Seinasti dinosaururin

Tey, sum laga seg til nýggjar tíðir og umstøður, hava møguleika at skapa framburð og vøkstur. Hini, sum heldur vilja flyta samfelagsklokkuna aftur til eina farna tíð, fáa tað trupult. Viðmerking til kronikk hjá borgarstjóranum í Klaksvík

Heðin Mortensen, borgarstjóri
------------





Hevur tú hoyrt søguna um tann allar seinasta dinosaurin?

Soleiðis spurdi ein kona meg skemtandi nakað herfyri.

Nei, mátti eg viðganga, eg hevði ikki hoyrt ta søguna.

”Hvat hugsaði tann seinasti dinosaururin, áðrenn hann doyði?”, spurdi hon.

Og hon var líka skjót við svarinum: ”Hann hugsaði: gævið alt var sum fyrr”.

Vit flentu bæði.

Men undir skemtisøguni um seinasta dinosaurin býr ein álvarsamur sannleiki.

Dinosaururin – hitt forna dýrið, sum einaferð var einaráðandi her á fold – er ikki til longur.

Hví? Jú, hitt risastóra og sterka djórið megnaði ikki at laga seg til nýggjar tíðir og umstøður. Tí gekk tað til grundar.

Poengið er einfalt men sera týðandi: tey, sum ikki megna, duga ella vilja laga seg til nýggjar tíðir og umstøður, fáa tað sera trupult.

Gævið alt var sum fyrr
Hetta vóru tankarnir, ið komu mær til hugs, eftir at eg hevði lisið eina kronikk hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík.

Kronikkin eitur ”Sum eitt valdømi missa vit Føroyar sum land”. Prentað í Dimmalætting frá 7. juni, á síðu 9. Les hana.

Ógvusligt ljóðar tað kanska, men eg noyðist erliga at siga, at sjáldan havi eg lisið á prenti nakað, sum rakar so langt við síðuna av.

Heldur enn at peika frameftir fyri Føroyar, peikar kronikkin aftureftir, øll sum hon er.

Heldur enn at vísa, hvussu vit sum land taka okkum fram, mælir kronikkin til, at vit skulu taka okkum aftur. Vit skulu bakka. Spola menningina aftur. Flyta samfelagsklokkuna aftur til eina farna tíð.

Tað, sum er ómetaliga syrgiligt at síggja í hesi kronikk, er, at ongastaðni fyriheldur hon seg til tær ovurstóru avbjóðingar, ið Føroyar sum samfelag hava.

Fokusið í kronikkini er lokalt og aftureftirlítandi.

”Gævið alt var sum fyrr”, hugsaði dinosaururin.

Tey merkisverdu sjónarmiðini
Hvørji eru so sjónarmiðini, sum borgarstjórin í Klaksvík leggur fyri dagin?

Lat meg í stuttum savna nøkur teirra saman her:

Føroyar mugu aftur til skipanina við sjey valdømum, tí so fæst virðing fyri vinnuni, landspartarnir í Føroyum fáa kjølfesti, og politisku flokkarnir gerast disciplineraðir.
Løgtingslógin um eitt valdømi fyri allar Føroyar var eitt kvett, sum einstakir politikarar framdu.
Løgtingslimir kenna trongd til at ”tekkjast og stuðla høvuðsstaðnum” upp á bekostning av økjum kring um landið.
Kommunur mugu ikki leggjast saman tvørtur um ”landspartar”.
Kommunur mugu ikki gerast ov stórar, tí so hvørva landspartar, teir missa sín samleika, og dynamikkurin verður burtur.
Kommunusamanleggingar hótta nærdemokratiið
Fólk gerast líkasæl og virkisleys, um onki lokalt kommunustýrið er

Eg eri veruliga bilsin av hesum sjónarmiðum.

Er hetta veruliga tað, sum skal flyta Føroyar fram á leið?

Ein valskipan, sum pettar landið sundur aftur? Smáar og veikar kommunur, sum onki formáa sær? Avmontering av høvuðsstaðnum, sum er einasta veruliga kraftsentur í Føroyum? Nalvaskoðan og tað, sum verri er?

Tann kaldi veruleikin
Nei, hetta kunnu vit snøgt sagt ikki brúka til nakað sum helst í dagsins samfelag.

Her skulu heilt aðrir tankar til, um Føroyar skulu standa seg í kappingini við onnur lond.

Hvør er støðan í samfelagnum í dag? Tann stutta versjónin er, at Føroya land hevur ómetaliga stórar avbjóðingar.

