Føroyska U?19 landsliðið er í hesi vikuni í Slovenia, har teir taka lut í EM undankapping. Uppgávurnar eru sera stórar. Í dag skulu teir spæla ímóti Skotlandi, fríggjadagin skulu teir spæla ímóti Slovenia, og sunnudagin verður Grikkaland mótstøðuliðið.
? Eg kenni ikki so nógv til spælararnar á hinum liðunum. Skotland royna vit at fáa upplýsingar um nú undan dystinum. Hini bæði liðini fara vit at kanna, tá tey spæla í kappingini her niðri, sigur Jógvan Marin Olsen, venjarin, sum ikki ivast í, at avbjóðingarnar vera ivaleysa stórar hjá hansara monnum:
? Vit vita, at skotarnir hava eitt gott lið. Vit rokna við, at Slovenia hevur eitt uppaftur betri lið, og tað er eingin loyna, at fótbóltsmenningin í Grikkalandi hevur verið sera stór tey seinastu árini, staðfestir Jógvan Martin Olsen.
Dysturin ímóti Skotlandi verður, sum allir hinir dystirnir í kappingini, spældur tíðliga á degnum. Tað kemst av, at einki ljósanlegg er á vøllunum. Tí verður bara spælt í dagsljósi. Dysturin ímóti Skotlandi í dag verður longu klokkan tíggju føroyska tíð.
Nógv seinkaðir
Orsaka av veðrinum var føroyska landsliðið mánadagin fleiri tímar seinkað úr Vágum. Eftir upprunaligu ætlanini skuldu teir havt góða tíð í Kastrup, áðrenn teir skuldu til Graz í Eysturríki, men tað gjørdist heilt knapt. Ein líltan hálvan tíma eftir at flogfarið úr Føroyum hevði sett seg í Kastrup, lætti flogfarið til Eysturríki, men tað gekk akkurát hjá føroyska ferðalagnum.
Tá teir mánakvøldið komu til Graz í Eysturríki, stóð bussur fyri teimum. At koyra til Murskasobota í Slovenia tók fimm korter. Fyrrapartin í gjár var venjing á skránni. Umstøðurnar eru góðar, har U?19 landsliðið heldur til.