vóru teir lagdir undir at lukta av gomlum býtúri. Hann fíltist eisini á, at annar dómarin hvørki hevði floytu ella kort við sær á vøllin og at slíkt ikki eigur at koma fyri í bestu hondbóltsdeildini, um [...] eisini á tann veruleika, at nógvir av spælarunum, sum eisini døma, ikki kenna hondbóltsreglurnar út í æsir og tí koma teir ofta illa fyri í ávísum førum. ? Sjálvur havi eg dømt í fyrstu deild í nógv ár, men [...] men eg havi bert verið á dómaraskeið eina ferð hesi árini, sigur hann og vísir við hesum á, at tann endaliga ábyrgdin fyri, at dómararnir í fyrstu deild eru førir fyri at leiða dystirnar, liggur hjá HSF
verið eina ídnast at eftirútbúgva seg og dagføra sínar guðfrøðiligu førleikar. Á næstan hvørjum ári hevur hon luttikið á skeiðum, og eisini hevur hon sum nevnarlimur í Prestafelagnum arbeitt fyri at fingið [...] álitisváttan. - Men eg havi ongantíð gingið við einum biskupi í búkinum, sigur presturin á Kirkjuteigi í Kvívík. Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna annars í Føroyum? [...] uppgávur gjørdar, sigur Marjun Bæk. Í dag eru 23 prestar í Føroyum umframt bisp og dómpróst. Spurd, hvussu nógvar prestar, hon ynskir vóru í Føroyum, sigur Marjun Bæk: 30. Hon heldur, at sum er, eru prestarnir
víða um triðja heimin elvir til yvirgang. Vit hava eisini víst á, at hersetingin av Irak hevði sum aðalendamál, at USA skuldi vinna sær ræðið á oljuríkidømi Iraks – allar grundgevingar vóru hjáputur og at [...] Føroyum er neyvan talan um tíðarhvarvskifti. Lagnan hjá CHE samgonguni avdúkaði, hvussu veik politiska skipanin er og hvussu trupult tað er at fremja djúptøknar politiskar og búskaparligar broytingar í landinum [...] verið eyðkent av bardaga móti yvirgangi, og stórur dentur hevur í okkara parti av heiminum verið lagdur á neokonservativ virði. Bush forseti hevur gjørt politikk til standandi bardaga millum gott og ilt, millum
síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum á Gørðinum, har ullavirkið er. Spinnari er komin úr Danmark at standa fyri, men afturat honum fara fýra fólk at arbeiða á ullavirkinum. 1.000 eigarar um alt landið [...] fyri eini 3% í rentu, og tað er stórur munur á tí, og so at skula betala vanligu peningastovnunum tvær, tríggjar ferðir so nógv í rentu. Jaðararráðið heitti á Landsstýrismannin um at broyta jarðarlógina [...] 29. november 1995 varð Lutafelagið Suðuroyar Ullavirki sett á stovn. Og sjálvan tvey ára føðingardagin, 29. november 1997, varð trýst á knøttin, og maskinurnar settar ígongd. Í einum rúmi við síðuna av
nationalan felagsskap millum fólk gjørdist ein statsberandi faktorur. Til hesa hugsan varð knýttur tankin um, at øll vóru fødd sum eins nógv verd. Felagsskapskenslan kom fram á ymiskar mátar, serliga sjónskt [...] antropologurin Thomas Hylland Eriksen sigur, at fólk, ið liva við fjølmiðlunum og nærum ikki gera annað, enda við at missa teirra sjálvsfatan. Vansin er, at fólk kunnu enda við at spæla seg sjálvi sum ein leiklut [...] umboða eina tjóð í tann mun, tað letur seg gera. Tað finnast nógvar fláir og nógv virði, og henda grein er ein roynd at vísa á hetta. Inge Adriansen: »Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000«. 2 bd
