Ovurfeit skulu viðgerast í Føroyum

Seinni í ár fer at bera til at fáa skurðviðgerð fyri ovurfiti á Landssjúkrahúsinum

Almennu Føroyar senda hvørt ár 20 føroyingar til Danmarkar at fáa skurðviðgerð fyri ovurfiti.
Men tað verður skjótt søga.
- Vit arbeiða við at taka tær viðgerðirnar heim á sama hátt, sum vit hava tikið aðrar viðgerðir heim, sigur Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Higartil hevur Landssjúkrahúsið sent ovurfeit fólk á privatsjúkrahúsið Hamlet í Danmark, men tað samstarvið endar nú.
Tað verða læknar úr Århus, sum koma til Føroya at læra læknar á Landssjúkrahúsinum upp til at gera hesar viðgerðir, sum á læknamáli eita Gastric Bypass.
Viðgerðirnar eru kikaraskurðviðgerðir, og á Landsjúkahúsinum eru nakrir læknar, sum hava førleika í skurðviðgerðum við kikara. Teir skulu bara hava nakað av upplæring í júst hesum slagnum av skurðviðgerðum, áðrenn teir kunnu taka yvir.
Tummas í Garði heldur, at tað er nógv at vinna bæði fyri Landsjúkrahúsið, sjúklingar og landið við at taka hesar skurðviðgerðirnar heim. Hvør skurðviðgerð kostar millum 60.000 og 70.000 krónur umframt ferðaútreiðslur.

Nógv at spara
Við at taka skurðviðgerðirnar heim fara pengarnir til Landsjúkrahúsið og ikki av landinum, pengarnir vera verandi í landinum og skattaðir her, og ferðaútreiðslurnar verða spardar.
Sjúklingurin sleppur frá at fara av landinum.
- Fólk skulu kenna seg trygg, tí vit taka ongar viðgerðir heim, fyrr enn fakliga góðskan er i lagi, sigur Tummas í Garði.
Hann veit ikki neyva talið fyri, hvussu nógv fólk bíða eftir at fáa skurðåviðgerð fyri ovurfiti. Fleiri teirra, sum hava staðið á bíðilista, hava valt at fara av sínum eintingum av landinum og goldið sjálv fyri viðgerð og ferð.
Tummas í Garði metir, at 60 fólk bíða.

Sami bíðilisti
Tá ið hesar skurðviðgerðir eru tiknar heim, skulu tey á bíðilistanum ikki vænta at sleppa skjótari framat. Tey kunnu heldur ikki vænta, at privatar viðgerðir fara at verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum.
- Tað er ikki siðvenja hjá okkum, og tað er eisini ein politiskur spurningur. Eingin fer at kunna keypa seg fram um onnur, sigur Tummas í Garði.
Hann er greiður yvir, at øll neyvan eru fegin um at skula skurðviðgerast á Landssjúkrahúsinum heldur enn á einum donskum sjúkrahúsi.
- Nógvar føroyingar hava ta turkatrúgv, at bara tey sleppa til Danmarkar, fáa tey bestu viðgerðina. Tað eru kanska mest tey yngru. Men tey eldru eru sum oftas egin um at sleppa frá at ferðast til eitt land, har tosað verður eitt annað mál, og umhvørvið er fremmant, sigur Tummas í Garði.
Landssjúkrahúsið hevur tikið fleiri aðrar viðgerðir heim seinastu árini, fyri einar fimm milliónir krónur. Tað er eisini farið at síggjast aftur í talinum av sjúklingum, sum verða sendir av landinum at fáa serviðgerð.