Hon viðgekk beinanvegin, at fortíðin og uppvøksturin hevði ikki verið tann besti. Hon hevði hildið saman við einum dana frá tí hon var 18 ár í 1996. Tey búðu tá í Føroyum, og í 2000 áttu tey ein son saman.
Trupulleikar vóru tó í heiminum, og tá sonurin var hálvt ára gamal, var hann settur í familjurøkt í tvey ár. Barnaverndin metti, at uppvøksturin hjá mammuni gjørdi, at hon var illa egnað til sjálv at vera mamma.
Eftir hesi tvey árini vóru tey tríggjar mánaðir í barnaheimsrøkt, áðrenn ty aftur kundu flyta í egið heim saman.
Umleið 2004-2005 gjørdu foreldrini av at flyta til Danmarkar. Sambært mammuni var ein orsøk til hetta, at har høvdu tey ikki sosialu myndugleikarnar upp á nakkan. Ein onnur orsøk var, at tað var gott fyri dreingin og framtíðar útbúgving, at hava danska málið við í viðførinum.
Og tað var her, at pápin – sambært mammuni – fekk einsamalla foreldrarættin yvir soninum. Mamman greiddi frá, at pápin helt tað fór at verða lættari at ferðast við soninum, um hann hevði foreldrarættin.
Her hevði pápin ikki somu frágreiðing, tí sambært honum varð hetta fingið í lag eftir at tey vóru komin til Danmarkar, og at tað í veruleikanum var eftir áheitan frá mammuni. Hon helt, at tað var betur, at pápin hevði foreldrarættin um so var, at hon ikki fór at trívast í Danmark, men heldur vildi sleppa heim aftur til Føroya. Tá kundi sonurin í hvussu er verða verandi í Danmark.
Ikki sonur mín meira
Viðurskiftini teirra millum var ógvuliga upp og niður, segði mamman, men tey fingu kortini eitt barn aftrat saman.
Sambært mammuni broyttist maðurin nógv, serliga seinasta hálva árið, tá hann fekk tørn í tvær til tríggjar vikur, so skjótt hann fekk pening. Fyri leiðaranum í barnaverndini í økinum hevur mamman greitt frá, at maðurin seinasta hálva árið gekk í einum evigum rúsi.
Hon greiddi frá, at tá talan gjørdist um, at sonurin skuldi til Føroya í summarfrí í 2010, var tað stundum í lagi fyri manninum, stundim ikki. Tá so mamman ætlaði við, gjørdist heilt galið, og tá skal pápin – aftur sambært mammuni – hava sagt við sonin, at fór hann við mammuni, var hann ikki sonur hansara longur.
Upp undir fráferðina gjørdist parið ósamt um ferðina, serliga tí pápin kravdi at fáa eitt dato, tá sonurin kom niður aftur til Danmarkar.
At enda gjørdi mamman greitt, at hon tók børnini og fór heim til Føroya dagin eftir og kom ikki aftur. Ákærda kvinnan greiddi frá, at maðurin tá fór av húsum og var ikki aftur komin, tá tey trý fóru til Føroya um morgunin.
Maðurin hinvegin greiddi frá, at hann var farin til mammu sína, fyri at skapa »fred og ro for børnenes skyld«.
Eisini her er stór ósemja í frágreiðingunum hjá foreldrunum, tí meðan mamman sigur seg hava gjørt pápanum heilt greitt, at hon fór til Føroya, segði pápin seg ómøguligt kunna gita, hvar mamma og børn vóru, tá hann kom til húsa aftur.
Stór samansvørjing
Pápin var førdur sum vitni í málinum. Hann greiddi frá, at tey gjørdu av at flyta til Danmarkar eftir at hann hevði fingið endurgjald fyri eina ferðsluvanlukku, og hann tí hevði ráð at flyta.
Longu tíðliga byhrjaði ein spírandi samansvørjingar teori at forma seg í vitnisfrágreiðingini hjá pápanum.
Tá ákærin læs upp úr einari politifrágreiðing um, at pápin skuldi hava greitt frá, at flutti mamman aftur til Føroya við soninum var vandi fyri, at sosialu myndugleikarnir tóku dreingin, segði hann seg ongantíð hava sagt hetta. Hann pástóð víðari, at frágreiðingin var broytt, síðani hann skrivaði undir hana.
Sambært pápanum gekk alt upp á tað allarbesta millum parið fram til tveir mánaðir undan, at mamman stakk av. Tá broyttist hon og alt gekk bara niður á bakka.
Partur av samansvørjingini var mamman at ákærdu kvinnuni og maður hennara. Pápin hevði hoyrt hesi bæði tosa saman á Skype um, at »nú høvdu tey hann, har tey vildu hava hann«.
Pápin greiddi frá, at hansara ófrávíkiliga krav um at síggja ein retur ferðasesðil varð sleptur, eftir at parið hevði fingið eitt gott prát. Men tá stemningurin gjørdist óálviligur um kvøldið gjørdi hann av, at fara til mammu sína at sova.
Tað kann tykjast undarligt, men hóast talan var um eina føroyska mammu rann tað ikki pápanum til hugs, at hon kundi vera farin til Føroya við børnunum. Tí sambært frágreiðing hansara í rættinum stóð hann púra á berum tá hann sá, at mamma og børn vóru rýmd.
Verjin helt ógvuliga lítið um trúvirðið hjá pápanum, og minti hann fleiri ferðir á, at hann vitnaði undir ábyrgd. Og í proseduruni legði hann beinleiðis pápan undir at lúgva.
Lítið ágrýtin
Tað má sigast, at danski pápin tók alt hetta óvanliga róligt. Hann segði seg hava meldað málið til løgregluna í Norðurjútlandi einaferð í august, men har skuldi hann hava fingið at vita, at vóru børnini burturflutt uttanlands, so var einki at gera.
Í februar árið eftir – í 2011 – hevði hann tó tikið seg saman og meldað málið til løgregluna. Hesaferð var tað tó próvfast, at málið var meldað og ikki sum í august, har einki prógv fyriliggur, at pápin skal hava tosað við løgregluna yvirhøvur. Einki orð í døgnrapportini.
Tað hevur síðani verið eitt ávíst samskifti millum pápan og børnini umvegis Skype, og pápin hevur greitt børnunum frá, at hann kann ikki síggja tey so ofta, tí ráðini eru ikki til tað.
Tá verjin hjá kvinnuni vildi vita, hvussu hann væntaði at fáa ráð at føða og mæta børnunum í Danmark, tá hann ikki hevði ráð til ein túsundkrónu seðil inn ímillum til ein sjóvegis ferðaseðil til Føroya gjørdi hann greitt, at hann so sanniliga ikki ætlaði sær at seta fór umborð á skip fyri at síggja børnini.
Tá ákærin spurdi, um hann hevði trupulleikar við alkoholi svaraði hann, at tað var einki, hann ikki sjálvur kundi klára.
Verjin róði eisini upp undir, at hetta allarhelst var orsøkin til, at pápin var raknaður við í februar, tí hann »kanska tá varð vorðin edrúur«.
Somuleiðis helt verjin, at pápin hevði eina undarliga trongd at varpa ljós á seg sjálvan, tí ta einu ferðina, hann var í Føroyum í sambandi við eitt rættarmál um sakina, hevði BT við sær.
Nú skal dómarin so brúka eina viku at umhugsa, antin mamman móti betri vitan burturflutti børnini til Føroya, ella at bæði hon og pápin vóru sannførd um, at hetta var fult lógligt og fyri mammunasa viðkomandi tað besta fyri børnini.