hugsi mangan aftur á løtur saman við ommuni á vitjan hjá bæði Bogguni og Hannommuni, har eg slapp at sita á køksborðinum og fáa eitt sindur burturav sagovellinginum við kanelsukri á. Bæði abbin og omman [...] úr Sandvík, á bedingini í Vági. Síðan var hann umborð á Ananu, ið sigldi sum móðurskip undir Grønlandi eitt 2-ára skeið í seinnu helvt av 30´unum. Annars arbeiddi hann sum skipstimbrari á bedingini í [...] Hon seymaði fyri fólk og hon seymaði uppá børnini. Umskapaði mangan frakka til kjólar og annað. Serliga stolt vóru tey av døtrunum í heimaseymaðum kjólum, tá ið Ingrid Drotning á vitjan á Tvøroyri í 1959
menniskjum, og BARA teimum, sum venda við frá syndum teirra og trúgva á Kristus til frelsu. Filmurin heitir á fólk um at trúgva á Jesus sum Frelsara, men at Hann skal verða Harri, eisini, er nokkso væl [...] NIÐURSTØÐA: Eg ivist ikki í, at tey fólk, sum hava gjørt filmin atkomiligan á føroyskum, hava gjørt tað í bestu meining - eg kenni fleiri av hesum sum vælmeinandi fólk, og eg hveppi meg eitt sindur við at [...] bíðaði eftir at vita, hvussu (ana)baptistar og "pædu"babtistar fingu harmonerað sínar áskoðanir um dóp Jesusar - fór Hann undir, ella tók Jóhannes vatn upp í lógvan og helti tað á høvur Hansara? Jú, Hann
so var bert eitt mál á muni og 12 minuttir eftir at leika! KÍ royndi nú at senda nógv fólk niðan í brotsteigin hjá HB í royndini at fáa eitt útjavnandi mál, men hetta gav ístaðin nógv pláss til álopsleikarnar [...] ferðina vóru á vitjan í brotsteiginum hjá KÍ, men fóru til hálvleiks við 2-0 leiðslu! KÍ legði hart út Heimaliðið legði harðliga til brots. Teir fóru beinan vegin undir at trýsta spælið yvir á HB hálvuna [...] Erik Rasmussen á bonkin. Eisini hevði hann sett Inga Rasmussen til at fylgja pólendinginum hjá KÍ, Marek Wierzbicki, um allan vøllin. Tá ið einir 17 minuttir vóru leiktir, mundi KÍ lagt seg á odda. Harley
abba mínum úti á Glyvrum, harið Kristian Osvald Viderø & Eliesar Poulsen plagdu at gista. Tað ber til at liva saman við ymiskum hugsanum, eisini á hesum øki. Tí harmaði tað, at forsíðurnar á landsbløðunum [...] Eisini her. Gøtan hjá Tróndi varð uppafturgrivin. Annað ljós varð varpað á hann. Fólkið kom higar á fund. Tiltiknir eru fólkafundirnir á Gøtueiði, harið nýyrktir sangir vóru sungnir. Landið sum fyrr ikki hevði [...] móðurin, ið enntá, breiðir blik á barnið sítt, tá ið tað umsíður legst í mold. Vinnan tekur dyk á seg. Nýggjar leiðir verða gingnar. Skip og virkir grógva upp úr lógvunum á vanligum monnum. Sporstreingjarar
viðurskiftum. Tá ið Finnleif byrjaði, vóru 14 fólk á skrivstovuni og í 1988 vóru tey yvir 90. Men kreppan í 90`unum rakti eisini stovnin hart og minkaði talið á starvsfólkunum – eftir trimum árum – niður [...] máli, fóru Atli Dam, løgmaður, Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur og Finnleif á fund við bygdaráðið, ið taldi 5 limir. Á hesum fundinum stemmaðu tveir fyri at leggja vegin niðanfyri bygdina, tveir stemmaðu [...] sátt og semju. Leiðari á vegaumsitingini Í 1973 varð Finnleif settur sum leiðari av vegaumsitingardeildini. Henda deildin skipaði eisini fyri at fremja størri ábøtur og trygdartiltøk á vegakervið. Hann fekk