spældir í bestu deildini hjá monnum, FTZ-deildin. Stóri dysturin var í Hoyvíkshøllini, har talan var um grannauppgerð ímillum H71 og Kyndil, meðan hin dysturin varð spældur í Klaksvík, har botnliðið í deildini [...] ið stóð eftir sum vinnari. Í seinasta minuttinum skoraði Dánjal Tórgarð seinasta málið í dystinum, og harvið vann H71 24-23. Í Klaksvík vóru tað tey bæði aftastu liðini í deildini, sum hittust til dyst [...] dyst. Team Klaksvík hevur bert fingið eitt stig í hesum kappingarárinum, og hetta stigið varð vunnið júst í dysti ímóti StÍF. Í dag vann Team Klaksvík tó onki stig frá StÍF. Dysturin endaði 34-26 til StÍF
Joensen var júst farin úr hylinum, tá Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, hugtungur noyddist at staðfesta í Kringvarpinum, at vágbingurin hevði verið eitt vónbrot í evropameistarakappingini í 1500 metrum [...] skuldi tað als ikki ganga. Misti tamarhaldið Á geil seks í einum svimjihyli í Istanbul, ger Pál Joensen seg til reiðar at bjóða heimsinsbestu av í 1500 metrum. Tað er leygardagurin 12. desember. Vágbingurin [...] fer til stroks í rumenska høvuðsstaðnum. Mads Glæsner bítur av álvara frá sær beinanvegin, men Pál Joensen vil treyðugt lata danan sleppa avstað. Fyrsta triðingin av teininum er vágbingurin í hølinum á Glæsner
samstundis sum so nógv ekspertisa er í landinum at nýta milliónir til keikant, so hava SSL og kommunal umboð gloymt at samskifta út í æsir um atløguviðurskiftini í Nólsoy og at fáa tey at hanga saman við [...] eisini eftirkannast í næstum og tá verður Ternan eisini sett inn. Atløguviðurskiftini eru ikki greið fyrr enn um 10 mánaðir og tá verður ferjulegan løgd illa í Nólsoy. Havandi hesi orð í huga, er sannlíkt [...] arbeiðsætlan, ið fyri mær er logisk. 1) mars 2010: Set í verk detailprojektering og savnað saman tilboð av nýggju ferjuni og hóskandi ferjulegu í molakrókinum! Tit hava frálíkt skitsuprojekt. Nógvir møguleikar
um í peningastovnunum í dag er á leið 600, og svarar hetta til ein møguligan niðurskurð í starvsfólkatalinum uppá 7%. Nevndirnar í SFS og YT, sum eru partar av YFF (yrkisfelag hjá fíggjarstovnum í Føroyum) [...] avgjald. Sum starvsfólk í fíggjarsektorinum skilja vit ikki, hví tað skulu vera vit, sum skulu svíða meira enn onnur í samfelagnum. Og tað er tað vit koma til, tí lítið er at ivast í, at eitt hægri lønhæ [...] fyritøkum eitt insitament til at spara á júst hesum útreiðsluposti, í mun til ein hægri partafelagsskatt, har alt virksemið hjá fyritøkuni inngongur. Onki er at ivast í at forhandlingsstøðan við komandi sá
Fótbóltur Seinastu árini hava givið silvurmerkir í hópatali til núverandi HB-venjaran, Sámal Erik Hentze. Bæði í EB/Streymi og í HB gjørdist næstovasta plássið næstan ein vani. Men tað er nú ikki nakað [...] silvurstríð í fleiri øðrum dystunum kring landið. Í Havn kemur NSÍ á vitjan, og tað er ein dystur, har báðir partar hava mest sum alt at spæla fyri. B36, tí teir enn eru langt ífrá vísir í at enda oman [...] ivist eg onga løtu í, at fortreytirnar eru góðar fyri, at vit kunnu kom aftur við FM-heitinum, sigur Sámal Erik Hentze. Og hann leggur afturat, at hetta vónandi verður við nógvum áskoðarum í bakinum. - Nú veit
