hann av og á. Sigmundur kennir seg bert tryggan í einum føri. Hann hevur fingið at vita, at myndugleikarnir ikki hava loyvi at gera honum nakað, seta hann í geglið ella á annan hátt gera seg inn á hann. Ikki [...] ferðavinnuni. Nú vetrartíð er, eru eini 25 - 30 hitastig. Í løtuni er eitt eldgos virkið á oynni. 48 ára gamli Sigmundur býr á góðum hotelli og hevur allar hentleikar, sjónvarp, telefon o.s.fr.. Hann sigur seg [...] sjónvarpinum á fronskum. Tað er einki við at hyggja, tá tú ikki skilir málið, sigur Sigmundur. Ikki sørt at kenslan av at verða eygleiddur, er til staðar. Telefonin hjá Sigmundi ringir av og á um næturnar
at sigla um Vestmannasund. Tað tekur 3 tímar á Vág. Veruleikin er tann, at alt botnar í eini kollvelting innan flutning á landi. Tvs., fiskivinnumynstrið á landi er totalt broytt eins og flutningur innan [...] og oljuflutningur ikki má fara fram samstundis sum ferðafólk eru umborð á skipinum. Orsøkin er ein spurningur um trygd, sum ikki á nakran hátt má setast til síðis. Tó so, heldur enn í óðum verki at keypa [...] soleiðis eisini vágafólk, fólk á Tvøroyri, Vági og Klaksvík. Manglandi samskipan Heldur enn samskipaðar loysnir fyri flutningi í Føroyum, koma vágafólk og fólk úr Klaksvík, grundað á kappingaravlagandi umstøður
maðurin hvarv úr myndini. Sera eyðsýndir á meistaraliðnum vóru nýggi málverjin, Teitur Gestsson, miðverjarnir báðir, Rógvi Holm og Vagnur Mohr Mortensen, liðformaðurin á miðvøllinum Fróði Benjaminsen og so [...] Nolsøe, 74.), Símun Samuelsen Gult kort: Rógvi Poulsen 65. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Heðin Stenberg, Jón Krosslá Poulsen, Hans á Lag, Tróndur Jensen Venjari: Sigfríður Clementsen Malmø FF: [...] hevur verið í landskappingini, og tað gjørdist heilt spennandi, tá ið HB eftir 70 minuttir setti hol á. Málskjútti var liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum
sum nógv vilja hava ókeypis atgongd til, tá ið á stendur. Eg skal í hesum umfarinum bara taka eitt dømi fram, men harafturímóti eitt dømi, sum eg kenni væl á egnum kroppi. Eitt dømi, sum sigur mær, at tað [...] eg ætli mær at stríðast fyri, og nú má svíða sum svøllur. Men legg Landsbókasavnið norður á Langasand, suður á Drelnes, ella vestur til Bíggjar, so eri eg vísur í, at summar lokalpolitiskar pípur fáa onnur [...] er teirra land, og tað hava tey Gud hjálpi mær so púra rætt í. ? Upp á virðislønarpallin við Jóannes Jacobsen og co. fyri hetta, á fleiri økjum, frálíka tiltakið. Men hetta er eisini mítt land ? og títt
tiltakið á Vaglinum, tað lokabragd og skýmaskotavirksemi, ið sambandssinnaði vongurin í Fólkaflokkinum, sum Jógvan kanska sjalvur er eitt sindur í parti við, framdi, tá ið hann tók kvørkratak á fullvel [...] Sivertsen og Jógvan á Lækjuni, komu heim aftur, hevði Jógvan við Keldu ikki havt nakra framsøgurøðu hendan dagin, hetta tí fullveldisætlanin, øll sum hon var, var farin fyri bakka. Uttan mun til um ein [...] Sosiainum leygardagin 23. mars 2001, har greinskrivarin vísir á nakrar møguleikar fyri einari breiðari semju í fullveldistilgongdini. Greinin vísir á møguleikar fyri semjum og ørðum samgongumøguleikum, alt gott
