fyritøkur hava ein útflutningsstjóra, so havi eg framvegis ikki ánilsi fyri, hvat ein slíkur ger! Skal tað lýsast sum eitt hugtak, so haldi eg, at hetta verður sera væl gjørt í eini uppgávu, sum ein bólkur av [...] sjálvur um heiðurin, sum ein slík nominering er. Men hvørji eru so úrslitini, sum hava prógvað rættleikan í hesi avgerð? Eg gangi bara útfrá, at tað er vøksturin í fyritøkuni hjá okkum, sum hevur gjørt tað [...] staðfestir Heini, at tað sum so ikki liggur nakað loyndarmál handan úrslitini hjá sær og Bullguard. Persónliga haldi eg, at tað hevur eydnast mær sera væl at finna góð fólk. Fólk, sum eg havi lætt at samstarva
hóast hetta, so er hann ein hin fólkakærasti vísusangarin, ið føroyingar hava, og dygdin í bæði løgum og teksti hava gjør sítt til, at lítla rúgvan av gullkornum eru nærum øll sum ein vorðin fólkaogn. Men [...] miðlarnar liggur á somu leið, sum útgávuvirksemið og framførlurnar; dygdini bilar onki, men hugurin at koma í ljósið er ikki rætiliga til staðar. Kári P er egin í orðsins positiva týdningi. Ongin kann sum hann [...] hevur eisini eina fótpedal, ið slær á eina tamburin, við sín høgra fót. Ein uppfinning, sum Finnur sigst hava uppfunnið, og sum teir skemta við, at Edvard hevur ment til tað hon er. Finnur er snillingur
blómutyssini og byrja sjálvi at tosa um tað, sum hendi á staðnum. Ofta kendu tey onkran, sum var við í ella tætt at vanlukkuni, og tí kenna tey hendingina sum ein part av teirra egna veruleika. Og so gevur [...] eftir. Hvørja ferð eitt klipp rýkur, verður tað ein heilt ítøkilig áminning um avleiðingarnar av, at bera seg ábyrgdarleyst at í ferðsluni. Sum er, liggur koyrikortið alt ov trygt í lummanum hjá okkum øllum [...] langt síðani gloymt, hvat tey merkja og halda fram at koyra, sum tey plaga. Hetta ávirkar allan hugburðin til ferðslu á ein óhepnan hátt, sum tey ungu eisini taka til sín. Skeivur miðil - Nullhugsjónin
har hann fór umborð á skipið, sum sigldi hann til Ný Sæland. Ein ferð, sum vardi fimm vikur. Hetta fekk ein at hugsa um, hvussu lætt tað er í dag. 25 tímar í flogfari, og ein hevur hug at suffa, tí tað verður [...] eg, og tað eru altíð tey somu fólkini og støðini, sum ein fer aftur til, meðan ein fær nógvar øðrvísi og spennandi upplivingar við at vitja støð, sum ein ikki hevur sæð áður, sigur Símun. Tey siga, at tey [...] frá Símuni sjálvum, Vegemite og Peanutbutter, sum eru pálegg, sum serliga kiwi børn altíð eta, stendur ein skál við turrum kjøti. Hetta kjøtið smakkar sum skerpikjøt, so mitt í øllum gerst tað so heimligt
treingir til ábøtur. EIN SØGULIGUR SVIMJIHYLUR Í Svínoy hava vit ein útisvimjihyl, ið sigst verða bygdur í 1933, møguliga fyrr. Stigtakarin til hylin var Hjálmar Hátún, sum var lærari í Svínoy [...] hylin er partur av bygdarsøguni, ein søga sum er verd at siga bæði fyri føroyingum og útlendskum ferðafólki. Útsýnið frá hylinum yvir bygdina er einastandandi, ein sonn náttúruuppliving. Væl sæst [...] fyri hylin stendur ein av fleiri gomlum kornmyllum, so staðið angar bæði av vakurleika og tjóðarfornminni. Saman við einum hóskandi skiftingarskúri, kundi hylurin harafturat verið ein tænasta og eitt stað
