HB hótti svensku meistararnar

HB var eina løtu tætt við at skaka svensku meistararnar úr Malmø FF, men tá ið HB spenti álopsbogan í tíðini, sum dómarin legði aftrat, endaði tað við, at Malmø FF javnaði til 1-1.

Málskjútti hjá Malmø FF var Wílton Figueiredo, sum gjørdist leysur. Lítla løtu eftir útjavnandi málið hevði Malmø FF aftur góðan møguleika, men tá bjargaði nýggi HB málverjin, Teitur Gestsson, sum var sera tryggur aftasti skansi, sera væl.

Í landskappingini hevur HB fyrr í ár havt stórar trupulleikar. Í kvøld var hugburðurin hjá føroyska meistaraliðnum sera góður. Skipanin í verjupartinum var væl betri, enn hon hevur verið í landskappingini, og tað gjørdist heilt spennandi, tá ið HB eftir 70 minuttir setti hol á. Málskjútti var liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin dygst inn við stólpanum, eftir at Andrew av Fløtum hevði lagt frísparksinnlegg innfyri.

Andrew av Fløtum, sum hevði verið sera væl upplagdur, noyddist stutt eftir leiðslumálið skaddur av vøllinum. Tað var stórt bakkkast fyri HB, sum tóktist missa nakað av floginum, tá ið væl upplagdi næstfremsti maðurin hvarv úr myndini.

Sera eyðsýndir á meistaraliðnum vóru nýggi málverjin, Teitur Gestsson, miðverjarnir báðir, Rógvi Holm og Vagnur Mohr Mortensen, liðformaðurin á miðvøllinum Fróði Benjaminsen og so Andrew av Fløtum.

Malmø FF vann sín heimadyst 2-0, og harvið heldur svenska meistaraliðið fram í kappingini.

Í HB leguni iðra teir seg yvir, at teir í Svøríki taptu við tveimum málum og ikki einum. Um teir ikki høvdu havt gjørt sjálvmál í Malmø, so hevði talan verið um øðrvísi uppgávu, og harvið hevði møguleikin verið størri fyri, at føroyska meistaraliðið og ikki tað svenska skuldi halda fram í kappingini.

Tað var tætt við, og avrikið og úrslitið vóru undir øllum umstøðum væl betri, enn tað frammanundan kundi roknast við.

 

 

 

HB-Malmø FF 1-1 (0-0)

1-0: Fróði Benjaminsen 70.

1-1: Wílton Figueiredo 89.+1.

Dómarakvartett úr Serbia: Milenko Vukadinovi? , Vladimir Jovanovi? , Dalibor Djurdjevic og Marko Popovic

HB: Teitur Gestsson – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Vagnur Mortensen, Hendrik Rubeksen – Hanus Thorleifsson (Jógvan Rói Davidsen, 89.), Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen (Kristin R. Mouritsen, 88.) – Andrew av Fløtum (Jógvan Skeel Nolsøe, 74.), Símun Samuelsen

Gult kort: Rógvi Poulsen 65.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Heðin Stenberg, Jón Krosslá Poulsen, Hans á Lag, Tróndur Jensen

Venjari: Sigfríður Clementsen

Malmø FF: Dusan Melichárek – Daniel Andersson, Markus Halsto, Daniel Larsson, Wilton Figueiredo, Pontus Jansson, Ivo Pekalski, Dardan Rexhepi (Jiloan Hamad, 63.), Richardinho, Jimmy Durmaz, Agon Mehmeti (Miljan Mutavadži?, 85.)

Gult kort: Mehmeti 67., Ricardinho 70.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Dejan Gara?a, Yago Fernandez, Filip Stenström, Alex Nilsson, Omid Nazari

Venjari: Rikard Norling

Malmø FF vann fyrra dystin 2-0 og heldur tískil fram í kappingini við samantalda málmuninum 2-1

 

 

Liðugt

1-1

 

 

90 min.

1-0

Malmø FF hevur tikið framrættaðan miðvallara út og sett verjuspælara inn.

HB hevur framt tvær framrættaðar innskiftingar: Kristin R. Mouritsen og Jógvan Rói Davidsen eru komnir inn, og Rógvi Poulsen og Hanus Thorleifsson eru farnir út.

Tríggir minuttir lagdir aftrat!