verða tiknar yvir høvdinum á tær, júst sum vit hava upplivað tað fleiri ferðir í ríkisfelagsskapinum; men at vísa á hetta yvir fyri einum sambandsmanni er sum at sletta vatn á gás, tað perlar av og til [...] sambandsflokkinum, tí sum Atli Hansen sjálvur tekur til: »Um danska pressan og Nyrup eru á rættari leið, so er Høgni Hoydal á skeivari leið. Hetta kallast manipulering ella villleiðing, og tað er naivt út um [...] eg, at møguleikin at endurnýggja okkara vælferðarsamfelag als ikki er farin fyri bakka, men heldur at viðurskiftini bæði á sjúkrahúsøkinum, skúla- og samfelagsøkinum og øðrum týðandi samfelagsøkjum hava
undir hana. Sambært pápanum gekk alt upp á tað allarbesta millum parið fram til tveir mánaðir undan, at mamman stakk av. Tá broyttist hon og alt gekk bara niður á bakka. Partur av samansvørjingini var mamman [...] hansara í rættinum stóð hann púra á berum tá hann sá, at mamma og børn vóru rýmd. Verjin helt ógvuliga lítið um trúvirðið hjá pápanum, og minti hann fleiri ferðir á, at hann vitnaði undir ábyrgd. Og í [...] Danmarkar. Sambært mammuni var ein orsøk til hetta, at har høvdu tey ikki sosialu myndugleikarnar upp á nakkan. Ein onnur orsøk var, at tað var gott fyri dreingin og framtíðar útbúgving, at hava danska málið
Føroyar løgdu eitt tal á borðið var á síðsta samráðingarfundinum fyri tveimum mánaðum síðan, og tú kanst ikki rokna við, at millumlanda samráðingar um býti av fiskirættindum verða avgjørdar á einum fundi. Tílíkar [...] eru vit samd um, at Føroyar eiga rætt til ein størri part av makrelinum, og at vit eiga at stríðast á øllum økjum fyri at røkka hesum máli. Felagið Nótaskip hevur, síðan makrelmálið tók seg upp fyri einum [...] føroyska fiskiskipanin dettur sundur, tí at ongin kann kenna seg vísan í sínum rættindum og gera íløgur á hesum grundarlagi. Tað hevði verið ónátúrligt, um reiðaríini hjá nótaskipunum skuldu fáa fiskirættindi
sum land”. Prentað í Dimmalætting frá 7. juni, á síðu 9. Les hana. Ógvusligt ljóðar tað kanska, men eg noyðist erliga at siga, at sjáldan havi eg lisið á prenti nakað, sum rakar so langt við síðuna av [...] dinosaurin býr ein álvarsamur sannleiki. Dinosaururin – hitt forna dýrið, sum einaferð var einaráðandi her á fold – er ikki til longur. Hví? Jú, hitt risastóra og sterka djórið megnaði ikki at laga seg til nýggjar [...] hvussu vit sum land taka okkum fram, mælir kronikkin til, at vit skulu taka okkum aftur. Vit skulu bakka. Spola menningina aftur. Flyta samfelagsklokkuna aftur til eina farna tíð. Tað, sum er ómetaliga syrgiligt
hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum øll árini, og hann er farin so vítt, at hann fyrst í 1990-unum, beint ímóti støðuni, sum limirnir høvdu gjørt greitt á landsfundi um, at ongar f [...] ársfrágreiðingina hjá Fiskimannafelagnum, sum løgd varð fram á ársfundinum tann 29. og 30. desember 1994, har Óli Jacobsen á síðu 5 viðurkennir, at?kom hesin sáttmáli at merkja skerjingar hjá fiskimonnunum í ávísum [...] Vit síggja tó, at tá Óli er mest óndsinnaður og grovur í sínum álopum á fakfelagsrørsluna, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða