleiðis varð sagt fyri 25 árum síðani, og soleiðis kunnu vit framvegis spyrja, um kommunupolitikarar í veruleikanum vilja nøkta barnaansingartørvin.

Í øllum førum er hetta ikki víst í verki í Tórshavnar kommunu seinastu fjórðingsøldina?