Upp aftur løgnari er, at samstundis sum so nógv ekspertisa er í landinum at nýta milliónir til keikant, so hava SSL og kommunal umboð gloymt at samskifta út í æsir um atløguviðurskiftini í Nólsoy og at fáa tey at hanga saman við endaligu loysnini við nýggjari ferju. Kanska tað er líka frægt, at teir gloymdu tað, tí annars kundi hent at broytingarnar vórðu framdar uttan at atlit var tikið at nóg nógvum viðurskiftum - eisini lokalum.
Beinanvegin Ternan er klár til sigling, skal hon avloysa Teistan. Helst skal Sam eisini eftirkannast í næstum og tá verður Ternan eisini sett inn. Atløguviðurskiftini eru ikki greið fyrr enn um 10 mánaðir og tá verður ferjulegan løgd illa í Nólsoy. Havandi hesi orð í huga, er sannlíkt, at ætlanin tíanverri er at binda framtíðarloysnir byggjandi á eina fyribilsloysn og at fyribilsloysnin við Ternuni er við tí í huga, at Ternan er eykaskipið hjá SSL - ikki tryggleikin hjá nólsoyingum!
MEN! Hetta er jú beint til okkara fyrimun - um ein hugsar logiskt! Kanska er tað ikki so galið at ábyrgdarfólkini ikki altíð sýnast at hugsa logiskt. Loyvi mær tí at seta upp arbeiðsætlan, ið fyri mær er logisk.
1) mars 2010: Set í verk detailprojektering og savnað saman tilboð av nýggju ferjuni og hóskandi ferjulegu í molakrókinum! Tit hava frálíkt skitsuprojekt. Nógvir møguleikar eru, um tit ikki stara tykkum blind/-ar í fyribilsloysnini við einum eykaskipi/tiltaksskipi!
2) mai 2010: Set síðani í verk verkætlan at byggja nýggja ferju, ið gevur arbeiði og harvið mat á borðið hjá mongum arbeiðsfamiljum!
3) mai 2010: Set SAMSTUNDIS í verk projektering og verkætlan at byggja hóskandi ferjulegu í Nólsoy - hetta er eins og omanfyri eisini arbeiði og løn til nakrar farmiljur!
4) jan 2011: Ferjulegan er klár og landið hevur fingið meginpartin av íløgunum inn aftur við arbeiðsskapandi tiltøkum (skattur) og við know-how til bygging frameftir.
5) aug 2011: Nýggja ferjan er klár og verður sett at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð. Avlýsingarnar verða fáar, tí bæði ferja og ferjulega byggja á gott forarbeiði havandi lokal viðurskiftið og júst hesa farleið í huga.
Lat okkum byggja á logiska tankagongd og tryggja støðuga og trygga samferðslu um Nólsoyarfjørð! Tað kundi hent at vaksnu ábyrgdarfólkini nú hava amboð at taka atlit til veður og vind. Mangur ódnardagur kann vera tó at dagurin gerst ljósari.
Við bestu ynskjum um gott og logiskt arbeiðslag - arbeiðsfamiljum, nólsoyingum, ferðavinnuni og mongum øðrum at frama.