lógarverki, nevniliga tiltikna dømi um tann eina steinin sum tikin verður úr byrgingini, sum so ger tað, at hesin steinur tekur næsta steinin við sær, sum síðan endar við, at øll byrgingin skrædnar. Tá politiska [...] skjøtil á eina niðurlaging og undirgraving av rættarsamfelagnum, sum í einum víðari perspektivi kann fáa óhugnaligar avleiðingar. Løgmaður sigur, sum settur eftirlitsmyndugleiki av føroya fólki, at hann tekur [...] føroyska skattaborgarunum uppá 4,4 mio kr., skal fáa nakrar fylgjur fyri tann, sum hevur ábyrgdina. Við øðrum orðum hevur hann sett ein niðara standard fyri nær tað er legalt at snýta landskassan. Boðini frá
flyta laks soleiðis aftur og fram sum nevnt frammanfyri. Tað, sum serliga spælir inn um veturin, er, at veðrið kann forða fyri viðgerðum móti laksalús, samstundis sum tøkuklárur fiskur stendur í sjónum [...] úr Froðba og Hvalba, sum skal virkast, umframt at vit byrja virksemið á virkinum við at flyta somu nøgd suður sum vit hava flutt norður síðstu vikurnar. Men tað verður so aftur ein steðgur fyrra hálvár [...] arbeiði innan virking av laksi í Suðuroy í 2020. Hetta við at allur laksur, sum verður aldur í Suðuroy, skal viðgerast í Suðuroy kom sum kunnugt í kunngerð nr. 90 frá 27. juni 2018. Her verður ásett í §2, at
fíggjarlógaruppskotið, sum er tað fyrsta hjá hesi samgonguni, ið sá dagsins ljós 6.juni. At løgtingsval var í vár og ein nýggj samgonga er skipað við einum nýggjum samgonguskjali sum grundarsteini undir sínum [...] ið er so nógv merkt av, at ein nýggj samgonga er skipað. - Ein fíggjarlóg vil altíð byggja á ta undanfarnu, og í fíggjarlógini fyri 2003 eru harumframt nógvar bindingar, sum ger "rásarúmið" , har pláss [...] stórar íløgur, sum avmarka møguleikarnar hjá samgonguni, og sum gera, at neyðugt verður at raðfesta aðrar íløgur lægri, vísir løgmaður á. Tí verður ikki pláss til nógv av ynskjunum, sum landsstýrismenninir
hevur útbúgving innan dramaturgi (leiklistafrøði). Maður hennara hevur starvast sum sjónleikari, so tað liggur mest sum í teimum at framføra. Tey bæði hava í øllum førum síðani starvast við at gera barnatilfar [...] Hoyvíkini, sum samstundis eisini skal verið karmur um jólaaftan í Sjónvarpi Føroya. Jóladag er eisini barnatilfar sett á skránna, eins og hinar jóladagarnar. Umframt okkurt meira kent, so byrjar eisini ein nýggj [...] tríggjar vikur til upptøkur, sum oftani eru gjørdar úti, og her veldst alt um, hvussu tær hægru maktirnar gera við veður og vind. Umframt Vár, so hevur hon eisini havt ein myndamann og ljóðmann knýttan
er ongin ivi um, at ein uppsøgn av fiskivinnusamstarvinum í Barentshavinum kostar 250 fiskimonnum og familjum teirra livibreyðið. Ein álvarsom hóttan at hava hangandi Tí vil eg sum formaður í Føroya F [...] latið embætisfólk gjørt eina búskaparliga útgreining av avleiðingunum, sum almenningurin tó ikki hevur fingið innlit í. Nú hevur enn ein embætismannabólkur gjørt útgreiningar av møguligum átøkum mótvegis Russlandi [...] á veiðuni eftir pelagisku fiskasløgunum, sum russisk fiskiskip í dag veiða í føroyskum sjóøki. Eftir at hava kagað í frágreiðingina og roknistykkini mugu vit sum manningarfelag bara staðfesta, at tað valdar