sum knasar undan trýstinum, høvdið brestur niður í kantin á biltekjuni, har hon er harðast, hjálmurin á høvdinum fer í sor, og Maria verður slongd í luftini aftur um bilin, har hon lendir á vegnum. Maria [...] hava tosað saman um hendingina, og vinkonan sigur, at tað sá út júst sum tú sær í filmunum. Lítil avgerð – stórur munur At Maria og vinkonan í dag kunnu tosa um hendingina er helst bert hjálminum at takka [...] Trygd Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í dag grætur eingin um hana. Sunnukvøldið bórust tíðindi um at ein ung genta var yvirkoyrd við tunnilsmunnan í Kollafirði. 13 ára gamla Maria Ronnadóttir úr Havn er
gysara í høllini á Hálsi týskvøldið er tað Stjørnan, sum við samanløgdum 44-43-sigri sendi Neistan úr kappingini og er í steypafinaluni Ein fullsett høll á Hálsi við áskoðarum í góðum hýri legði í gjárkvøldið [...] var á odda 12-10 í hálvleikinum. Stjørnan vann seg aftur Í seinna hálvleiki var gongdin at kalla tann sama, sum í fyrra. Eingin vildi kasta nakað fyri borð, men bundu liðini væl um í verjuni, sum eisini [...] málum sínum toppskjútti í dystinum. Erla Eliasen stóð ein branddyst í málinum hjá Neistanum, og við sjáldsama nógvum bjargingum var hon eisini atvoldin til, at Neistin miðskeiðis í seinna hálvleiki var á
kropsliga førleikan at gera seg galdandi í hæddarlopi. Hæddarlop er ikki júst ein kend ítróttargrein í Føroyum, og vit spyrja tískil um umstøður eru fyri at menna seg teknist í hesi greinini. - Eg havi Hera Ziska [...] vikuskiftið nýtt føroyskt met í hæddarlopi, tá ið hann luttók í Grand Prix-kapping á Tórsbreyt. Føroyska metið átti hann sjálvur, og setti hann tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í fjør, tá ið hann við 1,95m [...] sett seg inn í fleiri ítróttargreinar og veit nógv um alt, sigur Øssur. Øssur D. Eiriksfoss kann eisini sjálvur sigast at vera ein all-roundari, tí hann ger seg sanniliga eisini galdandi í fimleiki. Longu
nakrir læknar, sum hava førleika í skurðviðgerðum við kikara. Teir skulu bara hava nakað av upplæring í júst hesum slagnum av skurðviðgerðum, áðrenn teir kunnu taka yvir. Tummas í Garði heldur, at tað er nógv [...] tikið aðrar viðgerðir heim, sigur Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum. Higartil hevur Landssjúkrahúsið sent ovurfeit fólk á privatsjúkrahúsið Hamlet í Danmark, men tað samstarvið endar nú. Tað [...] fremmant, sigur Tummas í Garði. Landssjúkrahúsið hevur tikið fleiri aðrar viðgerðir heim seinastu árini, fyri einar fimm milliónir krónur. Tað er eisini farið at síggjast aftur í talinum av sjúklingum,
leygardagin, og longu í gjár skuldu so spælast fýra dystir í fyrsta umfari í øðrum triðingi. Men eisini her var ein dystur útsettur, og tí blivu heldur ikki meira enn tríggir dystir spældir í hesum umfarinum [...] við leygardagin skuldu øll liðini í Eik-liguni hjá kvinnum havt spælt sjey dystir í part ella 28 dystir tilsamans, sum svarar til fyrsta triðingin av landskappingini í vetur. Samstundis skuldi støðan fortalt [...] dysturin Mjølnir-Dráttur, sum leygardagin mátti avlýsast, tí spælandi er ikki í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum fekk stormskaða í síðstu viku. Tað skal tó vera sera, sera, sera løgið, um Dráttur kann gera