 

85 min.

1-0

HB hevur spent álopsbogan, men higartil hevur tað ikki eydnast at spæla seg til málmøguleikar. Størsta møguleikan hevur Malmø FF havt, men bólturin varð sendur upp um málið.

 

 

80 min.

1-0

HB hevur higartil ikki megnað at seta Malmø FF undir trýstið, sum skal til. Svenska liðið hevur góða tíð, og teir lúra eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop, nú HB hevur meiri fólk í álopspartinum.

 

75 min.

1-0

HB stríðist fyri at økja um leiðsluna. Um úrslitið verður 1-0 til HB, so fer Malmø FF at halda fram í kappingini, tí Malmø vann 2-0 á heimavølli.

Samstundis sum HB arbeiðir fyri at økja um leiðsluna og harvið at vinna umdyst, so er neyðugt at vera sera ansin í verjupartinum.

Malmø hevur havt góðan møguleika eftir gjøgnumbrot í høgru, men Teitur Gestsson bjargaði meistarliga til hornaspark. Malmø FF roynir at seta ferðina upp.

 

70 min.

1-0: Fróði Benjaminsen 70.

Tað er rættuliga spennandi í Gundadali, har tað resta 20 minuttir av uppgerðini millum HB og Malmø FF. Tjúgu minuttir undan leikloki hevur Fróði Benjaminsen við høvdinum stýrt bóltin í svenska málið, eftir at Andrew av Fløtum hevði lagt fríspark innfyri.

Stutt eftir málið fór Andrew av Fløtum borin av vøllinum. Sera væl upplagdi álopsspælarin varð skaddur í at síggja til einki vandamiklari støðu.

Jógvan Skell Nolsøe loysir Andrew av.

 

60 min.

0-0

HB hevur fingið betri tak á, enn heimaliðið hevði fyrstu løtuna eftir steðgin. Símun Samuelsen varð spældur leysur í brotsteiginum, men tíverri var temjingin ikki nóg góð.

Rógvi Poulsen hjá HB hevur sæð gula kortið.

 

50 min.

0-0

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur Malmø í sera skjótum álopum gjørt sær dælt av, at HB verjan ikki hevur verið so sannførandi, sum hon var í 1. hálvleiki. Teitur Gestsson hevur staðið sum ein brandur, og tað er orsøkin til, at tað framvegis er málleyst.

 

 

45 min.

Hálvleikur

0-0

Malmø hevur havt størri breidd og tyngd, men talan hevur ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar. HB hevur víst góðan hugburð, teir bakka hvønn annan væl upp, og Teitur Gestsson hevur víst góðar dygdir í málinum.

Fram ímóti steðginum var HB um reppið at koma í góða støðu, men Andrew av Fløtum drálaði eitt vet ov leingi.

 

 

40 min.

0-0

Malmø hevur nú havt bóltin í HB málinum, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.

 

35 min.

0-0

Nú brennur rættuliga á frammanfyri HB málið. Álopini skola fram ímóti HB málinum. Næst við at fáa mál var svenska liðið, tá ið teir sendu bóltin í stólpan aftanfyri Teit Gestsson.

HB roynir við sendingum fram til Símun Samuelsen, men tað gongur eitt sindur striltið.

Fróði Benjaminsen, HB liðformaðurin, sum hevur flest altjóða royndir á heimaliðnum, hevur haltað eina løtu eftir ein nærdyst.

 

30 min.

Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Malmø hevur havt tveir stórar møguleikar, sum nýggi HB málverjin, Teitur Gestsson, hevur vart meistarliga væl fyri.

 

HB er væl við frá byrjan, teir royna at spæla og leypa á, men Malmø hevur havt naskastu royndina.

 

 

1. undanumfar í Champions League

HB-Malmø FF

(Fyrri dysturin endaði 2-0 til Malmø FF)

HB: Teitur Gestsson – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Vagnur Mortensen, Hendrik Rubeksen – Hanus Thorleifsson, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen – Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

Malmø FF: Dusan Melichárek – Daniel Andersson, Markus Halsto, Daniel Larsson, Wilton Figueiredo, Pontus Jansson, Ivo Pekalski, Dardan Rexhepi, Richardinho, Jimmy Durmaz, Agon Mehmeti