Framvegis eru stórir búskaparligir trupulleikar. Kassarnir hjá Landsstýrinum og Løgtinginum eru tómir. Fíggjarlógirnar hava reyðar botnlinjur ár undan ári. Sama hava nógvar av fyritøkunum. Búskaparvøkstur hava vit ikki sæð í áravís. Og fólkatalið í Føroyum hevur seinastu 10 árini staðið í stað.

Vit mangla búskaparvøkstur og fólkavøkstur!

Hetta eru stóru høvuðstrupulleikarnir, sum allar góðar kreftir í landinum mugu standa saman um at loysa. Øll mugu taka lut í arbeiðnum – serstakliga landspolitikarar og vit, sum arbeiða í kommununum.

Um vit sum land lata standa til, so missa vit framtíðina, ið vit ynskja og unna okkara børnum. So verður megin spakuliga sogin úr okkara samfelag. Íbúgvarnir fara at gerast støðugt eldri, og her fara ungfólk ikki at tíma at vera.

Hetta er tann kaldi veruleikin, sum vit øll standa yvir fyri.

Tann gamla plátan um polarisering
Sæð í hesum álvarsama ljósi, nyttar tað onki at leggja tær gomlu lokalpolitisku pláturnar á aftur plátuspælaran. Tíðin er farin frá teimum. Tær eru ov slitnar.

Tak tann gamla melodiin um Havnina móti Klaksvíkini. Prátið um, at summi ”vilja tekkjast og stuðla høvuðsstaðnum”. Niðurlagið snýr seg um at polarisera og sáa split millum høvuðsstaðin og aðrar býir og bygdir. At seta fólk í miðstaðarøkinum upp móti teimum í útjaðaranum. Fáa lív í aftur gamlar konfliktir.

Eg havi sagt tað áður og má tíverri endurtaka meg sjálvan: Klaksvík gerst ikki meira høvuðsstaður av, at summi vilja avmonterað tað, sum er bygt upp í Tórshavn.

Eg vil klárt og týðiliga taka frástøðu frá hesum. Hetta hoyrir fortíðini til. Nú mugu vit koma víðari!

Kappingin er móti útheiminum
Fyri Tórshavn snýr arbeiðið seg ikki longur um at kappast og keglast við Klaksvíkina ella onnur í Føroyum.

Í okkara verð eru ongir ”landspartar” í Føroyum. Vit mugu øll ásanna, at Føroyar eru eitt evarska lítið land við fáum íbúgvum og avmarkaðum tilfeingi. Vit hava ikki ráð til at tosa um ”landspartar”, sjey valdømir, veikar kommunur og tær tornhøgu útreiðslurnar, sum fylgja við hesum.

Kappingin stendur móti útlendskum høvuðsstaðum. Europeiskum metropolum. Teir hava so nógv spennandi og avbjóðandi at bjóða okkara ungu og framfýsnu. Longu nú hótta metropolarnir við at drena okkara land fyri bestu kreftirnar.

Hvat skulu Føroyar seta upp ímóti Keypmannahavn, London og París? Hvussu skulu vit draga fólk og fyritøkur til okkara land? Hvussu skulu vit fasthalda fólk, sum vilja vera her, búgva her og hava sítt familjulív her. Tey, sum vilja arbeiða í og menna okkara fyritøkur? Tey, sum vilja gera íløgur her í Føroyum? Stovna nýggjar fyritøkur? Skapa nýggjar inntøkur? Tryggja vælferð og skapa eitt gott samfelag?

Uttan iva eru nógv boð uppá tað. Men eitt er púra vist: vit koma ongan veg uttan eitt veruligt kraftsentur. Ein kraftdepil, sum kann tiltrekka fólk og skapa búskaparvøkstur.

Tórshavn er einasti kreftdepilin
Einasti veruligi føroyski kraftdepilin er í Tórshavn! Tað er ikki fyri at seta niður á aðrar býir ella onnur økir. Soleiðis er tað bara. Her er fólkagrundarlagið, her eru neyðugu stovnarnir, her eru spennandi vitanarfyritøkur, her eru tilboð um trivnað, og her er orka at gera tað, sum krevst.

Hvat hendir, um vit gera, sum kronikkin hjá borgarstjóranum í Klaksvík leggur upp til?

Jú, so verður einasti kraftdepilin spakuliga avmonteraður. Tá verður einasta veruliga føroyska alternativið til teir spennandi men hóttandi býirnar niðri á europeiska meginlandinum spakuliga kvalt.

Tann greiði boðskapurin úr Tórshavn er, at okkara lítla land má savnast – ikki spjaðast.

Vit mugu øll laga okkum til nýggjar tíðir og broyttar umstøður.

Annars endar okkara søga líka sum søgan um seinasta dinosaurin.